Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

heimastýrislógina. Av hesum stóðst mikil skriving, har fólk, ið vardu av undirgrundarmálinum og sum royndu at koma við rætt- leiðingum, av honum vórðu mett at vera naivir idealistar, ið einki høvdu skilt av tí beiska veru- leikanum, sum eftir øllum at døma var tann, at danir einans høvdu fjald motiv, tá tað snúði seg um undirgrundina. So var tað sjónvarpssendingin frá desember 1997 um banka- málið, sum Høgni Hoydal stóð fyri. Hon snúði seg mest um bankamálið, men undirgrundin varð tó ikki gloymd. Eftir at hava ásannað, at einki bendi á nakra stóra og neyva ætlan hjá donsku stjórnini við at lata undirgrund- ina av hondum, gitir hann kort- ini, at tað mest sannlíka er, at tað var fyri at føroyingar skuldu hava nakað at handla við, tá fíggjarligu krøvini fóru at koma úr Danmark eftir føroyska húsa- gangin. Løgin logikkur, má haldast, at kreditor skuldi latið debitorinum einasta aktiv av týdningi í forhond, vitandi um hóttandi húsagangin, fyri at hava nakað at krevja aftur. Sjálvur haldi eg, og helst fleiri við mær, at tað, sum telur mest fyri okkum føroyingar má vera, at vit høvdu rætt, og at vit eisini umsíðir fingu hendan rætt. Minni umráðandi átti at verið at komið við alskyns (ill)gitingum um, hvat fekk Schlüter til at geva eftir so ruddiliga, sum hann at enda gjørdi. Eg tími ikki at taka lut í hesum gitingum, men eftir at hava umhugsað allan spurn- ingin gjølla, eri eg sannførdur um, at so gott sum samfelda føroyska politiska kravið, og ikki minst tær vælgrundaðu fram- førslurnar frá føroyskari síðu, hava sannført Schlüter og donsku stjórnina um, at tað slapst ikki undan einari greiðari loysn, skuldi tað vera gjørligt at lata ta fastlæstu støðuna upp, soleiðis at farast kundi undir ráevnisvirk- semi á føroyskum øki. Tann óloysta marknatrætan við Bretland hevur óivað eisini havt sín týdning. Hvat fyrifórst í teimum sam- ráðingum, sum landsstýrið hevði við donsku stjórnina eftir skrædlið í oktober 1992, veit eg ikki, men tann tásitandi stjórnin, ið ikki tyktist føroyingum so vinarliga sinnað sum Schlüter- stjórnin, kom við fleiri krøvum viðvíkjandi undirgrundini. Har sótu jú eisini menn, sum høvdu roynt at forða yvirtøkuni í sínari tíð, eitt nú Poul Nyrup Ras- mussen og Poul Nielson. Samanumtikið kann tó sigast, at okkara ræði á økinum kom óskalað gjøgnum hesi truplu ár. Um hendingarnar á heysti 1992 verður víst til eina sam- røðu í Sosialinum tann 6. mars 1998 við Atla Dam um, hvussu hart stóð á í undirgrundarmálin- um, orsakað av obstruktión frá danska javnaðarflokkinum móti avtaluni frá 11. september 1992. Í hesum sambandi má fyrst verða sligið fast, at Schlüter á fundin- um tann 11. september 1992 undirstrikaði, at tann avtala, ið her var gjørd, var ein avtala millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, og at avtalan ikki skuldi leggjast fyri fólkatingið til góðkenningar. Hann fór tó "for god ordens skyld" at kunna politisku flokk- arnar í Danmark um avtaluna. Eg visti, at donsku javnaðarmenninir vóru í øðini, men grunaði ikki, at hendan øði vardi líka til í desember 1992. At hetta politiska trýst ikki megnaði at vika avtaluna, er væl saktans bert eitt prógv um, at stjórnin stóð við sítt orð. Harnæst er tað skrivingin í Sosialinum upp undir fólka- tingsvalið í 2001. Hendan