týsdagur 27. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 183 - 27. september 2005
Eitt av teimum stóru vinnutiltøkunum her á landi varð
hildið í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Undir heitin-
um "Vinnudagurin 2005 Hvat hendir?" varð stílað fyri
áhugaverdari skrá við luttøku av umboðum fyri bæði
íslendska, norska og danska vinnulívið. Her fingu tey
mongu hundrað umboðini fyri føroyskt vinnulív eina sera
góða uppliving – frá at hoyra um alheimsgerð við eitt nú
donskum og íslendskum brillum til at uppliva ársins virki.
Har danir meta seg fáa nakað skilagott burtur úr eisini, tá
virki flyta sínar framleiðslur til onnur lond, og har
íslendingar meta seg fáa nógv burtur úr, tá peningastovnar
og íleggjarar spjaða sínar íløgur til nógv onnur lond. Har
varð eisini røtt um privatisering. Um hvat føroyingar
kunnu læra av eitt nú gongdini í Íslandi. Rættiliga av-
gjørdu niðurstøðurnar hjá nevndarformanninum í ís-
lendska Landsbankanum um eitt nú privatisering av
almennum føroyskum fyritøkum munnu hava givið fólki
nógv at hugsa um. Vinnuhúsið hevur so við slíkum
fyrilestri á Vinnudegnum gjørt sítt til at fáa gongd á tjakið
um at einskilja fyritøkur her heima.
Men hæddarpunktið á Vinnudegnum var at kjósa ársins
virki og lata heiðursprógv fyri serligt átak. Og væl varð
valt og rakt. Hóast Pipar og Salt vóru við á Vinnudegnum
og á sín skemtiliga og speirekandi hátt gjørdu gjøldur
burtur úr altumfevnandi føroyska fiskamentalitetinum, so
vóru tað kortini tvey fiskavirki, sum gjørdust vinnarar, tó
ikki vanlig fiskavirki soleiðis sum vit kenna tey frá
gerandisdegnum. Talan var um virki, sum hvørt á sínum
øki, hugsa ótraditionelt og royna nýggjar leiðir.
Ein kann av røttum siga, at tey í Lorvík brúka høvdið.
Hava vit og skil til at finna uppá men eisini evnini til at
gera hugskot til veruleika. At Høvdavirkið í Lorvík
gjørdist ársins virki er eitt plettskot. Tað vísir ikki bert, at
hesi góðu fólk hava havt dirvi og treiskni til at fáa tað at
bera til. Tað vísir eisini, at tey hava megnað at liva upp til
tíðarandan, sum m.a. er at fáa sum mest burtur úr allari
rávøruni. At troyta tilfeingið skilagott. At hava bygt upp
vinnu, sum ger dýra útflutningsvøru burtur úr fiskahøvd-
um, ið fyrr vóru tveitt burt ella brúkt til bíliga djóraføði,
er einki minni enn eitt bragd. Væl vitandi, at nógvir aðrir
eisini hava gingið undan at brúka sum mest av fiskinum,
so er hetta stigið at turka høvdini og útflyta tey til Afrika,
nakað heilt serligt. Tí ikki bert brúkar tú avlopið frá fiska-
framleiðslu, tú brúkar eisini avlopshita frá grannanum til
framleiðsluna. Eisini umhvørvi fær sín ágóða. Harvið
troytir tú tilfeingið á skynsamasta hátt. Tit vunnu tí tit
brúka høvdið. Tillukku.
Heiðurin fyri serligt átak varð latið Fariga, sum herfyri tók
tað heldur óvanliga men eisini djarva stigið at fara undir
fiskaframleiðslu í einum av baltisku londunum. Hetta er
so partur av alheimgerðini, og hvussu gjarna vit vilja tað
ella ikki, so eru eisini vit noydd til at fylgja hesi gongd.
