Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stjórin á Listasavni Føroya, Helgi Fossá- dal, sær tað ikki sum ein smeit fyri Lista- savnið, at 12 yrkis- listafólk nú hava tikið seg saman um eina afturvendandi Heyst- framsýning. - Heystframsýningin er eitt gott alternativ, og stálbygningurin hjá Skipasmiðjuni hevur nakrar eyð- sýndar hølisfyrimun- ir fram um teir, vit kunnu bjóða, sigur Helgi Fossádal HEYSTFRAM- SÝNINGIN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Leygardagin lat upp fyrsta framsýningini hjá sonevnda Listabólkinum í stálbygn- inginum hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Í Listabólkin- um eru tey 12 listafólkini, sum fyrr í ár tóku seg úr felagnum Føroysk Mynd- listafólk, millum annað or- sakað av ónøgd við leiðsl- una á Listasavni Føroya. Kortini sær Helgi Fossádal ikki nýggju afturvendandi Heystframsýningina hjá Listabólkinum sum ein smeit fyri virkið hjá Lista- savni Føroya. Altíð forvitin Tað hevði verið stórt spell, um tvídrátturin í føroyska myndlistaheiminum fekk fólk at aftra seg við at fara út og fáa eina listarliga uppliving, heldur Helgi Fossádal. Og tí var hann eisini millum fyrstu áskoð- arnar, tá Heystframsýning- in lat upp leygardagin. - Tað er mín uppgáva at kunna meg um tað, sum fyriferst á tí listarliga øki- num. Men eg fór eisini á framsýningina av persón- ligum áhuga, tí eg eri altíð forvitin eftir at síggja nýggja list, sigur Helgi Fossadal. Hann heldur, at stóru hølini á Skipasmiðj- uni geva framsýnarnum nakrar eyðsýndar fyri- munir, sum Listasavnið ikki hevur sama møguleika at bjóða. - Uppgávan hjá Lista- savni Føroya er eisini at hava ymsar fastar fram- sýningar. Tí hava vit ikki sama møguleika at bjóða skiftandi serframsýningum so stór høli, sum vit vildu ynskt. Tað er spell, tí ofta kunnu vit bara loyva lista- fólkum at fáa eitt ella tvey listaverk við, sum kanska ikki altíð geva nóg góða mynd av tí listarligu dygd- ini, sigur Helgi. Eyguni, ið síggja Listasavn Føroya hevur ongantíð havt eina fasta Heystframsýning, og Helgi heldur tað vera at fegnast um, at vit við hesum nú hava enn fleiri møguleikar at síggja list í góðum fram- sýningarhølum. - Í so máta er Heystfram- sýningin eitt gott alternativ til framsýningarnar á Lista- savninum, og hon hongur eisini sera væl, heldur hann. Helgi Fossádal hevur ikki hug at gera stórvegis við- merkingar til tann tvídrátt, sum upprunaliga hevði við sær, at myndlistafólkini í Listabólkinum tóku stig til sína egnu framsýning. Sum kunnugt mótmæltu hesi, at stjórin fyri Listasavn Før- oya ikki er listfrøðingur og vildu ikki stuðla tí kós, leiðslan hevði sett fyri virkið hjá felagnum. - Eg eri framvegis ikki sannførdur um, at ein listar- lig útbúgving tryggjar list- arliga góðsku. Vit síggja jú allatíðina dømi um, at fólk uttan útbúgving kunnu skapa góða list - hetta eru tað eisini dømi um á hesi Heystframsýningini. Í síðsta enda verða tað eyg- uni, ið síggja og eftirtíðin, sum fara at meta um, hvat er góð list ella ikki, sigur Helgi Fossádal. Nr. 183 - 27. september 2005 7 Helgi Fossádal: Heystframsýningin eitt gott alternativ Skammlop á Skarðhamar Beint eftir náttura sunnukvøldið fekk Politistøðin í Klaksvík fráboðan um, at eldur var í á maskinverk- staðnum Skarðhamar á Oyravegnum uttanfyri Klaksvík. Sløkkiliðs- bilurin kom á staðið og fekk bast eldinum alt fyri eitt. Eitt skamm- lop vísti seg at vera or- søkin, og bert smáveg- is roykskaði stóðst av tilburðinum. Á politistøðini siga teir annars, at sera frið- arligt var um viku- skiftið í Klaksvík. Veðrið var sera vána- ligt, so lítið fólk hevur verið at sæð í býnum í vikuskiftinum. ave Helgi Fossádal, stjóri á Listasavni Føroya, heldur Heystfram- sýningina hava avbera góðar framsýningarmøguleikar Stóru hølini á Skipasmiðjuni geva teimum einstøku listafólkunum møguleika at hava rættiliga nógv listaverk við hvør Rættiliga nógv fólk vóru samankomin, tá nýggja afturvendandi Heystframsýni ngin lat upp í stálbygning- inum hjá Skipasmiðjuni leygardagin