týsdagur 27. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 27. september 2005
11
Royna sjálvmorð
Ein kanning hjá Fólka-
tingsins umboðsmanni
staðfestir, at alt fleiri og
fleiri fangar í donskum
fongslum royna at taka
lívið av sær.
Hans
Gammelgtoft-
Hansen, umboðsmaður,
skrivar í frágreiðingini,
at í fjør fekk hann boð
um 67 sjálvmorðsroyndir
í fongslunum. Í 2003 var
talið 37, og árið fyri var
tað 40. Higartil í ár hevur
umboðsmaðurin fingið
boð um 44 sjálvmorðs-
royndir.
Kim Østerbye, sum er
formaður í felagnum hjá
fongsulsstarvsfólkunum,
heldur, at viðurskiftini í
fongslunum eru ein or-
søk til, at latat fleiri fang-
ar royna at beina fyri sær.
Hann vísir á, at tað er
vorðið sera trongligt í
fongslunum, og tá starvs-
fólkatalið ikki veksur
tilsvarandi, hava starvs-
fólkini ov lítla tíð til tann
einstaka fangan, sigur
Kim Østerbye við danska
útvarpið.
Stóran skaða
av bumbu
Libanska tíðindakvinnan
May Shidyak fekk stóran
skaða, tá ein bumba brast
í bili hennara seinnapart-
in sunnudagin.
Libanska
løgreglan
sigur, at bumban lá undir
bilførarasetrinum,
og
seinni kunngjørdi sjón-
varpsstøðin LBC, at May
Shidyak hevði fingið so
stóran skaða, at læknar-
nir høvdu verið noyddir
at taka annað beinið og
aðra hondina.
Bilurin hjá teirri kendu
tíðindakvinnuni fór í
smildur, og eldur kom í
hann, men tað eydnaðist
øðrum at fáa ta særdu
kvinnuna út. Í gjár hevði
eingin átikið sær ábyrgd-
ina av atsóknini.
Hetta er tann tólvta
bumbuatsóknin í Liba-
non, síðani fyrrverandi
forsætisráðharrin Rafiq
Hariri og 20 onnur doyðu
í einari bumbuatsókn í
Beirut í februar. Ta
ferðina fekk sýriska freg-
nartænastan skyldina.
Krokodilla
drap ferðamann
Alt bendir á, at tað var
ein krokodilla, sum drap
ein bretskan ferðamann,
sum var farin at svimja í
einari á á avstralsku
oynni Groote Eylandt.
Líkið av tí 37 ára
gamla Russel Harris varð
funnið um vikuskiftið, og
fleiri tekin eru, sum
benda á, at ein krokodilla
hevur lopið á hann og
dripið hann. Avstralska
løgreglan sigur, at ferða-
fólk veiða ofta í ánni, og
at summi fara útí, sjálvt
um tað ikki er óvanligt at
síggja fýra metrar langar
krokodillur har. Aftan á
tilburðin um vikuskiftið
hava
myndugleikarnir
gjørt av at ávara fólk bet-
ur ímóti at fara út í ánna.
Myndugleikarnir siga,
at tað var ein saltvatns-
krokodilla, sum beindi
fyri bretska ferðamann-
inum. Hesar krokodill-
urnar, sum kunnu verða
upp í sjey metrar langar,
koma ofta niðan í áirnar.
Tær eru eisini vorðnar
væl fleiri í tali, síðani
myndugleikarnir
eina
ferð í sjeytiárunum settu
fólki forboð fyri at veiða
tær.
Fyri einum góðum
mánað síðani drap ein
krokodilla ein 60 ára
gamlan mann, sum var
farin at veiða í útnyrð-
ingspartinum av Avstral-
ia. Maðurin sat í einum
lítlum báti, men kroko-
dillan toygdi seg upp
eftir honum og tók hann.
Gav hávinum
ein frammaná
Ein 44 gamal avstraliu-
maður slapp óskaddur frá
tilburðinum, tá hann kom
í hóslag við ein háv
seinasta fríggjadag.
Brad Satchell sigur við
CNN, at í fyrstani helt
hann tað vera ein kóp,
sum kom ímóti sær, men
so varnaðist hann, at tað
var ein hávur. Hann
gjørdi tí ikki mætari enn
at leypa á hávin. Við
aldubrettisum
sum
skjøldri sló hann hávin
fleiri ferðir í høvdið, og
tað endaði við, at hávurin
rýmdi.
Aftaná greiddi Brad
Satchell frá, at hann
hevði lisið eina grein í
einum blaði um ein líkn-
andi tilburð fyri stuttum.
