Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 183 - 27. september 2005 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku varð sjóneykan sett á amerikanska tjóð- bankan, Fed. Ein partur av fíggjarmarknaðinum vænt- aði, at oyðileggingarnar eft- ir ódnina Katrinu kanska fingu Fed at steðga við rentuhækkingunum. Men so varð ikki. Fed hevur hækkað stuttu rentuna við 0,25% á hvørjum fundi síð- an juni 2004, og nú er hon 3,75%. Í tíðindaskrivinum, sum kom eftir rentufundin, metti Fed, at ávirkanin av ódnini ikki fer at vera varandi. Fed legði í staðin dent á, at høgu oljuprísirnir so við og við kunnu elva til størri prísvøkstur á øðrum vørum. Hetta bendir á, at rentuhækkingarnar í USA fara at halda fram í minsta lagi nakrar mánaðir aftrat. Evropiski miðbankin er í eini heilt aðrari støðu, við lágum búskapar- og prís- vøkstri, og tí fara amer- ikonsku rentuhækkingarnar ikki at sláa ígjøgnum til Evropa enn. Lágar rentur Danska 10-ára rentan var eitt skifti í farnu viku niðri á 2,97%. Harvið setti hon nýtt met enn einaferð. Síð- an er hon hækkað eitt sindur aftur, og liggur nú á 3,07%. Útlit eru fyri, at hon fer at sveiggja millum 2,95% og 3,10% hesa vikuna. Rita ávirkaði partabrøv Farnu vikuna vóru tað mest veðurtíðindi úr meksik- anska flógvanum, ið ávirk- aðu partabrøvini. Eftir herviligu ódnina Katrinu, ið legði fleiri oljureinsiverk lamin, varð óttað, at eisini Rita fór herja oljuídnaðin. Tískil stóðu partabrøv seg sum heild vánaligt. Eftir at Rita gjørdist mildari enn væntað, bleiv jaligari á partabrævamarknaðunum og mánamorgunin hækk- aðu partabrøvini sum heild væl. Tíðarskeiðið við ódn- um í meksikanska flógvan- um er ikki av enn og tí kann væntast, at ódnir fara at seta dám á næsta mánaðin, til ódnartíðarskeiðið er av. Hesa vikuna Hendan vikan verður merkt av álitistølum fyri septem- bur, bæði úr USA og Evr- opa. Ódnin Katrina leggur eitt ok á amerikonsku tøl- ini, og haraftrat er óvist, júst hvussu nógva ávirkan hon hevur. Tí kann væntast, at hesi álitistøl kunnu elva til røring hesa vikuna. Framhaldandi kann vænt- ast, at oljuprísgongdin verður avgerandi fyri gongdina á virðisbræva- marknaðunum. Rentuhækking í USA Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 619,75 1,7% Lánsbrøv í DKK 106,15 0,3% JPY 5,51 0,6% Evru Lánsbrøv 177,07 0,4% GBP 1.100,35 -0,2% Norrøn Partabrøv 100,91 -0,5% NOK 95,61 -0,1% Altjóða Vøkstur 67,19 -0,3% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 2,90% 3,10% 3,30% 26/06 27/07 27/08 910 950 990 26/06 27/07 27/08 Vika 38, 2005 www.kaupthing.fo - Aftur í ár koma vit at hjálpa tykkum, so at tit kunnu hjálpa okk- um við at hjálpa øðr- um, sigur Skótahjálp- in, sum frá leygardeg- num 24. sept. til leyg- ardagin 1. okt. sendir skótar út at ganga hús úr húsi at bjóða seg fram at gera eitt hvørt arbeiði ímóti einari samsýning, sum fólk sjálvi áseta Í 2004 arbeiddu skótarnir 133.468 kr inn til skóta- hjálpina, og takkar Skóta- hjálpin fyri stuðulin, sum varð latin soleiðis: 50.000 kr til føroyskar sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung, ið hava mist for- eldur við deyða. 50.000 kr vóru latnar til hjálpararbeiðið millum børn í Kolumbia. 