týsdagur 27. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 183 - 27. september 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Stóð í køini hjá bak-
aranum, táið ein
skemtingarsom rødd
hoyrdist beint aftan-
fyri. Tað kundi bara
vera Dan, Dan Hof-
gaard, og prátið fall
beinanvegin á gamlar
dagar hjá Lands-
verkfrøðinginum
Dan
Eg harmaðist um, at 75 ára
hvarvið hjá Heina Olsen í
juli fór afturvið borðinum
uttan háva; men snarsvarið
frá Dan læt ikki bíða eftir
sær: »Ja, tað ger minni, tí tú
gloymdi eisini meg, sum
fylti 75 í juni(!). Og forrest-
in Otto eisini. Men annars
havi eg ikki fingið høvi at
argað Heina enn um at øll
hansara manndómsverk og
miklu vegagerðir í Afghan-
istan, har helst alt er burtur
nú, tí Bush hevur bumba
heila fra..ð ( eitt dampandi
ser-suðuriskt
fjøltáttað
málsligt felagsheiti) í sor!«
Dan er ein hendinga
hegnismaður og hittinorð-
aður skemtari. Hann dugir
alt handverk og er bæði
umgongiligur og evnagóð-
ur verkfrøðingur. Summi
læra í áravís at leggja vegir
í leið og legu um fløtur og
bjargalendi, og tey læra tað
ongantíð; meðan onnur
bara tykjast at hava fingið
alt í vøggugávu. Soleiðis er
við Dan.
Otto Sørensen vildi altíð
hava Dan við sær á flot.
Teir fingu altíð fisk, og var
ein fuglur í skotmála, so
stóð Dan og hirsaði eitt
sindur við byrsuni og pilk-
aði so hvørt hvønn fugl
niður, sum hann vildi, og
sum typiskur tvørámaður
skemtaði
hann
støðugt
afturvið.
Tað var eitt avbera gott
sjakk, sum tá var á projekt-
erandi vegadeildini hjá
Mikkjali Helmsdal. Táið
Heini við sínum víðfarnu
projekterings- og byggi-
leiðsluroyndum úr fleiri
heimspørtum, tann ótrúliga
arbeiðssami Niels Juul
Nolsøe og Dan baldust har.
Allir eru teir verkfrøðingar
frá Horsens Teknikum.
Hesi árini var stór faklig
virðing
fyri
stovninum
bæði herheima og um lond.
Sum heild var LV eitt sera
gott arbeiðspláss. Tá -.
Heini
Heini er eisini í serklassa.
Men tak ikki feil. Tí í hans-
ara hundraðtals skemtisøg-
um er tað aloftast hann
sjálvur, sum er tann óbe-
tonkti, meðan m.o. Kirstin,
er tann gløggara (og tað er
hon vist eisini - -).
Men allíkavæl er tað ikki
hissini, hvat ið Heini (við
sínum ektaða sjálvspeii)
hevur fingið avrikað sum
verkfrøðingur og rithøv-
undur bæði burturi og
heima í skrivligum og
munnligum formi eitt nú í
útvarpi, sjónvarpi, tíðarrit-
um, á fundum, Lions Club,
FVF og mangar aðrar staðir
við.
Ja, tað hevði verðið ein
ævisøga við lít, um honum
hevði eydnast at fingið
hana út í bók. Tilfarið er til
skjals og skipað í umleið
einum kubikkmetri ella
einum hálvum tonsi av
samlimappum.
Ella hevði bara hin bók-
in, sum ein byrjan, komið
út undan væðingini, við
hansara vitbornu skemti-
søgum – uttan úr heimi, úr
heimbygdini og um aðrar
vestmenningar. Tí tann
bókin má langt síðani vera
fermd til at flota.
Sjálvur William Heine-
sen bað staðiliga Heina um
at gevast við at tekna,
skriva og rokna fyri onnur,
og heldur fara undir at
skriva »okkurt ordiligt«
sjálvur.
Otto
Ólavsøkuaftan fylti Otto
Sørensen 80 ár. Hann er
ættaður úr Porkeri, og kom
til LV, táið eina mest var at
gera við at uppbyggja
stovnin, og mong stór-
arbeiði, so sum Mjørka-
dalsvegurin, vóru í gerð.
Hann var í mong ár ein
avhildin fulltrúi í bókhald-
inum hjá LV, og hansara
nærlagni vakti ans og virð-
ing. Tí frá fyrsta degi varð
lagt merki til hansara krøv
til sín sjálvs, hetta at alt
sum hann hevði við at gera,
tað skuldi bara vera í lagi,
og at har skuldi eingin
koma afturumaftur, ella
gera tað betri.
Soleiðis er hann í øllum
lívsins viðurskiftum, og tað
er ikki hvørjum manni
beskorið.
Minnist einaferð á fundi,
at Mikkjal sendi boð eftir
Otto um eitt ávíst mál av
áhuga. Otto kom beinan-
vegin við sínum megastóru
protokollum, har alt um
ávís
arbeiði
var
við:
a’conto-flytingar, studning-
ar o.a. – alt væl og vakurt
og virðiliga uppskrivað og
útroknað.