Hetta er so eisini í tráð við tað formaðurin fyri Dansk
Industri segði í sínum fyrilestri: at henda gongdin kann
eisini hava nógvar fyrimunir fyri heimaídnaðin. Tí við at
fara út í heim við framleiðslu leggur tú í veruleikanum
eisini nakað eftir heima hjá tær sjálvum. Latið okkum vera
við og lat okkum gera tað miðvíst. Vinnuhúsið eigur rós
uppiborið fyri gott tiltak. Tillukku til kovboy fólkini fyri
dygdargott filmsarbeiði.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vunnu tí tey brúka høvdið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Skal føroyskt á 531
kHz gerast søga, so at
vit bert hoyra týskan
alputóleik á 531 kHz.
Nú frættist, fyrst í ÚF og
síðani á Rás 2, at ætlanin er
at keypa ein nýggjan mill-
umbylgju sendara at seta
upp á Akrabergi.
Men hesin nýggi send-
arin skal bert kunna senda
við 25 kW, hetta er alt ov
lítið.
Tað er helst einki at ivast
í, at um vit minka sendi-
orkuna úr 200 kW niður 25
kW, so verður tað ikki bara
í bakgrundini at vit koma at
hoyra týskan alputónleik,
so fer harmonikan helst at
doyva føroyingin púrasta.
Í frágreiðingini um út-
varps- og sjónvarpssendi-
netið frá mars 2005 stend-
ur, at tað eru bert 550 fiski-
menn, sum fáa nyttu av
millumbylgjusendaranum.
Einki verður sagt um
manningarnar, ið sigla við
handilsskipum og fremm-
andum skipum. Tað sigla
sum kunnugt nógvir før-
oyingar við hesum skipum,
og rættiliga fitt av teimum
sigla í Norður Evropa, hes-
ar manningar fáa tískil eis-
ini gleði av núverandi send-
ara.
Vit eru ikki so kræsnir.
Tað kann gott skróva eitt
sindur í hátalaranum, bara
vit fáa tað við, ið sagt verð-
ur, so eru vit nøgdir.
At útisetar og sjófólk
verða flokkað saman í hesi
frágreiðing, er rættiliga
løgi. Vit hava als ikki somu
fortreytir. Útisetar eru, sum
oftast, búsitandi á landi við
teimum fyrimunum tað
gevur. Sjófólk hava sjáldan
samband við land.
Í somu frágreiðing stend-
ur eisini, at í dag kunnu
sjófólk í stóran mun fylgja
við á ÚF-netvarpinum alt
samdøgrið.
Tað er okkum kunnugt
bert tvey føroysk skip, ið
hava alnet samband, ið ger
tað møguligt at hoyra ÚF
beinleiðis á netinum, og tað
eru Skálaberg og Norrøna.
Av útlendskum skipum eru
tað bert nøkur fá special
skip, ið hava slíkt, og tey
hava tað einans tí, at tann ið
leigar skipið krevur tað. Tá
leigumálið er av, er alnet
ævintýrið eisini av hjá
teimum.
Tað kostar hópin av
peningi at reika á netinum
um fylgisvein, so nógv
flestu útgerðarmenn fáa
marruna av tí.
Tað mest vanliga er, at tú
hevur møguleika at senda
og taka í móti telduposti, og
so heldur ikki meir.
Nógv útgerðarfeløg hava
eitt filtur, ið avmarkar,
hvussu stórt eitt teldubræv
kann vera, hetta fyri at hava
tamarhald á útreiðslunum.
Tann einasti møguleikin
hjá øllum teimum, ið ikki
sigla við Skálaberg, Norr-
ønu ella einum av teimum
fáu útlendsku specialskip-
unum at fáa tíðindi er sostat
frá Sosialinum. Internet
Sosialurin er tó so stórur at
nógvir ikki kunnu taka
hann niður.
ÚF sendir eingi daglig
tíðindi út sum t-post, sjálvt
um teir hava fingið áheitan-
ir um hetta.
Nøkur donsk skip fáa
hvønn dag eina rúgvu av
tíðindum frá DR, á skrift,
sum teldupost, men frá ÚF
fast einki.
Vit vilja ráa teimum, ið
skulu taka avgerðina í hes-
um máli, til at keypa ein
nýggjan 200 kW sendara.
