Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 183 - 27. september 2005 Bygningurin, Yviri við Strond 19, er í trimum hæddum og kann nýtast til bústað og vinnuligt endamál. Bygningurin kann leigast sum hann er ella í trimum leigumálum á einar 150 fermetrar hvørt. Nú er bygningurin innrættaður til skrivstovur, men vit tillaga innrættingina til tørvin hjá tí, ið ynskir at leiga. Her er stutt úr miðbýnum og fram úr gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Økið rundan um bygningin er fríðkað og annars gjørt til parkeringsøki og innkoyring. Harumframt eru góð parkerings- viðurskifti í økinum. Áhugaði at leiga ella keypa bygningin eru vælkomin at venda sær til: Pf. Meinhardt Arge Att.: Finnbogi Arge Tlf.: 345400 ella tlf. 225088 Íbúðir ella skrivstovur við útsýni yvir Nólsoyarfjørð til leigu/sølu Nú dagarnir styttast fara fólk spakuliga at fyrireika seg til at fara undir tey hugnaligu vetrarítrivini. Mána- kvøldið 26. september byrjar Felagskórið Gøta/Leirvík venjing- arnar aftur við Heðin Kambsdal sum kór- leiðara KÓRSANGUR Felagskórið Gøta/Leirvík, ið er mannað við sangarum úr einum stórum parti av Eysturoy, byrjar venjingar- nar aftur mánakvøldið 26. september kl. 19.30 í nið- aru hædd í eldrasambýlin- um Gøtubrá, ið er í Norðra- gøtu. Kórið verður í hesum árinum 20 ár, og 20 ár kann kanska haldast at verða ov ungt til at flyta inn á sam- býli, men hølini eru væl egnað til ung fólk eisini, og samstundis vóna vit, at vit við at verða har, kunnu verða við til at økja um trivnaðin hjá teimum sum búgva har. Seinastu tvey árini hevur Martin Mouritsen verið kórleiðari hjá Felagskórin- um, men hann bar seg und- an av tíðarávum. Kórið hevur síðan heitt á Heðin Kamsdal, ið eitt skifti vandi kórið í 5 ár. Heðin játtaði og sostatt fer hann nú undir 6. árið saman við Felags- kórinum Gøta Leirvík, væl á veg at taka Bjarna Restorff, ið hevur rekord- ina við 7 árum. Venjararnir, ið kórið hevur havt hesi 20 árini eru: André Demidoff, Thomas Anderson, Ernst Dalsgarð og so teir tríggir omanfyrinevndu. Skráin hjá kórinum er vanliga sera fjølbroytt. Millum annað sálmar, sangir, negro spirituals, rytmiskur tónleikur og nak- að av løttum klassiskum tónleiki. Kórið hevur fast 2 konsertir um árið - eina fyri jól og eina um várið. Har- umframt er kórið við til ymisk lokal tiltøk, so sum tá jóltrøini í bygdunum verða tendrað og helst er Felagskórið tað kórið, ið hevur sungið flest skip í havn. Í sambandi við at kórið fyllir 20 ár í hesum sangár- inum hevur kórið boðið seg fram at verða vertur á ár- ligu kórstevnuni í vár. Tá kórið fylti 10 ár, var kór- stevna eisini í bygdunum, og eru vit í kórinum so smátt farin at gleða okkum at verða vertir fyri kór- sangarum í Føroyum aftur. Kórið heitir inniliga á øll sum hava hug at syngja um at møta upp. Tað hevði verið sera hugaligt at kunnað hátíðarhildið 20 ára dagin við ein stórum og góðum kórum. Tað eru ongi krøv til upptøku. Um tú ivast um sangkór er nakað fyri teg, ert tú væl- komin at tosa við onkran í kórinum. Hugnaligu vetrarítrivini byrja spakuliga aftur Konsert í Vesturkirkjuni fyri jól í fjør