Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

samráðingarnar vóru loknar og avtalan gjørd. Eisini hetta álitið byggir á tað ófrávíkiliga kravið, at málið varð yvirtikið sum sermál, og at avgerðarrætturin tí skuldi liggja í Føroyum. Hin- vegin var eyðsæð, at danska stjórnin kundi seta krøv, tá tað snúði seg um eitt B-mál. Høv- uðsendamálið við Hvíta álitinum var júst ein roynd at lýsa, hvørj- um krøvum roknast kundi við, og í hvønn mun tílík krøv kanska kundu verða góðtikin uttan at føroysk áhugamál vórðu skadd. Samanumtikið kann einki av tí, ið Høgni Hoydal vísir til sum "alment kent", takast til inntøku fyri, at tað landsstýrið, ið førdi samráðingarnar um undirgrund- ina, nakrantíð umhugsaði eina grønlendska loysn ella gav donsku stjórnini minsta varhuga av, at ein tílík loysn kundi góðtakast. Tann 11. september 1992 – enn einaferð So eru vit aftur við spurningin um, hvat var í skjáttuni hjá landsstýrinum tann dagin. Høgni Hoydal sigur ein grønlendsk loysn (við ongum gásareygum!), og hann hevur ikki greitt frá, hvaðan hann hevur hetta páhald. Hesin fundurin var umbiðin av landsstýrinum fyri at fáa gongd á aftur arbeiðið í embætisbólkin- um, ið var fyribils niðurlagt, meðan bíðað varð eftir greiðari politiskum útmeldingum frá stjórnini. Sjálvsagt fóru sam- ráðingarmenninir ikki tómhentir til tílíkan fund. Tað hevði verið óðamannaverk, um ynski var at fáa nakað burturúr. Tilfar var tí fyrireikað til fundin, og av tí at minnið kann vera svikaligt tá frálíður, havi eg gjørt mær tann ómak at leita hetta tilfarið fram. Tað bygdi alt á ta ófrávíkiligu treyt, at málið varð yvirtikið sum sermál, og at føroyskir myndug- leikar sostatt fingu bæði lóg- gávuvaldið og umsitingina. Undir hesum treytum kundi sam- ráðast um ymiskar praktiskar loysnir, ið kundu vera til fyri- munar fyri báðar partar. Tað er nú einaferð soleiðis, at skulu samráðingar millum tveir partar, ið hava ymisk áhugamál, kunna føra til semju, er ofta neyðugt við pragmatiskum ella real- politiskum loysnum. Annars kann tað lættliga enda við, at tú - um tú heldur um alt - situr eftir við ongum. Millum hetta tilfarið er eitt skjal, nevnt "Talepunkter", um- fatandi tey krøv og sjónarmið, sum løgmaður skuldi føra fram á fundinum. Punkt 5 í hesum skjali er soljóðandi: "Jeg ønsker at gentage, at vores hjemme- styrelov af 1948 klart stiller os stærkere vedrørende en overtag- else end Grønland står i henhold til sin hjemmestyrelov af 1979. Allerede af denne grund er en "Grønlands-ordning" uacceptabel for os, både juridisk og politisk". Hetta var tað, ið løgmaður hevði í skjáttuni. Eg hugsi ikki, at tað kundi verið sagt stórt greiðari. Um at sitera Høgni Hoydal lastar meg fyri, at eg bert havi siterað eitt brot av grein hansara, og enntá verri ikki havi viðgjørt samanhangin og innihaldið í greinini. Hetta var ikki av tilvild. Eg havi ongan hug til at leggja meg útí eitt politiskt stríð millum Tjóðveld- isflokkin og Javnaðarflokkin. Tað, sum fekk meg at gera við- merkingar til greinina hjá Høgna Hoydal, var tann einfaldi veru- leikin, at eg visti, hvat gekk fyri seg á umrødda fundi, og at tað, sum hann skrivaði, var beinleiðis í stríð við veruleikan. Eg skal tó gera nakrar við- merkingar til tann partin av grein hansara, sum