Ta ferðina leyp ein hávur
á tann 40 ára gamla Jake
Heron, men tað eydnað-
ist honum at sleppa und-
an hávinum við at sláa og
sparka hann. Jake Heron
slapp tó ikki meinaleysur
frá
bardaganum
við
hávin. Hávurin beit hann
í annan armin og annað
beinið, men tó ikki so
meint, at Jake Heron
fekk varandi mein av tí.
UTTAN ÚR HEIMI
Afturtøkan úr Gaza
kann kosta ísraelska
forsætisráðharranum
politiska lívið. Men
hann gevst neyvan so
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ariel Sharon fekk ein
frammaná, tá fyrrverandi
forsætisráðharrin Benya-
min Netanyahu fór á røð-
arapallin á landsfundinum
hjá Likudflokkinum sunnu-
dagin.
- Tað gekk, júst sum eg
segði. Gaza er vorðið ein
islamsk
yvirgangsstøð,
segði Netanyahu. Tá Shar-
on fór upp á røðarapallin at
svara atfinningunum, virk-
aði mikrofonin ikki, og
hann rýmdi av fundinum í
øðini.
Netanyahu
kunngjørdi
herfyri, at hann ætlar sær at
verða forsætisráðharraevni
hjá Likud á valinum næsta
ár. Við øðrum orðum bjóð-
ar hann Sharon av. Netan-
yahu var fíggjarmálaráð-
harri í verandi stjórn, men
hann legði frá sær í síðsta
mánað fyri at mótmæla
afturtøkuni úr Gaza. Nú
hevur hann so sett sær fyri
at fáa Sharon skúgvaðan til
viks og tess fyrr, tess betur.
Likudflokkurin
skuldi
atkvøða um leiðarastarvið í
gjárkvøldið, og teir flestu
eygleiðararnir væntaðu, at
Sharon tór at tapa. Spurn-
ingurin er so, hvat hann ger.
Jerusalem Post skrivaði í
gjár, at tað er als ikki
óhugsandi, at Sharon fer at
stovna ein nýggjan flokk,
verður hann vrakaður í
Likud. Eygleiðarar halda,
at ein flokkur hjá Sharon
fer at liggja í miðjuni í ís-
raelskum politikki, og at
hann kann fáa stóra undir-
tøku á valinum í apríl.
Hinvegin fer tað, sum eftir
verður av Likudflokkinum,
bara at fáa nøkur fá umboð
á ting, halda eygleiðararnir.
Ódnin "Rita" gjørdi
munandi minni skaða
enn væntað, men tað
fer kortini at taka
drúgva tíð at umvæla
tað, sum fór
VEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Teir amerikonsku suður-
statirnir sluppu munandi
betur enn væntað, tá trop-
iska ódnin "Rita" kom í
land. Tað komst av, at ódnin
viknaði, meðan hon nærk-
aðist landi, og harafturat
tók hon eina aðra leið, enn
veðurmenninir upprunaliga
hildu. Tað gjørdi, býirnir
Houston
og
Galveston
sluppu undan tí ringasta.
Harafturímóti var skaðin
so mikið størri á markna-
leiðini ímillum Texas og
Louisiana. Serliga býirnir
Lake Charles í Louisiana
og Port Arthur og Beau-
mount í Texas fingu harða
viðferð. Har eru nógv hús
oyðiløgd.
Kortini gjørdi ódnin stór-
an skaða sum heild. Í gjár
lógu næstan ein millión
fólk í streymloysi, og
summastaðni fer tað at taka
fleiri vikur at umvæla el-
skipanina. Í teimum støð-
unum noyðast fólk helst at
bíða leingi eftir at sleppa
heimaftur. Nógvastaðni
standa vegirnir undir í
vatni, og summastaðni eru
vegirnir so illa farnir, at teir
eru ónýtiligir. Tí er tað ein
spurningur,
Tær tropisku ódnirnar
hava nógv regn við sær, og
stór øki standa undir í
vatni. Samstundis hava
veðurmenninir boðað frá
uppaftur meiri regni teir
næstu dagarnar. Tað kemst
av, at tvey hátrýst eru
norðari, og at tey helst fara
at hava við sær, at "Rita"
verður liggjandi uppi yvir
Texas og Louisiana. Tí er
tað ikki óhugsandi, at tað
fer at regna illa fleiri dagar
afturat, siga veðurmenninir.
"Rita" kravdi eitt manna-
lív, og myndugleikarnir eru
sannførdir um, at tað vóru
boðini um at rýma úr øki-
num, sum gjørdu, at fleiri
ikki lótu lív. Hildið verður,
at umleið 2,7 milliónir fólk
fóru heiman, tá boðini um
at rýma undan ódnini
komu.
"Rita" ikki so ring kortini
"Rita" kravdi bara eitt mannalív, men nógv hús eru oyðiløgd
Mynd: Reuters
Sharon
í andróðri
Ariel Sharon