Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 • týsdagur • 27. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo NSÍ-Skála mánakvøldið Seinasti dysturin í 24. umfarinum av Formula-deildini var avblástur, tá dómarin ikki helt veðrið vera til fót- bóltsspæl. Ein nýggj roynd at avgreiða dystin skuldi verða mánadagin kl. 17. -mørk Hálvoyggin við sponsku suður- strondina hevur nú stevnt altjóða olymp- isku nevndini, sum hevur súltað um- sóknini um limaskap IOC-LIMASKAPUR Jákup Mørk Tað hevur verið tosað nógv um møguleikan hjá Føroy- um fyri limaskap í OL- høpi. Misjavnt hevur verið, hvørja áskoðan fólk hava havt á hetta, men nevndin hjá ÍSF hevur tó alla tíðina roynt at arbeitt fram móti málinum. - Vit hava havt eina um- sókn liggjandi nú í meira enn 20 ár. Enn hava vit ongan tíð fingið eitt greitt avslag, og tað hevur havt við sær, at vit sjálvi hava hildið fast um, at okkara umsókn skal viðgerast eftir gomlu reglunum, staðfestir Heðin Mortensen, forseti í ÍSF. Hann hevur júst verið á norðurlendskum ítróttar- fundi, har eisini limurin hjá Danmark í IOC-nevndini var hjástaddur, og sjálvur heldur Heðin, at tað vóru góð tíðindi, sum hesin hevði at bera. Við gomlu reglunum fyri eina umsókn meinar Heðin við tær broytingar, sum vórðu gjørdar í upptøku- treytunum í 1993. Tá varð nevnliga staðfesta, at ein- ans sjálvstøðugar tjóðir við ST-limaskapi kundu gerast limir. - Tað eru bara tvey lond, sum hava havt umsóknir liggjandi eftir gomlu regl- unum, og tey eru Føroyar og Gibraltar, sigur Heðin Mortensen. - Júst støðan hjá Gibralt- ar gjørdi kanska eisini, at okkara umsókn varð súltað í síni tíð. Og at hendan ongantíð er komin veruliga til viðgerðar. Tí hóast IOC sum so ikki hevur nakað við politikk at gera, so kemur tað ofta politikkur í avgerðirnar. Og sum støð- an var í Gibraltar og Spania um tað mundið, sum umsóknin varð latin inn, so stóð greitt, at tað vildi givið ein politiskan trupulleika, um Gibraltar fekk limaskap. - Samstundis visti IOC tó av, at Gibraltar leyk allar tær treytir, sum vórðu settar fyri upptøku, og tí varð málið at kalla súltað í onkrari skrivaraborðs- skuffu. Og nú hevur Gibr- altar so stevnt IOC, sum teir siga av órøttum hevur forðað teimum í at gerast limir. Og tað er her, at mál- ið verður áhugavert fyri okkum, staðfestir føroyski forseting. - Tí vinnur Gibraltar sítt rættarmál, sum væntandi verður avgjørt í vetur ella komandi vár, so tykist tað nærum víst, at føroyska umsóknin eisini verður gingin á møti. Sum nevnt, so er tað framvegis upp- runaliga umsóknin, sum - við ymsum dagføringum - er grundarlagið undir okk- ara umsókn, so vit bíða nú sera spentir eftir, hvat kann henda í hesum málinum, staðfestir Heðin Morten- sen. Gibraltar førir sak Føroya Umframt at tveir av størstu profilunum hava givið avboð, er tað stórur trupulleiki, at fleiri av landsliðs- spælarunum hava lítla dystarvenjing LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Todi Jónsson verður ikki í ferðalagnum, tá ið lands- liðið 12. oktober verður í Ísrael, har seinasti dysturin í HM undankappingini verð- ur á skránni. Umframt at veteranurin í álopinum ikki verður við, er tað greitt, at Súni Olsen ikki verður við, og at fleiri av hinum spæl- arunum ikki eru í serliga góðari dystarvenjing. - Henrik Larsen og eg hava tosað um støðuna so- leiðis, sum hon er, og vit eru samdir um, at tað í løtuni er best, at eg savni alla mína orku um at spæla við Start, sigur Todi Jónsson úr Kristi- ansand, har