Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2005 5 MFS skipar fyri pisudegi í Føroyahúsinum Fríggjadagin 30. sep- tember skipar MFS fyri pisudegi, framløgu og cafékvøldi við tónleiki í Føroyahúsinum. Byrjað verður kl. 18.30 við einum pisudegi, sum er skipaður sum eitt kunnandi tiltak fyri øll tey sum júst eru byrjaði at lesa. Her fara ymisk føroysk feløg í Keyp- mannahavn at greiða frá virksemi teirra, soleiðis at tey sum júst eru byrj- aði á hægri lærustovni fáa innlit í hvørjar møgu- leikar tey hava at hitta aðrar føroyingar ment- anarliga, ítróttarliga og fakliga. Ráðslimir í MFS verða tøkir at svara spurningum um ymisk praktisk viðurskifti, sum kunnu tykjast trupul fyrstu tíðina á einum nýggjum stað. Kl. 19.30 fer Sámal Matras Christiansen at hava framløgu við støði í høvuðsuppgávu síni við heitinum: "Ímyndin av bústaðnum - ein case- kanning av búsetingini á føroyska meginlandinum í einari mobilari tíð". Finnur Jensen (úr Páll Finnur Páll) fer at spæla aftaná. Caféin verður opin, so tað er lagt upp til eitt hugnaligt fríggja- kvøld við eitt sindur av hvørjum. Minibussur út av við Skipanes Vikuskiftið hevur sum heild verið friðarligt, men tó merkt av, at fólk hava verið í býnum. Í nátt fór ein minibussur útav vegnum við Skipanes Taxa minibussurin fór útav vegnum við Skipa- nes í náttt. Í Bussinum vóru 10 ung fólk. Ongin persónskaði hendi, men nakað av skrokkskaða var, sigur løgreglan. Ófriður í Havn og í Tjørnuvík Tá løgreglan í dag skuldi svara uppá, hvørt viku- skiftið hevur verið friðar- ligt ella ikki, so var svar- ið: Bæði og! Tvey harð- skapsmál hava verið í Havn og í Tjørnuvík og so hevur talan eisini ver- ið um húsaófrið Vikuskiftið hevur verið merkt av, at fólk hava hugnað sær í býnum og løgreglan hevur havt nóg mikið at gera við at ansa eftir fullum fólki. Tvey harðskapsmál hava verið um vikuskift- ið. Í Havn varð ein maður álopin í miðbýnum í nátt. Hann fekk skaða í and- litið og breyt nakrar framtenn. Maður var sjálvur drukkin, men vitni eru í málinum og løgreglan arbeiðir við málinum, men veit tó enn ikki, um talan var um ein ella fleiri álopsmenn. Í Tjørnuvík var veitslu- dagur í gjár, teir vóru í Stakkinum eftir seyði, og dagurin endaði við dansi. Tey flestu hugnaðu sær óivað, men ein maður varð sligin so meint, at hann fall í óvit eina løtu. Hann varð fluttur á sjúkrahús og maðurin, ið framdi illgerðina, varð handtikin og málið verð- ur mett sum uppklárað, sigur løgreglan í Havn. Annars sigur løgregl- an, at vikuskiftið hevur verið sum vikuskifti flest og merkt av fullum fólki í gøtunum í Havn. Eisini hava nøkur mál verið, ið snúgva seg um húsaófrið. Hart at skula giftast Tað gongur ofta hart fyri seg dagarnar framman- undan brúdleypi. Í Før- oyum er tað vorðið alt vanligari at hava sonevnt polterabend. Tá slíkt er, so taka vin- fólk hjá brúður ella brúð- gómi hesi við til eina veitsluløtu í býnum. Ofta er hetta eina viku ella so undan brúdleypinum og viðkomandi skal tá finna seg í at skula gera bæði líkt og ólíkt og harum- framt at ganga og vála í býnum í klæðum, sum tey annars ikki høvdu farið í. Polterabend er nú van- ligt fyribrigdi kring allar Føroyar og í kvøld gong- ur tað út yvir hendan vágbingin (myndin), sum skal giftast komandi leygardag. Í kvøld og í nátt verður hetta ein sjón, ið møtir suðuroyingum, ið fara út á gøturnar í kvøld. Leygardagin var fernisering í eini av høllunum hjá Tórs- havnar Skipasmiðju. Heystframsýningin 2005 er farin av bakkastokki, eins og so mong skip eru farin tað á sama stað FERNISERING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað eru nøkur av fremstu listafólkum føroyinga, ið sýna fram og