søgan er í stuttum tann, at Høgni Hoydal, sum tá var varaløg- maður, í einari vallýsing førdi fram, at danska stjórnin fram- vegis ikki viðurkendi, at før- oyska tjóðin hevði ognarrætt til oljuna, og at eitt eljustríð tí stóð fyri framman um ognarrættin til hetta ríkidømið. Tað fanst bert ein máti at sleppa undan hesum stríði, og tað var at taka við skeytinum til okkara land og gerast sjálvstøðugt fullveldisríki. Hetta hendi júst sum eitt av oljufeløgunum hevði rakt við olju, og áhugin var tí stórur millum altjóða oljufeløgini, sum longu tá høvdu gjørt stórar íløgur í leiting á føroyskum øki við grundarlagi í loyvum frá Føroya landsstýri. Tað vóru mætari menn enn eg, ið hildu hetta vera ábyrgdarleys tala av landsins næsthægsta manni, m.a. táver- andi løgmaður og aðalstjórin í oljumálaráðnum. Í hesum sam- bandi má havast í huga, at eitt høvuðskrav hjá altjóða oljufe- løgum, ið standa fyri milliarda- íløgum í oljuleiting, er, at polit- isku viðurskiftini í viðkomandi londum eru støðug álítandi, og at tey myndugleikaloyvi, ið eru grundarlagið undir hesum íløgum, eru álítandi. Grønlendska loysnin og føroyska kravið Meðan grønlendingar sum greitt frá omanfyri endaðu við einari loysn, har teir hvørki fingu avgerðarrættin ella inntøkurnar yvir sínum ráevnum, var før- oyska kravið alla tíðina júst tað øvugta: Føroyar skuldu hava bæði avgerðarrætt og møguligar inntøkur. Hetta var eisini arbeiðssetningurin hjá teimum nevndum, ið landsstýrið setti at arbeiða fyri, at føroysku krøvini vunnu frama. Tað kann vera vert at minna á, at tá landsstýrið í desember 1987 setti eina kann- ingarnevnd at fyrireika kravið um samráðingar við donsku stjórnina, var tað við hesum arbeiðssetningi: "... at koma við uppskoti til eina samarbeiðs- avtalu millum landsstýrið og ríkisstýrið um fyrisitingina av undirgrundini, og sum gevur Føroyum endaliga avgerðarrættin til møguliga útvinning av ráevn- um úr føroysku undirgrundini, soleiðis at málsøkið "ráevni í undirgrundini" eftir avtalu við ríkisstýrið gerst sermál". Hetta var alla tíðina botnlinjan hjá føroysku samráðingarfólkunum. "Hvíta álitið" broytir sjálvandi einki í hesum. Hetta álitið var, eins og tað reyða og bláa álitið, ein partur av fyrireikingunum til samráðingar við donsku stjórn- ina. Av tí, at stjórnin ongatíð var komin við nøkrum ítøkiligum krøvum í sambandi við eina møguliga yvirtøku av hesum B- málinum, men bert sýtt fyri samráðingum uttan haldgóðar grundgevingar, helt nevndin tað vera beinast ikki at koma við nøkrum beinleiðis uppskoti til avtalu soleiðis sum arbeiðs- setningurin legði upp til, men heldur royna at greina hvørji høvuðsáhugamálini hjá báðum pørtum máttu haldast at vera, og viðgera nakrar høvuðsspurn- ingar, ið komandi samráðingar kundu haldast at fara at snúgva seg um. Í hesum sambandi má verða mint á, at Hvíta álitið var hugsað sum eitt slag av samráðingar- handbók hjá landsstýrinum, og varð tí hildið strangliga loyniligt, og kom ikki alment fram, fyrren 34 Nr. 182 - 24. september 2005 Flestøll, ið hava kunnleika til undirgrundarmálið, vita, at føroyingar av góðum grundum ikki vildu hava eina grønlendska loysn, hóast hon, ella líknandi loysn, stóð teimum í boði frá fyrsta degi. Her undirskriva Atli Dam, táverandi løgmaður og Poul Schlüter táverandi forsætisráðharri, undirgrundaravtaluna Mynd Kalmar