100.000 kr vóru latnar úr bráneyðhjálpargrunni til Sunami hjálpina gjøgnum Reyða Kross Føroyar Í ár verður hjálpin eisini býtt út bæði uttanlands og í Føroyum. Útlendska verkætlanin verður eisini hesaferð í ein- um menningarlandi. Før- oyski trúboðin, Óluva Laksá, sum í mong ár var í Bangladesj, hevur eisini síðani verið knýtt at einum heimi fyri foreldraleysar gentur av Santalfólkinum. Sjálvsagt er tað trupult at vera fátøk, foreldraleys genta í einum landi, sum støðugt verður herjað av ógvusligum áarlopum og yvirfloymi. Uppaftur verri er eisini at vera av einum lítið mettum minnilutafólki av lagstu kastu. Á barnaheiminum læra genturnar handverk, sum kann hjálpa teimum til betri at lívbjarga sær og sínum. Tað er vón okkara, at før- oyska skótahjálpin kann út- vega teimum vinnuligar hentleikar, sum tær annars ikki kunnu fáa. Tað góða við at hjálpa í menningarlondum er, at peningurin røkkur so væl- signað langt. Verkætlanin, sum Skótahjálpin styðjaði í fjør, barnaheim hjá felags- skapinim »Kristin fyri friði í Columbia«, fekk sera væl burtur úr teimum fimmti túsund krónunum. Tey keyptu eitt grundstykki upp á 2000 fermetrar. Harvið kunnu tey víðka barnaheim- ið í San Vinsente við eini tiltrongdari dreingjadeild við plássi til 42 dreingir. Harumframt gjørdi stuðulin tað møguligt, at øll tey 300 børnini, sum longu eru knýtt at barnaheiminum kundu fáa eina jólagávu í fjør. Barnadeildin á Lands- sjúkrahúsinum flytir til heystar í nýggj hølir. Har verður meira rúmsát og betri umstøður at gera am- bulantar barnna kanningar. Ì hesum sambandi verður umframt eina spælistovu inni á deildini, eisini gjørt eitt kombinerað bíðirúm/ spælirúm til ambulantar sjúklingar. Skótahjálpin hevur í ár valt at stuðla barnadeildini við útgerð til spælistovur- nar. Barnadeildin fer at nýta upphæddina til størri lutir so sum stóran sjón- varpsskíggja við dvd, teldu og playstation og tilhoyr- andi teknifilmum, play- station spølum. Á barnadeildini verða umleið 1.500 børn innløgd hvørt ár og umleið 1.000 børn fáa ambulanta viðgerð. Tað eru sostatt nógv børn í Føroyum, sum fáa gleði av hesari gávu. Barnadeildin er vald út til at verða ein av deildinum á Landssjúkrahúsinum, sum skal royndar koyra tað nýggju talgildu sjúklinga- journalskipanina. Allar skótasamskipanir eru við í skótahjálpini. Tey 21 árini, Skótahjálpin hevur virkað, hevur hon savnað sa- man og býtt út 2.502.290 kr. Ì ár fer skótahjálpin at seta á stovn ein hjálpar- grunn, sum skal stuðla skótabólkum at virka fyri at rørslutarnað og onnur, sum ikki hava fullan førleika, fáa betri møguleikar at verða við í skótarørsluni. - Um tú vilt tryggja tær, at skótarnir leggja leiðina framvið hjá tær, so tú kanst hjálpa okkum við at hjálpa øðrum so eru hesi at venda tær til onkran niðanfyri, sigur Skótahjálpin. 1 Tórshavn: Astrid Joensen 227121 2 Tórshavn: Arne D. Madsen 511595 3 Tórshavn: Hildur Arge 219418 4 Tórshavn: Óle Valle 519471 5 Fuglafjørður: Thomas Lambastein 444658 6 Klaksvík: Sigrund Juul Samuelsen 455137 7 Klaksvík: Maria Olsen 282171 8 Argir: Rúna Thomasen 211614 9 Kvívík: Annu Vang 421600 10 Hvalvík: Walther Thomasen 422376 11 Oyri: David Reinert Hansen 422158 12 Glyvrar: Johan Elkjær Hansen 228283 13 Kallsoy: Jona í Lon 456622 14 Leirvík: Jan Dam Vang 443040 15 Miðvágur: Herfríð Niclasen 333139 16 Kollafjørð: Marin Joensen 421398 17 Vágur: Narita í Lágabø 374865 18 Húsavík: Sigrid Petersen 361930 Hjálpið skótunum at hjálpa næstu vikuna