Tá so hesin 200kW send-
arin er útslitin, um eini 15
ár, er tøknin helst komin so
langt, at vit kunnu lurta
eftir ÚF-netvarpinnum.
Kanska kann tann gamli
sendarin umvælast um tað
er ódýrari.
Vónandi verður tað fíggj-
arliga møguligt ein dag at
lurta á netinum, men í løt-
uni er tað alt ov dýrt, so tað
ganga helst nógv ár, áðrenn
tað verður møguligt. Í sjó-
vinnuni verður hvørt oyra
vent fleiri ferðir.
Tú kann spyrja teg sjálv-
an, hvar manningarfeløgini
eru í øllum hesum, tað er
løgið at einki hoyrist frá
teimum. Tað eru jú eisini
teirra limir ið missa møgu-
leikan at hoyra ÚF.
Eyðun Simonsen
Hoyvík
Høgni Petersen
Rituvík
Rógvi Thorsteinsson
Vágur
Rói Lindberg
Tórshavn
Rúni Simonsen
Hoyvík
Jón Simonsen
Tórshavn
Niels Poul Holm
Tórshavn
Gunnar Johansen
Hoyvík
Jónsvein Berg
Hoyvík
Ottar í Funningsstovu
So prógvaði hann tað enn
einaferð, sjálvskrivaða tón-
leikaflogvitið á Dimmu,
Uni L. Hansen, at hann ikki
ger sítt arbeiði til lítar.
Í grein í Dimmalætting
mánakvøldið 20. september
ummælir geniið av Skála-
fjørðinum útgávukonsert-
ina hjá Páll Finnur Páll á
Rex herfyri, har undirritaði
var DJ ella plátuvendari,
sum tað eisini eitur. Hóast
endamálið við vitjanini hjá
Una á Rex var fyrst og
fremst at ummæla konsert-
ina hjá PFP, so nýtir hann
helmingin av sínari ógvu-
liga tunnu grein til at nið-
urgera undirritaða.
Uni sigur í greinini, at eg
eri sum ein skøvað pláta,
sum ikki dugir at diska upp
við nøkrum øðrum enn
rokkballadum frá 80’unum
og 90’unum, og at tað er
deprimerandi, tá ið eg leggi
plátur á.
Men Uni, her prógvar tú
enn einaferð, at tú ikki gert
títt arbeiði til lítar. Tí flest-
øll tíðindafólk við virðing
fyri sær sjálvum høvdu
fyrireikað seg til eina slíka
uppgávu fyri at vita, hvat
hon gekk út uppá. Um tú
hevði gjørt tað, so visti tú
eisini, at talan var um eitt
sonevnt »80’ara kvøld«,
har mín uppgáva var fyrst
og fremst at spæla góðan
tónleik frá 80’unum, og tí
kunnu vit bert staðfesta, at
eg, í mun til teg, gjørdi mítt
arbeiði til fulnar. Men OK,
tú ert jú ikki útbúgvin
tíðindamaður, so tað er
kanska ein umbering fyri
jánkasligu greinina hjá tær.
Eg dugi ikki at skilja, at
leiðslan á Dimmalætting
kann liva við, at eitt blað-
fólk hjá teimum í so grovan
mun í sambandi við eitt
ummæli sleppur at niður-
gera ein einstakan persón,
sum í veruleikanum bert
gjørdi sítt arbeiði. Sama
blaðfólk hevur ivaleyst
bæði fingið yvirtíð og hvat
veit eg fyri at sita á Rex,
Gud viti í hvørjum til-
standi, í nakrar tímar fyri at
ummæla eina konsert. Úr-
slitið av krevjandi arbeiðs-
uppgávuni hjá sjálvskriv-
aða
tónleikaflogvitinum
eru umleið 15 reglur um
konsertina hjá PFP, har í
veruleikanum einki verður
sagt um tónleikin hjá bólk-
inum, og so nakað tað sama
tali av reglum, har eg verði
niðurgjørdur.
Til eina aðru ferð, Uni,
ger so arbeiðið hjá tær ordi-
ligt ella lat verða.
Millumbylgjusendarin
Ger arbeiðið ordiligt, Uni