hann sunnu- kvøldið var við til at leggja Start á odda aftur í norsku landskappingini. Um hann yvirhøvur verð- ur at síggja aftur á lands- liðnum, veit Todi einki at siga um. Hann hevur ikki tikið endaliga avgerð um ikki at spæla á landsliðn- um. Men tað er ein veru- leiki, at næsta týdningar- mikla avbjóðingin, sum verður hjá landsliðnum, eftir at teir hava verið í Ísrael, verður ikki á skránni fyrrenn eina ferð næsta heyst, tá ið tað verður farið undir nýggja EM undan- kapping, Tá verður Todi 34 og eitt hálvt ára gamalur. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at Súni Olsen ikki verður við, tá ið landsliðið fer til Ísraels. Súni er plág- aður av skaða í lærkrikan- um. Skaðin hevur hildið honum burtur frá besta AaB liðnum í ein mánað. Á heimasíðuni hjá felagnum siga teir seg rokna við, at tað fara at ganga einar tvær vikur, áðrenn gøtumaðurin aftur verður førur fyri at spæla, og tað vil siga, at Súni neyvan verður førur fyri at spæla, tá ið lands- liðið skal royna seg í Ísrael, og at hann í hvussu so er ikki fer at vera í røttu dystarvenjingini. Hyggja at Umframt at tveir av størstu profilunum ikki eru tøkir, so kemur tað eisini illa við, at fleiri av hinum spælarun- um, sum royna seg uttan- lands, ikki sleppa framat á besta liðnum og harvið ikki eru í røttu dystarvenjingini undan ferðini til Ísrael. Johan B. Hansen hevur ikki spælt við Horsens síðani hann seinast var á landsliðnum. Atli Daniel- sen hevur ikki spælt við Sogndal, síðani hann var heima í landsliðsørindum, og Rógvi Jacobsen hevur spælt millum lítið og einki, síðani hann flutti úr Íslandi og KR og til Danmarkar og SønderjyskE. Harafturat hevur Símun Samuelsen ikki verið nógv á liðnum, síðani hann kom til Kefla- víkar, og nú er meiri enn ein vika síðani, at íslendska kappingin var liðug. Í einstøkum førum hevur tað víst seg, at spælararnir eru verri fyri í kappingini um plássini, tá ið teir eru komnir til hús aftur, eftir at teir hava verið heima í landsliðsørindum. Bestu kappingarnar hvíla, meðan landsliðsfótbóltur er á skránni. Tað gera lægru kappingarnar ikki, og tað hevur í fleiri førum víst seg at kosta møguleikan hjá før- oyskum landsliðsspælarum. Føroyar og Ísrael skulu spæla í Tel-Aviv leygar- dagin 8. oktober klokkan 20.50 lokala tíð. Tað er klokkan 18.50 føroyska tíð. Fyrrpartin í gjár boðaði FSF frá hvørjar spælarar Henrik Larsen vil hava við, tá ið hann fyri síðstu ferð fer at hava ábyrgdina av landsliðnum. Teir, sum hava fingið landsliðsboð, eru: Jens Martin Knudsen og Christi- an Høgni Jacobsen úr NSÍ, Heðin á Lakjuni, KÍ, Jákup Mikkelsen, Fróði Benja- minsen og Ingi Højsted úr B36, Jákup á Borg, HB, Óli Johannesen, TB, Jónhard Frederiksberg og Pauli G Hansen, SKÁLA, Mortan úr Hørg, VB, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, Jón Rói Jacobsen og Gunn- ar Nielsen FREM, Johan Byrial Hansen, Horsens BK, Claus Bech Jørgensen, Coventry, Rógvi Jacobsen, SønderjydskE, Símun Samuelsen, Keflavík og Atli Danielsen, Sogndal. Farið verður úr Føroyum 4. oktober klokkan 8.15. Ferðin til Tel-Aviv verður long. Flogið verður umveg- is Keypmannahavn og Zür- ich, og ferðalagið ætlast at lenda í Ísrael klokkan 2.55 náttina til 5. oktober. Ferða- lagið verður aftur í Føroy- um 9. oktober klokkan 20.15. Todi verður ikki við móti Ísrael Todi Jónsson verður ikki partur av føroyska ferðalagnum, sum fer til Ísrael um góða viku. Og enn er ikki greitt, hvørt fremsti føroyski spælarin hevur spælt sín seinasta landsdyst