týsdagur 27. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 27. september 2005
15
Fleiri
agentar
ávegis
Síðani altjóða reglurnar
um FIFA-agentar komu í
gildi, hevur tað verið
North Atlantic Football
Agency við Jákup í
Stórustovu, ið sum tann
einasti á føroyska markn-
aðinum, sukm hevur havt
loyvi at umboða fótbólts-
spælarar. Kanska er talan
ikki um eitt øki við eini
veldugari
forrætning,
men seinastu tíðina hevur
tað tó eydnast felagnum
at fáa alt fleiri spælarar
uttanlands.
Stórur partur av grund-
arlagnum undan virkin-
um er sjálvandi, at Jákup
í Stórustovu sum einsa-
mallur á marknaðinum
hevur havt flestu før-
oysku landsliðsspælarar-
nir um hendi. Spurning-
urin er kanska eisini,
hvørt tað er grundarlag
fyri fleiri slíkum agentum
í Føroyum, men tykist tað
í øllum førum so, at tað
verða fleiri á marknað-
inum.
Sum skilst, so eru tað í
tríggir ella fýra føroy-
ingar, sum ætla sær upp
til
FIFA-próvtøku,
tá
hendan verður á skránni
komandi hósdag. Tað
eydnaðist okkum tó ikki
at fáa tíðindini váttað hjá
FSF, sum skal viðmæla
slíkar umsóknir.
-mørk
Claus tapti
Coventry legði leygar-
dagin rygg til fyrsta tapið
á heimavølli í hesum
kappingarárinum. Claus
Bech Jørgensen er tann
av føroysku landsliðs-
spælarunum sum viku
eftir viku spælir framm-
anfyri flestu áskoðarun-
um. Hesa ferð vóru
21.161
áskoðarar
og
hugdu at.
Hull, sum er gamla fel-
agið hjá Julian Johnsson,
vann 2-0. Málskjútti í
báðum førum var 21 ára
gamli John Welsh, sum
Hull hevur leigað frá Liv-
erpool. Síðstu tjúgu min-
uttirnar vóru teir í Coven-
try fleiri á vøllinum, tí ein
av Hull spælarunum var
vístur av vøllinum.
Claus Bech Jørgensen
var aftur hesa ferð millum
teir fyrstu ellivu, men
hann var tikin út, tá ið
seinna
umfarið
var
knappliga hálvrunnið.
-jh
KÍ-ÍF 0-2 (0-1):
ÍF hevur funnið stevið aftur
Annað vikuskiftið á
rað megnaðu fugl-
firðingar at fara av
torførum útivølli við
úrtøku, og hesa ferð
settu teir rudduliga
KÍ upp á pláss
KÍ-ÍF
Jóannes Hansen
Tá ið tað síðsta vikuskiftið í
mars varð farið undir fyrstu
landskappingina, sum fevn-
ir um 27 umfør, var ÍF væl
fyri. Fuglfirðingar vóru
fyrsta partin av kappingini
millum oddaliðini. Men so
steðgaði upp, og ÍF hevur
leingi talst millum tey, sum
fyrst og fremst hava hugsað
um stríðið fyri at sleppa
undan niðurflytingini.
Nú tað resta trý umfør,
nýtist ÍF ikki at hugsa um
niðurflytingina. Við sann-
førandi avrikum í Gunda-
dali næstsíðsta sunnudag
móti B36 (1-1), og við
trivaligum 2-0 sigri á KÍ í
Klaksvík sunnudagin, so er
ÍF so at siga leyst av
vandanum at flyta niður.
Tað skal ganga meiri enn
illa hjá ÍF, um teir ikki
skulu fáa okkurt stigið
afturat, og tað skal ganga
meiri enn væl hjá teimum,
sum eru undir ÍF á talvuni,
um teir skulu fáa fuglfirð-
ingar aftur.
Tað kann væl vera, at KÍ
eisini fer at verða partur av
bestu deildini næsta ár. Men
sunnudagurin boðaði ikki
frá, at klaksvíkingar fara at
fáa serliga úrtøku í trimum
teimum síðstu umførunum,
tá ið teir skulu spæla í
Gundadali móti B36 og HB
á heimavølli móti NSÍ.
KÍ hugburðurin var lítið
at rópa hurrá fyri, tá ið
klaksvíkingar vóru møttir
fyri at siga farvæl við Kurt
Mørkøre, ið sum 36 ára
gamalur hevur gjørt av at
seta fótbóltsstivlarnar á
hillina fyri alla síðstu ferð.
Tá var munur á ÍF. Fugl-
firðingar settu seg væl og
virðiliga á miðvøllin, teir
spældu seg til størstu
møguleikarnar, og tað tókt-
ist bara at vera ein spurn-
ingur um tíð í toluligu veð-
urlíkindunum,
nær
ÍF
skuldi fáa mál.
Tað fekk ÍF, tá ið knapp-
liga tjúgu minuttir vóru
farnir, og uppspælið og
málið vóru frágera góð.
