leygardagur 24. september 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2005
Frank McCourt, Angela’s Ashes
og ‘Tis: A Memoir
Týtt Jan Bredsdorff, Angelas Aske, 1996;
Lykkens Land, 2000
Frank McCourt9
Angelas Ashes er vorðin ein av
størstu, altjóða bestseljarunum,
síðani hon kom út miðskeiðis í
90unum. Harafturat hevur bókin
eisini fingið framúr ummæli frá
ummælarum kring allan knøttin.
Talan er um eina lýsing av
barndóminum hjá írska høvund-
anum, Frank McCourt, sum varð
føddur í Brooklyn í 1930. Um
trongu korini, hann og systkin
hansara vuksu upp undir, og um
hvussu tey hvønn dag noyddust
at stríðast fyri at fáa nóg mikið
av mati og peningi til dagin og
vegin.
Fyrstu fýra árini av lívinum
búði McCourt saman við
familjuni í USA, men familjan
flutti síðani aftur til Írlands. Og
at flyta aftur til Írlands mitt í
30unum við einum norðurírskum
pápa varð ikki væl móttikið.
Hvørki av familju ella hinum í
býnum Limerick, har McCourt-
børnini vaksa upp.
Endurminningarnar eru ein
blanding av fátækradømi,
drykkjuskapi og deyða, sum
írska familjan stríðist við. Men
alt hetta uttan at gerast ov nógv
av tí góða. Frank McCourt hevur
nevniliga ein heilt serligan egin-
leika. Og tað er at gera bókina
skemtiliga. Mitt í svárastu neyð
og sorg dettur ein lítil setningur
inn í millum, sum ger, at ikki ber
til at lata vera við at smílast.
Harumframt hevur bókin nakrar
framúr persónslýsingar, sum gera
hann uppaftur meira livandi og
nærverandi.
‘Tis: A Memoir byrjar har
Angela’s Ashes slepti, og tey,
sum bíðaðu eftir framhaldinum,
verða ikki vónbrotin. Við sínum
vánaligu tonnum og áhaldandi
bruna í eygunum er Frank komin
aftur til Amerika, landið, har øll
eru vøkur og hava hvítar tenn.
Men bókin verður ikki søgan um
avísdrongin, sum gjørdist milli-
óningur. Í fyrru helvt fylgja vit
Frank inn og út úr vertshúsum,
størvum og hjúnalagnum í einum
lívi, sum meir og meir minnir
um ræðuliga pápan, sum pestaði
bæði Frank og allari familjuni
lívið. Sjálvt um Frank giftir seg
inn í eitt skúladømi um tann
amerikanska dreymin, verður
hann verandi ein tilflytari. Ringa
samvitskan um ikki at halda seg
til "sítt egna slag" nívir, meðan
Frank roynir at koma til sættis
við sín tvíbýtta írsk-amerikanska
samleika. Ikki fyrr enn Frank
gerst lærari og seinni so smátt
byrjar at skriva, byrja vit at hóma
okkurt slag av sálarfriði hjá ør-
kymlaða unga íranum.
Meðan endurminningarnar hjá
Frank McCourt higartil hava
verið ein hugtakandi men náði-
leys persónlig frásøgn, byrja
bøkurnar í seinnu helvt av ‘Tis at
líkjast eini skaldsligari heild.
Heitið ‘Tis (stytting av "it is") er
svarið hjá Frank uppá seinasta
spurningin í Angela’s Ashes, har
ein sjómaður spyr, um Amerika í
grundini ikki er eitt frálíkt land.
Seinna bókin verður sostatt ein
góðtøka av lagnuni, og ein máti
at seta punktum, tá bókin endar
við, at øskan av mammuni
Angela verður stroydd á einum
kirkjugarði í Limerick. Men
samstundis, sum prentaða
útgávan av lívinum hjá Frank
McCourt endar her, byrjar ein
nýggjur partur. Við Angela’s
Ashes og ‘Tis situr lesarin nú við
uppfylta dreyminum hjá Frank
McCourt í hondini - dreyminum
um at gerast ein víðagitin rit-
høvundur. Ta søguna hava lesarar
framvegis til góðar.
