leygardagur 24. september 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ORÐASKIFTI
Halgir Winther Poulsen
Eftir at formaður tjóðveldisflok-
sins, Høgni Hoydal, í grein í
Sosialinum og Dimmalætting
undir yvirskriftini "Tá søgan er
følsk, verður framtíðin til fals"
hevði sett fram upplýsingar um,
hvat føroysku samráðingarmenn-
inir høvdu við sær í skjáttuni til
fundin við donsku stjórnina tann
11. september 1992, og lagt
afturat, at Schlüter bjargaði okk-
um við at taka okkum á bóli (og
forerdi okkum undirgrundina),
svaraði eg, at hesar upplýsingar
vóru rangar, og greiddi í stuttum
frá samráðingargongdini í tíðar-
skeiðinum 1984 til 1992, tá eg
tók lut í hesum samráðingum.
Høgni Hoydal hevur síðan
svarað í tveimum greinum, onnur
við beinleiðis viðmerkingum til
tað, sum eg skrivaði, meðan hin
er svar til oddagrein í Sosialinum
um sama evni. Tá nógv av tí,
sum Høgni skrivar, er misvís-
andi, fari eg enn einaferð at
greiða frá, hvat veruliga hendi
frá tí, at stjórnin gekk við til at
fara undir samráðingar í august
1988 inntil vit í september 1992
fingu ræði á ráevnunum í før-
oysku undirgrundini.
Grønlendska loysnin
Av tí at Høgni Hoydal, neyvan av
tilvild, brúkar heitið grønlendska
loysnin um tað, sum Schlüter
skuldi hava bjargað okkum
undan, er neyðugt heilt stutt at
greiða frá fortreytunum fyri og
innihaldinum í hesi loysn, sum
grønlendingar lótu sær lynda,
men sum føroyingar so gott sum
einmæltir vístu frá sær frá fyrsta
degi.
Tá grønlendingar fyrst í sjeyti-
árunum samtyktu at fara undir
samráðingar við donsku stjórnina
um eina heimastýrisskipan, segði
grønlendska landsráðið m.a.
hetta um ráevni í undirgrundini:
"Med hensyn til råstoffer i
undergrunden er udvalget af den
opfattelse, at dette sagsområde er
af så stor og afgørende betydn-
ing for et kommende grønlandsk
hjemmestyre, at flertallet finder
det naturligt at anse det for et
særanliggende". Tað gekk sum
kunnugt øðrvísi hjá grønlending-
um. Tá heimastýriskommisiónin
varð skipað var tað við fimm
landsráðslimum og níggju fólka-
tingslimum, meðan formaðurin
var danskur professari í altjóða-
rætti. M.a. við stuðli frá einum
øðrum donskum professara í
altjóða rætti, sum var reiðiliga
nógv frammi í føroyskum
miðlum herfyri, eydnaðist at
sannføra meirilutan í kommisi-
ónini um, at tað ikki bar til hjá
grønlendska heimastýrinum at
fáa ræði á møguligum ráevnum í
grønlendsku undirgrundini. Hetta
skuldi vera í stríð við "statens
højhedsret", "rigsfællesskabet"
o.a.m. Ja, enntá altjóðarætt, ser-
liga ST-samningin frá 1966 um
mannarættindi, ið annars var
ætlaður at verja veikar bólkar
sum grønlendingar, brúkti hesin
góði professari ímóti grønlend-
ingum í teirra undirgrundarmáli.