Mikkjal Helmsdal hevði
eitt framúr gott minni, og
hann var als ikki nøgdur
við okkurt í málinum. Hetta
umframt tað, at hann tá var
komin so mikið til árs, at
honum ikki dámdi so væl at
verða sagdur ímóti. Men
Otto gav eina púra greiða
forkláring
um
máls-
gongdina og bakkaði ikki
ein
tumma
fyri
»The
Giant«. Har var einki at
koma eftir. (Gott, Otto!)
Teldur og trællar
Ofta fløddu á teimum døg-
um ymsir ekspertar niðan
úr Tinganesi við ymiskum
ætlanum um øðrvísi bók-
haldsføringar og telduligar
nýskipanir v.m. Og Mikkjal
gekk vanliga við til at royna
hetta, men legði í sama við-
fangi afturat á fundinum:
»Men Otto, tygum halda
fram við at føra bøkurnar
sum vanligt í minsta lagi
tvey ár afturat - .« Og hetta
kom, sum vera man, mang-
an væl við, táið hesi »tal-
gildu teldutøknilsini« eftir
stuttari tíð lógu hjálparleys
uppi á turrum.
Men hinvegin vita ikki
øll um Sørensen, at aftan-
fyri henda fatta og hábærs-
liga fulltrúan, sum tú møtir
á havnargøtum, har býr ein
ikki hissini radur og skemt-
ari. Tað fekk mangur at
kenna, og m.a. ein annar
fulltrúi, táið ein dagin allir
fakturarnir, ið hesin skuldi
vátta, høvdu fingið øll
hjørnini skorin av.
Hvat var nú hetta? Aftur
ein nýggj skipan? Spurdu
tey bilsnu starvsfólkini
Otto, og sum ikki lætst um
vón. Men uppaftur verri
varð tveir dagar seinni, tí tá
vóru – umframt hjørnini –
eisini allir fakturarnir lím-
aðir saman sum ein harm-
onikubjølgur. – Men tá varð
ovboðið fyri tann váttandi
fulltrúan, og tann »kreativi
trællurin« bleiv funnin – og
skellilátur í lon!
Fyrisitingin
Tað var ein framúr fylking,
sum tá var á ovastu hædd á
stovninum, fyri bara at
nevna tey farnu: Mikkjal
Helmsdal,
sáli,
Niclas
Andreassen, sáli, Petur
Zachariassen,
Jórun
Helmsdal Jensen, Andrass
Andreasen og Otto – um-
framt tað yngra ættarliðið.
Og nú hava hesir tríggir
omanfyri nevndu garparnir
so smátt farnir at leggja
árarnar inn; men eru hin-
vegin avanseraðir til við
tign í tørvi allan sólarringin
at koyra konurnar: Daju,
Kirstin og Nelly til handils,
bindiklubb ella bingo um-
framt at vera standby fyri
øll abbabørnini, sum altíð
skulu til alskyns »skúla-
ting-e-ling«, fimleika- og
ítróttatreningar og fundir.
Men hetta taka teir per-
fektu abbarnir vituliga við
gleði hond um, sum galant-
ir chaufførar og »riddarar
noregsmenn,« ið dansa væl
í stillum - -.
- - - - - -
So Dan (!) – kanska heldur
seint, men líka væl meint –
nú verða tit við hesum
ynsktir til lukku við árun-
um, við tøkk fyri farnar
dagar, og mátti alt gott fylgt
tykkum og tykkara í kom-
andi tíð.
Arnstein Niclasen
10.10.2005
Tríggir garpar og aðrir
Dagurin
27. september. Kosmus (eisini skrivaður Cosmas),
deyður umleið ár 300. Tikin av døgum undir
Diocletianus keisara.
Óli Vang Hammer,
Froðba, vanliga nevnd-
ur
Olli,
andaðist
fríggjadagin, 86 ára
gamal.
Farið
verður
úr
kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi mánakvøld-
ið klokkan 18. Jarðar-
ferðin verður úr Tvør-
oyrar kirkju týsdagin
klokkan 13 og ikki
klokkan 14, sum áður
lýst. Sungið verður úr
sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Olla, kunnu lata eina
peningagávu til Sam-
býlið á Tvøroyri, konta
í peningastovnunum.
Simona Nysted, Vágur,
andaðist á Ellisheim-
inum á Tvøroyri sunnu-
dagin, 85 ára gomul.
Kistan fer úr kapellin-
um á Tvøroyri Sjúkra-
húsi týsdagin klokkan
18. Jarðarferðin verður
úr Vágs kirkju hósdagin
klokkan 13. Sungið
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Simonu,
kunu
lata
Føroya Sklerosufelag
eina
peningagávu,
konta í peningastovnun-
um.
Dánjal Johan Jacob-
sen, Víkarbyrgi, vanliga
nevndur Dollin, andað-
ist á Tvøroyrar ellis- og
røktarheimi fríggjadag-
in, 83 ára gamal. Kistan
fer frá kapellinum á
Tvøroyrar
sjúkrahusi
sunnudagin klokkan 17.
Jarðarferðin var mána-
dagin klokkan 13 úr
Sumbiar kirkju.
Andlát og jarðarferðir
Dan Hofgaard
Heini Olsen
Otto Sørensen