Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2005 3 Íløgufelagið Tjaldur, sum er gamla Skipa- felagið, keypti mána- dagin 60% av parta- peningi í P/F Vónini ÍLØGA Jákup Mørk Hesum boðaði Tjaldur frá í tíðindaskrivi mánadagin. Partarnir vilja ikki siga nakað um keypspeningin, men Líggjas í Bø, nevnd- arformaðu í Tjaldri, ásann- ar, at handilin langt ífrá hevur verið ókeypis. - Tjaldur er í dag eitt íløgufelag. Tí meta vit støð- ugt um, hvussu virðini hjá virkinum skulu plaserast, og her hava vit mett Vónina sum eitt áhugavert virki við góðum menningarmøgu- leikum. Tí hava vit givið gomlu partaeigarunum eitt tilboð, og hesum hava teir tikið av. Aðrar viðmerking- ar fái eg ikki gjørt í løtuni, staðfestir Líggjast. Hóast ognarviðurskiftini soleiðis verða broytt, so verður leiðslan í felagnum fyribils tann sama. Í tíð- indaskrivinum verður sagt, at allir teir gomlu parta- eigararnir framvegis eiga part - tó ein minni part - í virkinum, og at bæði nevnd og stjórn verða óbroytt. Samstundis verður upp- lýst, at Tjaldur í samband við keypi hevur goldið part av keypspeningi í felagið, soleiðis at hetta verður sterkari framyvir. Eginpeningurin hjá Vón- ini var við árslok 2004 góðar 59 mió kr. Ársúrslitið eftir skatt var 6,5 mió kr. So er MFS aftur á palli við einum fjøl- broyttum tiltaki í Føroyahúsinum PISUDAGUR Fríggjadagin 30. septemb- er skipar MFS fyri pisu- degi, framløgu og café- kvøldi við tónleiki í Før- oyahúsinum. Byrjað verður kl 18.30 við einum pisudegi, sum er skipaður sum eitt kunnandi tiltak fyri øll tey, sum júst eru byrjað at lesa. Her fara ymisk føroysk feløg í Keypmannahavn at greiða frá virksemi teirra, soleiðis at tey sum júst eru byrjaði á hægri lærustovni fáa innlit í, hvørjar møguleikar tey hava at hitta aðrar føroy- ingar mentunnarliga, ítrótt- arliga og fakliga. Ráðslimir í MFS verða tøkir at svara spurningum um ymisk praktisk viðurskifti, sum kunnu tykjast trupul fyrstu tíðina á einum nýggjum staði. Kl. 19.30 fer Sámal Matras Christiansen at hava framløgu við støði í høvuðsuppgávu síni við heitinum: »Ímyndin av bú- staðnum - ein case-kanning av búsetingini á føroyska meginlandinum í einari mobilari tíð«. Ein for- smakkur uppá, hvat hetta fer at snúgva seg um er við- heft niðanfyri. Finnur Jensen (úr Páll Finnur Páll) fer at spæla aftaná. Caféin verður opin, so tað er lagt upp til eitt hugnaligt fríggjakvøld við eitt sindur av hvørjum. Ímyndin av bústaðnum - ein case-kanning av bú- setingini á føroyska megin- landinum í eini mobilari tíð [Úrdráttur] Ímyndin av bústaðnum er ein ekstrem og para- digmatisk case-kanning, har ein rúgva av lokalum politikkum og broytingar- tilgongdum í einari før- oyskari bygdakommunu verða kannað. Bygda- kommunurnar eru hetta seinasta áratíggið broyttar frá at vera bygdasamfeløg til at gerast nakað, ið minn- ir um forstaðir. Bygdirnar á meginlandinum eru vorð- nar partur av einum stórum »netverksbýi«, har ymisku bygdirnar og býirnir hava ymiskar leiklutir í hesum stóra, nærum landsum- fatandi samanhangi. Men tað er munur á, hvussu ymisku kommunurnar velja at taka ímóti teimum nýggju møguleikunum og avbjóðingunum og krøvun- um frá nýggju borgarunum um bústað og tænastuút- boð. Serliga viðvíkjandi orðingini av proaktivum og samanhangandi politikk- um, er tað ein stórur trupul- leiki, at nógvar av kommununum hava sera primitivar fyrisitingarligar umstøður, ella tað eg velji at kalla eina "fólksliga fyri- siting", ið hevur lyndi at vera sera stuttskygd. MFS í Føroyahúsinum: Pisudagur, framløga og cafékvøld Tjaldur hevur keypt Vónina