Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 23. september 2005 fingu fýra bygnings- snikkarar prógv á Tekniska Skúlanum í Havn. Teir eru, f.v.: Allan Svabo Jørgensen, Miðvágur, læru- pláss: Føroya Húsatænasta, Birgir Strøm Rasmussen, Trongisvágur, lærupláss: Thormann Vang, Cem á Holum, Sandvík, læru- pláss: Thormann Vang, Rúni O. Ellefsen, Sanda- vágur, lærupláss: Johnfinn á Plógv Mynd: Jens Kristian Vang Konfirmantarnir í Havn 19. apríl 1903: Nøvnini á konfirmantunum 19. apríl 1903 eru hesi: Julie Jaco- bine Arge (Havn), Susanne Malene Valborg Ejde (Nólsoy), Ellen Sofie Elisa- beth Marie Hansen (Havn), Olevine Jacobsen (Havn), Anna Sofie Nicolaisen (Havn), Johan Sofus Dal Christiansen (Havn), Johannes Danielsen (Velbastaður), Jens Andre- as Sofus Dam (Havn), Haldor Effersø (Havn), Arge Caspar Niclas Hen- riksen (Havn), Jens Ludvig Hansen (Havn), Johan Henrik Klingberg Krebs Jacobsen (Nólsoy), Hjalm- ar Jakobsen (Havn), Rich- ard Sigmund Long (Havn), Axel Mouritsen (Havn), Poul Sofus Niclasen (Havn), Nickels Nicolaisen (Havn) og Ole Sofus Rubeksen (Havn). Einastu persónarnir vit kenna eru: Drongurin sum stendur nr. 2 f.v. er Richard Long, og drongurin í mið- raðnum, uttast t.h. er Johan Sofus Dal Christiansen. Hinar konfirmantarnar kenna vit ikki. Sum tað sæst á myndini, eru 11 dreingir. Eftir kirkjubókini skulu tað vera 13. Vónandi kennir onkur av lesarunum andlitini á ommunum og abbunum. Tey vera vinarliga biðin um at seta seg í samband við Birgar Johannesen á tlf. 214647 ella 314647, so vit fáa sett røttu nøvnini á røttu persónarnar. Tekniski Skúlin í Tórshavn: Bygningssnikkarar fingið prógv Tórshavnar alfrøði: Konfirmantar í Havn í 1903 Eitt sum skúla- børnunum dáma væl er at vitja onnur støð. Serliga um tey eisini sleppa at yvirnátta. ÚTFERÐ Snorri Brend Gjógv: Tað var júst tað sum 5. flokkur í Stranda skúla gjørdi í næstseinastu viku, tá tey í nakrar dagar vóru og ferðaðust í bygd- arhúsinum við Gjógv. Saman við hesum 14 næmingunum vóru tveir lærarar – Heidi Danielsen sum er flokslærari teirra og Andras Danielsen. Henda dagin, vit vitjaðu við Gjógv var ferðin at enda komin. Tey styttu sær stundir við at hoppa elastikk, meðan bíðað varð eftir bussinum. Túrurin hevði verið av- bera góður, men veðrið kundi verið eitt sindur betri. Tann eina dagin hevði verið rættiligt ódnarveður. Men bygdarhúsið var kort- ini stórt og gott at vera í, so tað hevði einki bilað kortini. Hetta hevði verið ein góður túrur í eini vakrari bygd, vóru tey øll samd í. Gjógv - ein vøkur bygd Tey hoppa elastikk, meðan bíðað verður eftir bussinum. Løtu aftaná at myndin var tikin, kom bussurin og koyrdi tey út aftur á Strendur Mynd: Jens Kr. Vang