felags fyri tey er eisini, at tey eru so- nevndu útbrótararnir. Tey hava tikið seg úr felagnum Føroysk Myndlistafólk, men tað helt Gunnar Hoy- dal ikki vera nakað ringt í sjálvum sær, tá hann helt røðu við ferniseringina Gunnar Hoydal segði m.a. í røðu síni, at hetta var ein søguligur dagur, tí nú høvdu nøkur av fremstu listafólkunum í landinum tikið seg saman í ein lista- bólk og harvið vildu tey eggja hvør øðrum til at gerast enn betri. hetta er ikki ókent í útlandinum. Td impressionistarnir í Frak- landi sum ikki vildu ganga undir krøv og tóku seg frá hinum. Sama er við stóra framsýningarhølinum í Keypmannahavn Den fri, sum ikki vildi ganga undir almennar treytir og so tóku seg saman í ein bólk. Tann bólkurin og húsið hevur mangan hýst føroyskari list. Eisini segði Gunnar, at vit skuldu minnast til at vit ufmramt hesi 12 áttu nógv onnur sera góð listafólk og hetta var at fegnast um. Hann segði at seinasta árið hevði verið nakað baldrut í listaverðini, men tað var bara gott, tí nú var list uppi og vendi nógva staðni. Hann var fleiri ferðir steðgaður av fólki, sum hann ikki kendi og tey vildu sleppa at kjakast um list, hvat var gott og minnið gott. Tað er eitt tekin um at støðan er góð helt Gunnar Hoydal. Eisini var dagurin søguligur, tí at nú hevði býurin fingið enn eitt gott framsýningarhøli. Gunnar Mohr skipa- smiðju stjóri helt eisini stutta røðu. Hann fegnaðist um at sleppa at hýsa framsýningini, men helt at hetta var ikki fyrstu ferð at list var á skipasmiðjuni. Rannvá Konoy hevði sýnt fram á hæddini uppi yvir og øll tey mongu skipini, sum høvdu sætt dagsins ljós her í hesum hølinum vóru sanniliga eisini listaverk, segði Gunnar Mohr Søguligur listdagur á Tórs- havnar Skipasmiðju BINDIBÓK Í samband við, at nýggja bindibókin hjá Navia á Toftum og Bindibúðini í SMS kemur út, verður stórt tiltak á Torginum frá hós- degnum 29. september til leygardagin 1. oktober. Hetta er onnur bindibókin av sínum slag og seinast varð eisini gjørt nógv burt- urúr á Torginum, ið var sera væl vitjað. Bindibókin er úrslit av mynsturkapping, ið varð útskrivað í januar og innlatingarfreistin var 1. juni 2005. Dentur varð lagdur á, at mynstrini skuldu vera nýskapandi við føroyskum uppruna og inn komu heili 110 mynstur. Av teimum 110 mynstrunum hevur dómsnevnd valt 23 tey bestu at vera við í nýggju bindibókini. Hesa ferð eru mynstrini sera ymisk soleiðis, at nýggja bindibókin hevur eitt enn breiðari úrval enn hin und- anfarna. Tiltakið á Torginum byrj- ar hósmorgunin 29. sep- tember kl. 10 og á skánni er ymiskt forvitnisligt. Øll pløggini, ið komu inn til kappingina verða sýnd fram og mótasýning verður við mynstrunum, ið komu við í bókina. Teir 23 vinn- ararnir verða kunngjørdir á pallinum og ein teirra fær virðisløn fyri besta mynstr- ið. Framsýningin og bindi- caféin hava opið somu tíðir sum SMS allar tríggjar dagarnar og kappast verður um eina flogferð við At- lantic Airways. Til undir- halds verður livandi tón- leikur. Sí skránna niðanfyri. Faldari, ið verður borin til øll húski í Føroyum týsdag- in 27. september Hósdagin 29. september 10.00-18.00: Framsýningin Navia og bindicaféin hava opið 16.00: Vinnarnir av mynst- urkappingini verða kunn- gjørdir á pallinum 16.30: Livandi tónleikur við Maluni Eyðunsdóttir Fríggjadagin 30. september 10.00-19.00: Framsýningin Navia og bindicaféin hava opið 17.00: Mótasýning við pløggum úr nýggju bindi- bókini 17.30: Livandi tónleikur við Maluni Eyðunsdóttir Leygagardagin 1. oktober 10.00-16.00: Framsýningin Navia og bindicaféin hava opið 13.00: Mótasýning við pløggum úr nýggju bindi- bókini 14.00: Livandi tónleikur við Lailu Carlsen Navia á Torginum