týsdagur 27. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 27. september 2005
9
ðir kunnu náa so høgum máli
heiður vunnið.
- Treytin fyri, at vit
kunnu náa slíkum málum,
er, at vit hava gott og støð-
ugt arbeiðsfólk, og tað hava
vit her á virkinum.
Hann sigur, at tá ið út-
lendingarnir vóru flestir,
taldu teir meira enn helm-
ingin av øllum arbeiðsfólk-
unum.
- Av umleið 60 arbeiðs-
fólkum í dag, eru eini 15-
20 útlendingar, og teir
koma úr so fjarskotnum
londum sum eitt nú Afriku,
Murmansk og Ruslandi, og
onkur hevur verið her,
síðan virkið byrjaði fyri
fýra árum síðan.
Eirikur sigur, at hann
hevur alt gott at bera sínum
arbeiðsfólki – eisini útlend-
ingunum, sum eru raskir og
góðir at fáast við.
Hann leggur dent á, at
hann rósar ikki útlendsku
arbeiðsmegini fyri at taka
nakað frá føroysku arbeiðs-
megini, sum sjálvsagt eru
krumptappurin í virksem-
inum hjá Høvdavirkinum.
- Men nú útlendingar eru
so nógv umrøddir í Føroy-
um, haldi eg einki forgjørt
vera í at siga, hvussu hesi
fólk roynast á føroyska
arbeiðsmarknaðinum, sigur
hann.
Ótrúligt
Eirikur sigur, at tað eru ein-
ar tríggjar vikur, síðan hann
fekk at vita, at Høvdavirkið
er kosið at vera Ársins virki
2005, men inni á virkinum
mánamorgunin skiltu vit, at
arbeiðsfólkið visti einki
fyrr enn í tíðindunum
fríggjakvøldið, sum vinnu-
dagurin hevði verið hendan
seinnapartin.
- Jú, nógv spurdu, um
Høvdavirkið fór at vera
kosið ársins virki í ár, men
sjálvur haldi eg tað vera
ótrúligt, at vit náddu hesum
heiðuri longu í ár. Vit hava
bert fýra ár á baki, sam-
stundis sum vit hava onnur
virki í Føroyum sum hava
klárað seg væl, hóast tað
kanska ikki gongur so væl
hjá øllum beint nú.
Sum skilst, velir dóms-
nevndin út nøkur virki,
kanska eini 10-14, og síðan
verður aftur valt burtur úr,
til talið er komið niður á
eini 2-4 virkir.
Eirikur vísir á, at áðrenn
slíkur heiður verður veittur
einum virki, verða mong
viðurskifti lýst út í æsir.
- Vit eru sera fegin um, at
okkara virkið er kosið at
vera ársins virki, og vit
vilja gera alt fyri at liva upp
til hendan heiður, sigur
Eirikur.
Gerandisdagurin er byrj-
aður aftur á Høvdavirk-
inum, og mánamorgunin
var alt fólkið - meira fegið
og arbeiðshugað enn nak-
rantíð - aftur til arbeiðs.
- Jú, vit eru ógvuliga glað
- og ikki sørt errin, søgdu
tey, sum Sosialinum hitti
hesa løtuna, vit vitjaðu
virkið.
Fyritreytin
Eirikur sigur, at fyritreytin
fyri virkseminum á Høvda-
virkinum er, at bílig orka
kann keypast til framleiðsl-
una, sum er orkukrevjandi.
- Vit keypa orkuna sum
heitt vatn fyri kappingar-
førar prísir frá IRF og
sleppa tískil undan at keypa
olju.
Hann vísir á, at Høvda-
virkið keypir meginpartin
av orkuni, sum fellir frá
brennistøðini á Hagaleiti.
- Vit avtaka 4 megawatt
um tíman, og brennistøðin
kann levera 5 megawatt um
tíman.
Eirikur sigur, at 5 mega-
watt, svara til 12 tons av
olju um dagin, so virksem-
ið á høvdavirkinum hevði
slett ikki latið seg gjørt, um
tey ikki høvdu eitt so gott
samstarv við IRF.
- Okkara kappingarneyt-
ar eru íslendingar, og teir
hava eisini bíliga orku.
Hóast Høvdavirkið keyp-
ir orkuna frá IRF, noyðist
virkið at hava sína egnu
skipan, soleiðis at hendan
kann vera tøk, um brenn-
ingin hjá IRF liggur still av
eini ella aðrari orsøk.
- So hvørt, sum virkið er
útbygt, noyðast vit eisini at
gera stórar íløgur í eina
effektivari skipan enn hana,
vit hava. Vit leggja jú dent á
at vera ein álítandi avtakari
av høvdum, ryggjum og
øðrum frá virkjunum, og tí
er tað umráðandi, at vit
altíð kunnu liva upp til
hetta álit sum støðugur av-
takari, sigur Eirikur og vísir
á, at Høvdavirkið hevur eitt
gott samstarv við hini
virkini.
Hann heldur tað vera
áhugavert at síggja, hvussu
tað ber til at samstarva um
felagsmál, sum tæna øllum
pørtum.
Framleiðslan
Í 2004 keypti Høvdavirkið
tilsamans 11.500 tons av
rávøru, og úrslitið hetta
árið var stívliga 4 miljónir
krónur í yvirskoti.
- Meginparturin av rávør-
uni eru høvd og ryggir, men
vit hava eisini keypt smáan
upsa, sum er turkaður heil-
ur. Aftrat hesum hava vit
turkað pelagisk fiskasløg,
sum vit hava keypt úr út-
landinum, og henda fram-
leiðsla fer til hunda- og
kettuføði.
Eirikur sigur, at pet-food
ella føði til kelidjór er ein
stórur og veksandi markn-
aður, og tað er ikki so lítið,
sum tey, ið eitt nú eiga
puddil-hundar, aðrar hund-
ar og kettur, vilja gjalda fyri
fóðurið.
- Tá ið fóðurin fer hiðani,
er tað klárt hjá kríatúrunum
at eta. Tað er bara ikki
pappað í eskjur, men hetta
arbeiða vit nú við at fáa upp
á pláss.
Stjórin á Høvdavirkinum
sigur, at Nigeria er høvuðs-
avtakari av høvdum, ryggj-
um og heilturkaður upsa.
- Eitt turkað høvd kostar
umleið eina dagløn í Niger-
ia, og hetta høvdið brúka
nierianar til eitt nú súpan til
eini 10-15 fólk.
Eirikur sigur, at øll fram-
leiðslan á Høvdavirkinum,
er turkaðar vørur.
- Heili upsin verður turk-
aður, og í keyparalandinum
verður hann kryddaður og
bloyttur og síðan etin. Tað
eru tey ríkaru sum keypa
heila upsan í mun til tey,
sum keypa høvd og ryggir
til bót, sigur Eirikur á
Húsamørk, stjóri á Høvda-
virkinum.
Føroyingar og útlendingar
arbeiða saman – og náa
høgum úrslitum á
Høvdavirkinum í Leirvík
Mynd: Jens Kr. Vang
Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, hevur alt gott at bera sínum arbeiðsfólki – bæði
føroyingunum, sum eru krumptappurin og útlendingunum sum eru dugnaligir og støðugir
Mynd: Jens Kr. Vang