leygardagur 24. september 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 182 - 24. september 2005
Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Forvitin, friðarligur og
hampiligur
Hvat orð ella hvønn setning nýtir
tú oftast?
Eg haldi, at eg havi alt ov lætt
við at siga "ja". Hetta er nakað,
ið eg má arbeiða við, tí at eg
drukni meg sjálvum í "ja"um.
Hvørjum hyggur tú at hjá hinum
kyninum?
Ahem, øllum tí sum ger hana til
kvinnu, haldi eg.Tá tað er sagt,
er tað allarhelst hennara sjálvs-
virðing, sum ger hana áhuga-
verda.Tað er ótrúliga týdning-
armikið (fyri meg), at hon hvílir
í sær sjálvari, at hon ikki pá-
tekur sær nakað, sum hon í
veruleikanum ikki er.
Hvussu langa tíð nýtir tú at gera
teg kláran um morgunin?
Uml. 6 min. Eg skal pissa, lata
meg og busta tenn, og so eri eg
klárur. Eg fari helst í brúsu
kvøldið fyri, tí at so sleppi eg jú
at sova einar 20 minuttir longri
um morgunin, og tað eru heilt
vist hesir 20 minuttirnir, sum
bjarga degnum fyri framman.
Hvat stressar teg?
At verða í bíðistøðu.Tað er tað
ringasta eg veit, at vita at man
hevur eitt arbeiði at gera, men
man sleppur ikki framat tí
beinanvegin.
Hvat gleðir teg?
At vera saman við damuni,
familju og vinum. Annars er tað
sjálvandi eisini ein fragd at
hoyra góðan tónleik.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tá ið abbi fór til jarðar í fjør
Nær smakkaði tú tær seinast á?
Seinasta leygarkvøld….og tað
var stuttligt.
Hvat var seinasta ynski, sum tú
fekst uppfylt?
Eg havi akkurát brúkt alt ov
nógvar pengar uppá ein nýggj-
an gittar. Men eg royni at
minna meg sjálvan á, at eg havi
leingi ynskt mær hann, og at eg
havi uppiborið hann. Men eg vil
generelt siga, at tað sær út til,
at nógv av mínum ynskjum
spakuliga fara at uppfyllast nú,
og hetta gleðir meg alsamt.
Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum
ætla sær at lesa samskifti?
At halda tunguna mitt í munn-
inum. Samskifti er eitt øgiliga
breitt og stórt øki, og tú kanst
ógjørligt fáa eitt fullkomið yvir-
blikk yvir alt økið. Hav tol, og
fyri Guðs skyld, ver opin.
Hvar arbeiðir tú?
Eg eri í starvsvenjing í Inn-
lendismálaráðnum. Her sleppi
eg at royna meg við stórum og
møtimiklum uppgávum, og
hettar dámar mær stak væl.
Annars spæli eg nógvan tón-
leik, og fáist annars við fyri-
fallandi arbeiði. Eg skal í holt
við mína serritgerð nú, so nógv
av míni frítíð fer við at fyrireika
arbeiðið fyri framman.
Hvat er besta uppfinningin og
hví?
Mikrofonin er eitt gott upp-
finnilsi, tí um hon ikki var til,
hevði tað verið nokkso strævið
hjá mær. Annars haldi eg, at
uppfinningar sum tannkrem og
hjólið eru nýtiligar!
Hvat hevur tú í lummunum beint
nú?
Tvær kvitteringar, eina 20
krónu og tveir plektarar
Hvat er títt besta heimaráð?
Tú mást ongantíð lata upp-
gávur hópa seg upp. Far undir
tær meðan tær enn eru lítlar og
skjótar at fáa úr verðini. Her
hugsi eg um uppvask, rudding
og græsplenusláing v.m.
Hvør er stuttligast í Føroyum og
hví?
Nógvir av okkara kendu sjón-
leikarum eru stuttligir. Jákup
Weihe er avgjørt ein teirra. Og
ikki minst haldi eg Jóhann í
Kollafirði er stuttligur. Og eisini
eru nógvir av mínum góðu
vinmonnum sera stuttligir...eg
veit ikki, her eru so nógvir
stuttligir persónar í Føroyum.
Áh ja, Niels Galan er eisini
framúr stuttligur á palli.
Hvør er keðiligast í Føroyum og
hví?
Hatta er torført at svara uppá,
tá ið man ikki vil traðka nakran
yvir tærnar. Men eg kann sanni-
liga sjálvur verða keðiligur nú
og tá, men tað kunnu vit øll
vera.
Hvussu ofta speglar tú tær
Eg haldi at eg spegli mær ofta.
Eg eri helst nógv meiri for-
feingiligur, enn eg geri meg til
at vera….
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Tvær ferðir um árið, kanska. Eg
eigi ein trimmara, og hann
plagar at hjálpa mær, tá ið eg
ikki longur síggi nakað fyri
fruntinum…
Hvør er tín løgnasta tónleika-
uppliving?
Einaferð spældi eg eina konsert
í Suðuroy við einum nokkso
provokerandi bólki. Og tá stóð
ein maður millum áhoyrararnar
og rætti mær miðfingurin - í
meir enn ein tíma. Eg haldi tað
vera rættiliga løgið, at hann
tímdi at gjalda eitt atgongu-
merki uppá 120 krónur, bara
fyri at vísa sína ónøgd við meg.
Men tá ið konsertin var liðug,
endaði ein partur av hansara
pengum í mínum lumma, so eg
skal helst ikki klaga…!
Rókur Jakobsen • samskiftislesandi sangari úr • Havn, 26 ár