Úrslitið gjørdist ráevnislógin
fyri Grønland, ið ásetir, at tað
krevst avtala millum landsstýrið
og stjórnina til allar týðandi av-
gerðir um leiting og útvinning av
ráevnum, og at landstingið kann
áleggja landsstýrinum ikki at
gera sovorðna avtalu við stjórn-
ina. Hendan skipan verður van-
liga nevnd "dupult veto". Báðir
partar kunnu sostatt forða fyri, at
nakað hendir. Ein felags fyrisit-
ing hevur tilfeingisumsitingina í
hondum. Harafturat eru reglur í
lógini um býti av inntøkunum
millum Grønland og Danmark,
tó ikki fyrr enn útreiðslurnar hjá
statinum sambært fíggjarlógar-
játtanum viðvíkjandi Grønlandi
eru mótroknaðar. Inntøkubýtið er
seinni broytt, soleiðis at inntøkur
upp til 500 mió. kr. um árið
verða býttar í helvt. Verða inn-
tøkurnar meira enn tað, skal
samráðast um býtið.
Hetta er í stuttum "grøn-
lendska loysnin", sum Høgni
Hoydal leggur føroysku samráð-
ingarmenninar undir at hava havt
í skjáttuni tann 11. september
1992, men sum flestøll, ið hava
kunnleika til málið, vita, at
føroyingar av góðum grundum
ikki vildu hava, hóast hon, ella
líknandi loysn, stóð teimum í
boði frá fyrsta degi.
Fortreytirnar fyri
føroysku loysnini
Fortreytirnar fyri føroysku loysn-
ini vóru bæði rættarligar og
politiskar. Tíðin var bæði við og
ímóti, tá ráddi um at vinna
sømdir fyri føroysku krøvunum.
At málsøkið "ráevni í undir-
grundini" kom við sum B-mál í
heimastýrislógini var óivað fyrst
og fremst orsakað av kolinum í
Suðuroy, sum hevði havt stóran
týdning undir krígnum. Eingin
hugsaði tá um møguliga olju í
føroysku undirgrundini. For-
arbeiðini til heimastýrislógina
benda á, at tað ikki vóru danir,
men limir í føroysku samráðing-
arnevndini, sum kravdu, at hetta
málsøkið ikki skuldi vera A-,
men B-mál. Longu í 1948
samtykti løgtingið, at sam-
ráðingar skuldu takast upp við
stjórnina um yvirtøku, men tað
sær ikki út til, at nakað veruligt
hendi í málinum í fleiri ár.
Í 1975 samtykti løgtingið av
nýggjum "at málsøkið undir-
grund Føroya og havbotnurin
verður yvirtikið sum føroyskt
sermál". Fyri atkvøddu allir
flokkar uttan sambandsflokkurin.
Í 1982 var málið aftur reist á
tingi, og tá varð soljóðandi sam-
tykt gjørd, aftur hesaferð við
undirtøku av øllum flokkum
uttan sambandsflokkinum:
"Føroya løgting heldur fast við
samtyktina frá 17. apríl 1975:
Føroya løgting samtykkir, at
málsøkið undirgrund Føroya og
havbotnur verða yvirtikin sum
sermál". Undir tingviðgerðini í
1982 kom fram, at samráðingar
høvdu verið, og at uppskot til
kommisorium fyri eina samráð-
ingarnevnd var latið donsku
stjórnini, sum ikki hevði svarað.
Sambært hesum uppskoti skuldi
ein nevnd setast, sum m.a. skuldi
"undersøge og udarbejde forslag
til en færøsk råstofordning
baseret på ligestillingsprincippet,
men inden for disse rammer med
videst mulig hensyntagen til fær-
øske interesser..". Hetta var ikki
júst í samsvari við løgtingssam-
tyktina frá 1975, so tað var ikki
løgið, at løgtingið ikki tók undir
við tí.
Vit lógu tó sjóvarfallið av okk-
um við ikki at gera nakað veru-
ligt við kravið um yvirtøku fyrr-
enn í 1975, tá støðan var tann,
at tvær álvarsligar forðingar vóru
komnar í vegin. Í 1973 var tann
fyrsta oljukreppan, og trygg at-
gongd til orku lá øllum stjørnum
frammaliga í huga. Samstundis
var mótið fyri oljuvánum flutt so
langt til havs og so langt norður-
eftir, at tað ikki longur var
óhugsandi, at olja kundi finnast
á føroyskum øki, ikki minst um
tað fór at eydnast at fáa eitt gott
úrslit av samráðingunum við
Bretland um landgrunsmarkið.