viðvíkti undir- grundini, og sum eg ikki nevndi í fyrra umfari. At Tjóðveldisflokkurin hevur hildið fast við síni mál og okkara rættindi, so at vit ikki fara av kós móti einum sjálvstøðugum landi, ivist eg onga løtu í. Eg dugi bara illa at síggja, at flokkurin hevði nakran øðrvísi leiklut í undir- grundarmálinum enn at standa saman við hinum flokkunum, ið vildu hava yvirtøkuna framda. Hetta var eisini ein sterk støða. Tó eigur at verða nevnt, at Finn- bogi Ísakson, ið sum landsstýris- maður hevði undirgrundarmálið um hendur, tá dansk-føroyska embætismannanevndin skuldi setast, helt fast um, at landsstýrið skuldi eiga formannin í nevndini. Hóast hetta, saman við ósemjuni um orðing av arbeiðssetningin- um, seinkaði samráðingunum í drúgva tí, var tað uttan iva ein skilagóð støða. At yvirtøkan av ráevnunum í undirgrundini á nakran hátt skal hava við sær, at vit fara av kósini móti einum sjálvstøðugum landi, man vera heldur torført at skilja fyri fólk flest. Tað finnast óivað fleiri, ið halda, at verður olja funnin til munar í føroysku undirgrundini, fer tað óivað at skunda undir hesa gongdina. So er tað tann gamla plátan um vantandi ognarrætt til undir- grundina, og at vit bert "hava yvirtikið umsitingina av ráevnum í undirgrundini". Hertil er í stuttum at viðmerkja, at vit hava ognarrættin til øll tey ráevni, ið kanska eru at finna í føroysku undirgrundini. Hesin ognarrættur er staðfestur í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi. Grein 1 ásetir, hvørji ráevni lógin fevnir um, og í grein 3 er ásett, at "Kolvetni, nevnd eru í § 1 hoyra Føroya landi til". Í við- merkingunum til grein 3 verður sagt, at "Stk. 1 ásetir, at kolvetni er landsins ogn". Hesin landsins ognarrættur verður handhevjaður á tann hátt, at tað eru løgting og landsstýri, ið skulu góðkenna alt ráevnisvirksemi og veita øll leitingar- og útvinningarloyvi á føroyskum land- og sjóøki, undir treytum, ið løgting og landsstýri leggja við. Ognarrættur landsins til rá- evnistilfeingið er sera týdningar- mikil, tá hugsað verður um møguleikarnar fyri at vekja áhuga hjá altjóða oljufeløgum at gera tær risaíløgur, ið leiting eftir olju á so torførum øki sum tí føroyska, krevur. Tað er nevni- liga hesin ognarrættur, ið heim- ilar landsstýrinum at geva loyvi við einkarrætti til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Sum nevnt í viðmerkingunum til grein 3 og 6 í kolvetnislógini ber tí- líkur einkarrættur vanliga við sær, at loyvishavin gerst eigari av møguligum kolvetnum fram- leiddum í loyvisøkinum. Kundu feløgini ikki fingið tílíkan ognar- rætt til útvunnin kolvetni, hevði áhugin at gera neyðugu íløgurnar uttan iva minkað munandi. Mær vitandi hava hvørki danskir myndugleikar ella tey altjóða feløg, ið hava brúkt hundraðtals miljónir til oljuvirk- semi í Føroyum og sum nú standa frammanfyri enn størri íløgum, sett minsta spurnartekin við hendan ognarrætt. Sum nevnt omanfyri er føroyska loyvisskip- anin – eins og líknandi skipanir í øðrum londum – grundað á ta fyritreyt, at loyvishavarin fær ognarrætt til framleidd kolvetni. At sáa iva um, at loyvisgevarin, Føroya landsstýri, hevur fulla heimild til at veita loyvi, sum geva loyvishavarunum ognar- rættin til útvunnin kolvetni, má haldast at vera ábyrgdarleyst. Nú