týsdagur 27. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 183 - 27. september 2005
- Jú, nógv spurdu, um
Høvdavirkið fór at
vera kosið ársins virki
í ár, men sjálvur haldi
eg tað vera ótrúligt, at
vit náddu hesum
heiðuri longu í ár. Vit
hava bert fýra ár á
baki, samstundis sum
vit hava onnur virki í
Føroyum sum hava
klárað seg væl, hóast
tað kanska ikki
gongur so væl hjá
øllum beint nú, sigur
Eirikur á Húsamørk
ÁRSINS VIRKI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Lagið var gott á Høvdavirk-
inum í Leirvík, tá ið Sosial-
urin vitjaði mánamorgunin,
nú virkið á vinnudegnum
seinasta fríggjadag varð
kosið at vera Ársins virki
2005. Fólk vóru smílandi
og fryntlig og tóktust errin
av at eiga sín part av hesum
heiðuri.
Slíkt fer ikki afturvið
borðinum uttan, at okkurt
verður gjørt burtur úr, og
seinasta leygarkvøld skip-
aði
Høvdavirkið
fyri
veitslu, har øll tey, sum ar-
beiða á virkinum og høvdu
høvið at vera við, hugnaðu
sær.
Røður vórðu hildnar, og
blómur vórðu handaðar.
Málleysur
Eirikur á Húsamørk, stjóri
á Høvdavirkinum, sigur, at
hann gjørdist málleysur, tá
ið arbeiðsfólkið handaði
honum eina stóra blómu-
samling fyri heiðurin, sum
nú er latin virkinum.
- Eg eri errin av at vera
stjóri á einum virki og
síggja, hvussu væl so
nógvar tjóðir kunnu arbeiða
so væl saman og náa so
høgum málum, sum vit
hava nátt.
Eirikur vísir á, at einsa-
mallur hevði hann ongan
– Eri errin av, at so nógvar tjóð
Fólk eru fegin – og
errin um heiðurin,
sum virkið í Leirvík
hevur fingið sum
Ársins virki 2005
Mynd: Jens Kr. Vang
Høvdini, sum áður vórðu burturbeind, verða nú turkað og
útflutt til Nigeriu, har tey verða brúkt til súpan
Mynd: Jens Kr. Vang
Jóhan Páll Joensen, h.m., formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, handar Eiriki á Húsamørk
heiðursmerkið
Mynd: Eirikur Lindenskov