Írskir dreymar
Kjak um Kodak-
myndir frá
sjeytiárunum
Frá Fuglafjarðar Bókasavni
frætta vit, at lesiringurin byrjar
aftur mánakvøldið 3. okt. Kl. 20.
Tað er bókasavnið sjálvt, sum
skipar fyri lesiringinum, sum
heldur til í hugnaligu hølunum
hjá Fuglafjarðar Bókasavni. Ein
bók verður lisin um mánaðan.
Síðani verður kjakast um hesa
bók næstu ferð, lesiringurin
hittist. Øll áhugaði kunnu vera
við.
Hesuferð leggur lesiringurin
fyri við at lesa yrkingasavnið
Kodakmyndir frá sjeytiárunum
eftir Kim Simonsen, sum nýliga
er útkomið. Um tú ikki longu
eigur bókina, ber til at fáa hana á
bókasavninum. Bókasavnið
hevur opið hvønn dag millum 9-
17 og leygardag millum 9-12.
Einasta fortreyt at luttaka í
lesiringinum er áhugi. Nýggir
luttakarar eru vælkomnir. Ring
og melda teg til á Tlf. 44 47 45
ella 22 72 42 ella støkk inná
gólvið!
Sagt um Kodakmyndir frá
sjeytiárunum:
„ ... flestu yrkingarnar eru
undursama góðar."
Agnar Jógvansson
„ ... ópoetiskar, órytmiskar
yrkingar fullar av stavivillum."
Oddfríður M. Rasmussen
„ ... savnið er ein moderna
útgáva av føroyskum
útisetaskaldskapi … ein roynd at
víðka ein trongan heim."
Bergur Rønne Moberg
Bókatips:
Okkurt sum líkist
Summar bøkur ella høvundar fáa
okkum at ynskja, at bókin vit
júst hava lisið, var væl longri.
Ella at vit høvdu eina afturat,
sum tók tráðin upp, har hin
slepti. Á slóðini "Noget der
ligner" á www.litteratursiden.dk
hava tey funnið uppá ráð. Har
kanst tú velja millum eina
ørgynnu av høvundum og bókum
og harfrá fáa viðmæli og uppskot
um aðrar bøkur og høvundar,
sum á onkran hátt líkjast.
Er tað okkurt ávíst bók-
mentaslag, sum hevur tín áhuga,
kanst tú eisini fáa slóðir og
hugskot til at kunna teg um bæði
tað søguliga og tað nýggjasta
innan júst tað økið. Í nógvum
førum finnur tú eisini kritiskar
greinar, sum fara í dýpdina við
hesum bókmentasløgunum bæði
í skaldsligum og samfelagsligum
høpi.
Bókabrot til sølu
Permur og umrøður eru ikki altíð
tað, tær síggja út til at vera. Vilt
tú tryggja tær, at bókin tú ætlar
at keypa, livir upp til tíni krøv, er
nú møguleiki at keypa eitt brot
úr henni fyrst. Við nýggju
tænastuni "Amazon Shorts"
bjóðar stóri nethandilin
www.amazon.com lesarum at
keypa kapitlar, brot ella einstakar
síður úr ávísum bókum fyri 49
cent pr. stk, sum síðani verða
sendar við telduposti.
Sambært Amazon vónar fyri-
tøkan við hesum at geva ókendu-
m høvundum ein betri kjans í
høðru kappingini um lesararnar.
Bókasíðan hevur latið sær fortalt, at írskir høvundar leingi hava verið
millum teir best umtóktu hjá føroyskum bókasavnsbrúkarum. Vit hava
forvitnast og kaga afturum permuna á nøkrum av toppskorarnum
Ingrid Bjarnastein/Anna V. Ellingsgaard