týsdagur 27. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyrilestur um avleið-
ingar av happing og
hvussu happing kann
fyribyrgjast
HAPPING
Happing hendir á flestu
skúlum. Tað er ikki altíð
lætt at staðfesta, og ov ofta
tí vit ikki ynskja at stað-
festa at happing fer fram, tí
vit ikki vita, hvat vit skulu
gera.
Bert
meinaleysir
barnalótir
vilja
summi
halda, men at børn eru fyri
happing kann fáa álvar-
samar fylgir seinni í lív-
inum hjá teimum, staðfestir
formaðurin í Sinnisbata.
Avleiðingar av happing
og hvussu happing kann
fyribyrgjast, er heiti á
fyrilestri, sum Soffi Eg-
holm heldur í Kvívíkar
skúla mikudagin 28. sep-
tember kl 19. Aftaná verða
stuttir filmar um sama evni
sýndir. Tiltakið er alment
og øll eru vælkomin.
Soffi Egholm er for-
maður í Sinnisbata og hev-
ur starvast sum psyko-
terapeutur innan barna- og
ungdómspsykatri í umleið
20 ár. Sinnisbati fer seinni í
ár undir eitt landsumfat-
andi átak, ið hevur til enda-
máls at varpa ljós á trupul-
leikarnar og fylgjurnar,
sum kunnu standast av at
børn verða happað.
Skúlastýrið fyri Kvívíkar
Skúla skipar fyri tiltakin-
um.
2
Nr. 183 - 27. september 2005
Sterka spreingingin á
Skála fríggjadagin
kundi lættliga havt
fólkaskaða við sær.
Tað er Johan M. Ja-
cobsen sannførdur
um. Hús og bilur
hansara hava fingið
stóran skaða og eini
stóri steinurin er
komin niður ígjøg-
num tekjuna og ligg-
ur á á loftinum.
Konan er dagpleygu-
mamma og nógv
børn vóru í húsinum,
tá spreingingin hendi
SPREINGING
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Johan M. Jacobsen á Skála
er sannførdur um, at sterka
spreingingin, sum hendi
fríggjadagin, kundi havt
fólkaskaða við sær.
Kona hansara er dag-
pleygumamma og í granna-
húsunum eru eisini dag-
pleygubørn
Tíbetur var veðrið so
ringt fríggjadagin, at øll
vóru
inni
og
spældu.
Høvdu tey verið uttanfyri,
so hevði fólkaskaði verið, tí
ivist eg ikki í, sigur Johan
M. jacobsen.
- Tað larmaði sum eg veit
ikki hvat. Tað er ikki ov
mikið sagt, at tað heglaði
við
smágróti
á
Skála
fríggjadagin. Eg var sjálvur
staddur á skipasmiðjuni og
tað var nógvur larmur, tá
smágrót frá spreingingini
rakti tekjuna har. Tá eg so
kom niðan til hús var ringt
skil. Har grótu øll og fleiri
fólk ringdu niðan fyri at
vita hvussu skilið var, tí tey
høvdu hoyrt larmin, sigur
Johan M. Jacobsen.
Hann ivast ikki í, at
høvdu børnini, og fólk ann-
ars, verið úti, sum vanligt
er, so hevði fólkaskaði
staðist av.
Fleiri buglur
Fleiri smáar buglur eru í
húsatekjuni hjá Johan M.
Jacobsen og eini steinurin
er komin niður ígjøgnum
tekjuna og ígjøgnum tróð-
urið og liggur nú á loft-
inum. Johan fegnast um, at
hann hevur lagt plátur í á
loftinum, tí annars hevði
steinurin komið longur
niður.
Eisini bilurin hjá honum
hevur fingið skaða og fleiri
buglur eru í av smágrótin-
um, sum heglaði yvir
Skálabygd fríggjadagin, tá
menn sprongdu fyri lands-
vegi omanfyri bygdina.
Ikki fyrstu ferð
Johan hevur prátað við
fleiri fólk um hendingina,
og sjálvt í Søldarfirði
høvdu tey merkt hørðu
spreingingina,
og
har
skulvu húsini.
- Tað ringasta er, at hetta
er ikki fyrstu ferð, so ein
bíðar bara til skaðin hendir
av álvara, sigur Johan M.
Jacobsen, sum metir, at
sera illa er avstaðfarið, tá
sprongt er og hann metir, at
slíkt er sera ábyrgdarleyst.
Tað heglaði við smágróti
Tá seinasta undanumfarið í
sendingini A cut varð sent
fríggjakvøldið vóru einans
fýra bólkar eftir, føroysku
punkararnir í The Dreams
var ein av teimum. Tveir
bólkar komu í finaluna, so
spenningurin var stórur. Tá
avtornaði gjørdist greitt at
donsku Alpine og bretsku
Youth of Britain, vóru
finalubólkarnir.
Hesir bólkar vunnu sær
møguleikan at spæla eitt
lag inn í upptøkuhøli í
London, og sostatt kappast
um møguleikan at hita upp
fyri Anastaciu framman
fyri 35.000 tónleikatystum
týskarum.
The Dreams og italsku
Frost vóru sendir heim, so
tætt við málstrikuna. Men
eingin ivi er um, at The
Dreams
hava
fingið
reklamuvirði í millión-
upphæddum av at luttaka í
trimum sendingum á MTV.
nud
The Dreams snávaðu beint áðrenn málstrikuna
Tá 200, Gestir og Makel
spældu á Atlantic Music
Event í Vega, av danska
sjónvarpsrásin TV2 við.
Tikið varð upp á konsert-
ini hjá 200, og prát varð
gjørt við bólkin. Nú
verður sendingin send,
hon verður send á TV2
mikudagin
kl.
16.00
føroyska tíð.
Rundfunk er ein tann
best umtókta ungdóms-
sendingin í donskum
sjónvarpi, og hevur ofta
eitt sindur løgnar og
stuttligar vinklar, tá teir
lýsa søgur, ella gera sam-
røður. Tað eru ikki nógv
húsarhald í Føroyum, ið
síggja TV2, men sam-
bært Ivani Niclassen
leiðara á mentanardeild-
ini í sjónvarps partinum í
Kringvarpi Føroya, kann
talan verða um, at send-
ingin verður send í før-
oyskum sjónvarpi. Hetta
verður tó ikki gjørt sum
samsending.
nud
200 verða í Rundfunk
mikudagin
Ummælarin rodnaði
Tá Páll Finnur Páll fríggjakvøldið høvdu útgávu-
konsert í REX, rodnaði ummælarin hjá Sosialinum
Rókur Jakobsen, tá Páll Finnur Páll sungu teir
grovastu tekstirnar.
Í ummæli í blaðnum í morgin skrivar Rókur, m.a.:
"...lat tað verða sagt beinavegin, at eg rodnaði, tá ið
teir grovastu sangirnir vóru spældir. Vit hava ofta
lindið til at halda, at vit eru harðfør, men tá ið PFP
seta sær fyri at vera grovir, tá krimpi eg tærnar. Hjá
teimum er alt loyvt..."
nud
Happing í Kvívíkar skúla