leygardagur 24. september 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SÁLMUR
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
– Ein sangur kann verða lýstur á
nýggjan hátt og fáa eitt annað og
størri virði enn frammanundan,
táið ein fær at vita sálarkenslur
hansara, ið skrivað hann hevur,
og umstøður, ið kunna hava
eggjað til, at sangurin í heila
tikið er vorðin til.
– Eisini kann vera forvitnisligt
at vita hendingar og tilburðir í
sambandi við ein sang, eftir at
hann er framkomin og gerst lutur
í tilveru menniskjans í ymiskum
londum og skiftandi tíðum!
Soleiðis tekur P. W. Háberg til
í formælinum til bók sína "Søgur
um sangir", ið kom út í august
mánaði í 1954.
Í hesi áhugaverdu bókini tekur
hann fram nakrar og tjúgu sangir
sum greiða frá hendingum og
serligum umstøðum. Fleiri av
sangunum eru yrktir undir
dramatiskum umstøðum, men
langt frá allir.
Hetta seinasta var eisini gald-
andi fyri sangin, sum eiðismað-
urin, Kjartan Stakksund var í
ferð við at skriva ein henda
fyrrapartin í farnu viku.
Her var eingin dramatikkur
ella serligar umstøður, sum lógu
til grund fyri henda sálmin. Bert
ein tøkk.
– Nei, eg vaknaði bara í morg-
un og gleddist um Guds stóru
náði. Tað ynskti bara at prísa
Gudi fyri. Og hví ikki gera tað
við einum sálmi?!, sigur Kjartan
Stakksund, sum nú býr á Korn-
dalsbýlinum á Eiði.
Hann hevur verið trúgvandi
síðani hann var 15 ára gamal. Tá
hevði hann sín fyrsta vitnisburð í
missiónshúsinum "Karmel" á
Eiði, og sum liggur beint við
Korndalsbýlið.
Lesa og skriva
Tað munnu vera mong, sum
kennast við henda altíð so frynt-
liga mannin av Eiði – tann nú 75
ára gamla Kjartan Stakksund.
Hann hevur verið íðin at skriva
í bløðini um andalig evnir, bæði
sálmar og hugleiðingar í sam-
bandi við tær kristnu høgtíðirnar.
Hann hevur eisini tikið ein hóp
av søgiligum myndum úr heim-
bygdini, — bara fyri at nevna
nakað av tí, sum hesin lítillætni
og eyðmjúki maðurin hevur
fingist við.
Eitt árið var hann eisini partur
av eini sjónvarpssending, sum
vísti nakrar av gestunum sum
riggaðu til at fara á ólavsøku. Til
tjóðarhátíð okkara hevur hann
verið fastur maður í mong ár.
Tíverri fyri hann fekk hann ein
blóðtøpp, sum var so mikið
álvarsligur at hann misti nakað
av førleika sínum í høgru síðu.
Hóast hann nú býr á Korndals-
býlinum á Eiði, so er hann kort-
ini virkin og ynskir at brúka tíð
sína til ymiskt virksemi — m.a.
til at lesa og at skriva.
Ein stóran part av tíðini brúkar
hann til at lesa í Bíbliuni.
— Hetta er dagligur lestur fyri
meg, sum hann tekur til.
Við vinstru hond
Blóðtøppurin hevði við sær, at
Kjartan, sum dámar væl at
skriva, ikki longur fær brúkt
høgru hond sína til hetta.
Hetta hevur kortini ikki tikið
hugin og áræðið frá honum at
skriva niður tað, sum hann
verður inspireraður at gera.
Sum hjálpitól í hesum sam-
bandi hevur hann eina teldu. Og
hóast hann bara skrivar við
vinstru hond síni, so er teldan
honum til stóra hjálp.
Henda eina morgunin í farnu
viku vaknaði hann árla á morgni.
Og eitt tað fyrsta hann vaknaði
við, var ein lovsongur á varrun-
um um Guds stóru náði.
– Eg vildi fegin sleppa at
skriva henda sangin niður eisini.
Eg havi longu skrivað tvey
ørindi, og eri farin undir tað
triðja, sigur Kjartan.
Seks ørindi
Hann hevði beint frammanundan
vitjanini sløkt telduna, men tað
er so gamaní at tendra hana eina-
ferð enn til æru fyri mynda-
mannin.
At tendra eina slíka teldu er
lítið fyri hjá Kjartani.
– Hygg, her eru so tvey tey
fyrstu ørindini, sigur hann.
Og síðani lesur hann tey upp
fyri gestunum úr høvuðsstaðnum.
– Eg vildi fegin fortelja
øðrum, hvussu stór náðin í veru-
leikanum er.
– Hugsa tær bara hetta, Snorri.
At kunna vakna hvønn einasta
morgun til ein nýggjan dag. Ja,
er tað ikki nógv at prísa Harr-
anum fyri, sigur hann.
Klokkan er farin av hálvgum
tólv, og skjótt stendur døgurðin
fyri. Enn eru bara tvey vers
komin á telduna, men hann
hevur gjørt klárt til tað triðja
ørindið.
– Hvussu nógv vers, ið sang-
urin fer at hava? Tað dugi eg ikki
at siga enn, — eini seks, kanska,
sigur hann.
Kanska prentaður
Hetta er ikki fyrsti sálmurin, ið
Kjartan hevur skrivað – og
vónandi heldur ikki tann seinasti.
– Eg havi ikki tal á, hvussu
nógvar sálmar eg havi skrivað
millum ár og dag. Men eg havi
teir flestu her á telduni, sigur
hann.
Nógvir av sálmum hansara
hava verið prentaðir í teimum
føroysku bløðunum, soleiðis at
fólk hava havt møguleika at lesa
teir, syngja teir og kanska eisini
goyma teir.
Júst, hvat hann fer at gera við
henda sálmin, hann var í ferð við
at skriva, dugir hann ikki at siga
enn.
Hann fegnast tó um, at bløðini
altíð eru so beinasom at taka upp
tað, sum hann skrivar – annað-
hvørt tað so eru hugleiðingar ella
sálmar.
– Eg veit ikki. Kanska endar
hesin eisini í onkrum blaði, sigur
Kjartan.
Nr. 182 - 24. september 2005
31
Kjartan Stakksund
hevur skrivað ein
hóp av sangum.
Hósmorgunin í
farnu viku vaknaði
hann við einum
nýggjum takkar-
sangi á varrum
sínum. Hesin mátti
eisini skrivast niður
beinanvegin. – Eg
veit ikki beint nú,
hvussu langur hann
verður – kanska eini
seks ørindi, sigur
hann
– Eg havi so nógv at siga takk fyri
Sálmur
1. Hav tøkk, o, Jesus, at náðin bjarta,
hvønn morgun vellir niður frá tær, Gud;
og nemur her tað troytta hjarta,
so friður her kann falla tær í lut.
2. Tú ert o, Jesus, mín frelsuklettur,
ein náðikelda rennur krossi av;
á Golgata er tann friðarblettur,
har blóðið rann, tú okkum lív tá gav.
3. (Ikki byrjað enn)
(Lag: O, um eg kundi tær Jesus prísa)
- Eg vaknaði bara í morgun og gleddist um Guds stóru náði, sigur 75 ára gamli Kjartan Stakksund á Eiði