sigur Høgni Hoydal helst, at hann tosar um ognarrættin til undirgrundina og ikki til ráevn- ini. Hetta er júst eitt sjónarmið, ið um tað hevði verið fremsta krav føroyinga undir samráð- ingunum, hevði ført til, at vit enn høvdu sitið og deilst um "høj- hedsret" og tílík "romantiske begreber", sum Schlüter einaferð tók til, heldur enn at fara eftir tí, sum heimastýrislógin heimilaði okkum, nevniliga ráevnunum. Lat so danir eiga eina tóma undirgrund, tá vit hava vundið oljuna úr henni, væl at merkja um vit ikki til ta tíð hava fingið skeytið. Hvussu hevur yvirtøkan roynst? Høgni Hoydal avdúkar, at fleiri føroyskir politikarar óttaðust fyri, at vit ikki høvdu serfrøðina til at kunna umsita økið sjálvi, og at Danmark tískil skuldi fáa ein aktivan leiklut í umsitingini. Sjálvur minnist eg ikki, hvørjir hesir vóru. Tað vóru ikki teir, sum ráddu fyri borgum í Tinga- nesi um ta tíðina, tá ráevnini vórðu yvirtikin og ein føroyskur oljupolitikkur skuldi fyrireikast og setast í verk. Teir høvdu ikki kálvahjarta, ið hvussu er ikki í undirgrundarmálinum. Longu í desember 1992, áðrenn yvirtøkuavtalan varð undirskrivað, setti landsstýrið Oljuráðleggingarnevndina, ið fekk til uppgávu at vera lands- stýrinum til hjálpar við at gera eina strategi til umsitingar av tilfeinginum í undirgrundini. Nóg mikið var at takast við: Føroyska sjóøkið var púra ókannað sum møguligt oljuøki, og galdandi lóggávan frá 1950 var avoldað. Nevndin lat landsstýrinum álit á jóansøku 1993 við tilmæli um manna- gongdir og uppskoti um for- kanningarlóg. Lógin varð samtykt av løgting- inum í oktober sama ár, og longu várið eftir varð loyvi givið til seismiskar kanningar, eftir at tilboð vóru komin frá fleiri altjóða seismikkfeløgum. Sam- stundis var lítil, men arbeiðssom og dugnalig, oljufyrisiting sett á stovn. Hon gjørdi sítt ýtarsta fyri at røkja føroysku áhugamálini, og hevur eisini dugað væl at gjørt brúk av vitan uttaneftir í samvinnu við feløg og stovnar uttanlands. Nevnt kann vera, at oljufyrisitingin helst man hava verið so gott sum útreiðslu- neutral fyri landskassan, tá hugsað verður um tær miljóna- upphæddir, ið eru goldnar av útlendsku loyvishavunum í ymiskum gjøldum sambært loyvistreytum og kolvetnisskatti. Hetta man helst vera eitt eindømi í almennari fyrisiting í Føroyum. Eftir at nútímans kolvetnislóg varð samtykt, endaði fyrsta útbjóðingarumfarið í august 2000 við tí úrsliti, at sjey loyvi vórðu latin fimm samtøkum umboðandi 12 oljufeløg. Annað umfarið var í januar í ár, og vórðu tá latin sjey loyvi til fimm samtøk umboðandi átta feløg. Gamaní er olja enn ikki funnin í rakstrarverdum nøgdum, men higartil hava altjóða oljufeløgini ikki mist áhugan fyri føroyska økinum, so vónir eru fyri at olja verður funnin í størri nøgdum enn higartil. Nr. 182 - 24. september 2005 35 Ognarrættur landsins til ráevnistilfeingið er sera týdningarmikil, tá hugsað verður um møguleikarnar fyri at vekja áhuga hjá altjóða oljufeløgum at gera tær risaíløgur, ið leiting eftir olju á so torførum øki sum tí føroyska, krevur. Tað er nevniliga hesin ognarrættur, ið heimilar landsstýrinum at geva loyvi við einkarrætti til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Kortið vísir fyrstu loyvini til boring á føroyskum øki