Eftir framlegging í høgru
síðu sneiddi Sylla tveir av,
áðrenn hann legði hart inn-
fyri, og millum tríggjar
verjuspælarar hjá klaksvík-
ingum var miðvallarin Eyð-
un Ryggshamar fyrstur á,
setti krúllin undir bóltin,
sum brast í netmeskarnar.
KÍ hevði verið eitt sindur
avmált í útgangsstøðuni.
Tað ráddi um at halda tørn
um tað, sum teir høvdu frá
dystarbyrjan. Men eftir ÍF
málið vóru teir noyddir at
sleppa eitt sindur í verju-
partinum fyri at leggja
meiri dent á álopspartin.
Hetta bar við sær, at tað
gjørdist lættari hjá ÍF at fara
í mótálop. Klaksvíkingar
høvdu bóltin eins nógv og
kanska meiri enn gestirnir,
men tað var nógv størri
hugflog, tyngd og broddur í,
tá ið ÍF søkti at. KÍ verjan
var ikki eins sannførandi,
sum hon hevur verið nógvu
tær seinastu ferðirnar, tá ið
Jan Andreasen, sum ivaleyst
hevur verið mest støðugi KÍ
spælarin síðani venjara-
skifti, hevur verið størsti
stuðulin. Hesa ferð var Jan
ikki millum teir fyrstu ell-
ivu, og hann kom ikki á
vøllin fyrrenn í 2. hálvleiki.
ÍF hevði fleiri møguleikar
at gera fleiri mál í 1. hálv-
leiki, men teir fingu ikki
mál eitt nú tí Meinhard
Joensen stóð stinnur millum
stólparnar í KÍ málinum.
KÍ royndi eftir steðgin at
venda gongdini. Men tað
stemmaði ikki millum vilj-
an og ætlanirnar og gongd-
ina á vøllinum. ÍF hevði
størri tyngd í nærdystunm,
teir vóru fyrstir á næstu
bóltunum, teir fluttu seg
betri enn mótstøðumennin-
ir, teir vóru tryggari í verju-
partinum, stinnari á mið-
vøllinum, og tað vóru
greiðari ætlanir um, hvat
tað skuldi enda við, tá ið
teir fóru í álop.
Sannførandi ÍF sigurin
varð staðfestur miðskeiðis í
2. hálvleiki. Frammanund-
an hevði ÍF havt bóltin á
málkarminum. 2-0 málið
skoraði Sylla Ahmed. Sum
ikki eina ferð so misti KÍ á
veg í álop. Fuglfirðingar
gjørdu skjótt av, bólturin
varð spældur fram til Sylla
sum í høgru sneiddi fram-
við mótstøðumanni, áðrenn
hann smekkaði bóltin upp í
nettakið aftanfyri sakleysa
málverjan.
KÍ royndi at leggja trýst á
seinnapartin av 2. hálvleiki,
tá ið Kristoffur Jacobsen
varð settur á vøllin, og tá ið
Ovi Nysted varð fluttur úr
miðverjuni og fram í álopið.
Nógv gekk fyri seg á ÍF
hálvuni hesa løtuna, men
tað var lítið hugflog í, og
Símun Eliasen og hinir í ÍF
miðverjuni høvdu ikki stór-
vegis trupulleikar at greiða
sín setning, tá ið KÍ royndi
at senda í brotsteigin fram-
manfyri stinna Jacob Kaas.
ÍF tykist rættuliga vera
komið fyri seg aftur, og nú
er spurningurin, hvat teir
fara at megna at gera, tá ið
HB sunnudagin fer at vitja í
Fuglafirði. Klaksvíkingar
ásanna, at talan sunnudagin
var um kollektivan offday,
og teir siga seg hava ætlanir
um, at tað skal vera øðrvísi,
tá ið teir tvær tær næstu
ferðirnar skulu spæla í
Gundadali móti B36 og HB.
KÍ-ÍF 0-2 (0-1)
0-1: Eyðun Ryggshamar, 17
0-2: Sylla Ahmed, 52
Dómari: Jens Petur Brattalíð
KÍ: Meinhardt Joensen – Eyðun Klakstein, Niclas
Niclasen, Ovi Nysted, Harley Bertholdsen (Jan
Andreasen, 81.) – Arnhold Joensen (Kristoffur
Jakobsen, 61.), Marek Wierzbicki, Símun Joensen
(Høgni Madsen, 41.), Heðin á Lakjuni – Kurt
Mørkøre, Hjalgrím Elttør
Gult kort:
ÍF: Jacob Kaas – Áki Petersen, Jonn S. Thomsen,
Símun Eliasen, Rúni Elttør – Eyðun Ryggshamar
(Bárður á Lakjuni, 87.), Emil N. Leifsson, Høgni
Zachariassen – Hanus Eliasen (Bartal Eliasen, 82.),
Sylla D. Amed, Atli Petersen
FAKTA UM DYSTIN
Fuglfirðingar vóru leikliga oman á allar størsta partin av dystinum, og tað var fult uppiborið, at tað vórðu teir, sum fóru avstað við øllum trimum stigunum
savnsmynd