Tað, sum kanska tá var upp-
aftur verri fyri føroysku støðuna
mótvegis donsku stjórnini, var, at
grønlendingar vóru farnir at seta
krøv um rættindi til teirra ráevni
í sambandi við ynski um eina
heimastýrisskipan. Hetta hendi
eisini í 1973, og tann 18. februar
1975, júst tveir mánaðir undan
løgtingssamtyktini frá 17. apríl
sama ár, kom eitt uppskot til
samráðingargrundarlag frá grøn-
lendska landsráðnum, har kravt
varð, at ráevni í undirgrundini
skuldu verða sermál. Her var
nakað at stríðast um, tí hóast olja
ikki mundi liggja frammaliga í
huganum, vóru nógv virðismikil
ráevni í grønlendsku undir-
grundini, eitt nú kryolit, sum
longu varð útvunnið.
Tað búðu sostatt fleiri sterkar
ráevnispolitiskar grundir undir,
at danska stjórnin sýtti fyri at
fara í realitetssamráðingar um
yvirtøku av málsøkinum ráevni í
føroysku undirgrundini og eisini
royndi seg við somu grundgev-
ingum móti føroyska kravinum,
sum eydnaðist teimum so væl í
Grønlandi, nevniliga at "statens
højhedsret", "rigsfællesskabet"
og seinni eisini "almindeligt
anerkendte retsprincipper"
skuldu vera til hindurs fyri einari
yvirtøku.
Sum kunnugt eydnaðist hetta
ikki, og tann 11. september 1992
varð semja fingin um yvirtøk-
una.
Alment kend viðurskifti?
At Høgna Hoydal ikki dámar
heimastýrislógina er eyðsæð, og
annað hevði
eisini verið løgið fyri formann
Tjóðveldisfloksins. Men máti
skal vera við, og tá hann nýtir
undirgrundarmálið sum skúla-
dømi um alt tað illa í heima-
stýrislógini, haldi eg, at hann ger
ovmikið av. Tað tykist eisini
løgið, at júst eitt B-mál sum
ráevni í undirgrundini ferð eftir
ferð verður drigið fram til at lýsa
hesa lóg sum heild. Meginpart-
urin av málunum, ið kundu yvir-
takast eru jú A-mál, ið til ber at
yvirtaka uttan stórvegis hóva-
sták. Tey fáu B-málini vórðu júst
"parkerað" í 1948 og goymd til
seinni samráðingar. Og í sam-
ráðingarspurningum er júst ikki
alt lagt fast frá byrjan.
Høgni Hoydal vísir til, at tað,
sum hann segði um grønlendsku
loysnina, ikki var annað enn
tílíkt, sum hevði verið alment
frammi gjøgnum nógv ár, og
vísir hann í hesum sambandi til
ymiskar blaðgreinir og eina sjón-
varpssending. Eg skal stutt tríva
í hetta tilfarið.
Í 1996 var undirgrundin í ein-
ari blaðgrein hjá Høgna Hoydal
skýrd at vera eitt av skúladøm-
unum um frumskógarkendu
Nr. 182 - 24. september 2005
33
Undirgrundin og
søguskriving
Halgir Winther Poulsen: – Føroyska loyvisskipanin – eins og líknandi skipanir í øðrum londum – er grundað á ta
fyritreyt, at loyvishavarin fær ognarrætt til framleidd kolvetni. At sáa iva um, at loyvisgevarin, Føroya landsstýri,
hevur fulla heimild til at veita loyvi, sum geva loyvishavarunum ognarrættin til útvunnin kolvetni, má haldast at
vera ábyrgdarleyst.
Framhald á næstu síðu