týsdagur 27. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 183 - 27. september 2005
Leygardagin gjørdist
kappsúkklarin
Gunnar Dahl-Olsen
føroyameistari 30 km
einkultstarti.
SÚKKLING
tíðindaskriv
Við sgrinum leygardagin
hevur Gunnar nú vunnið
allar
FM-kappingarnar,
sum hava verið í ár. Fyrr í
ár hevur hann eisini vunnið
býarsúkkling og 100 km
landavegasúkkling
Leygardagin vóru bæði
startur og mál við plantu-
søluna í Hoyvík. Leiðin
gekk til Kaldbaks og aftur á
mál, í alt 30 km. Súkklarini
vórur sendir avstað, ein og
ein við einum minutti mill-
um hvønn.
Tíðin hjá Gunnari var 43
minuttir og 58 sekund.
Hetta er ikki nøkur sera góð
tíð hjá Gunnari, grundin til
at hann ikki súkklaði eins
skjótt í ár sum undanfarnu
ár, er helst at hann ikki
kendi eins nógva kapping
frá hinum súkklarunum í ár
í mun til undanfarnu árini.
Men einki skal takast frá
Gunnari, tí hann vann so
ruddiliga, munurin millum
hann og nummar tvey vóru
heilir fýra minuttir.
Unglingar og teir
gomlu
Hjá unglingunum gjørdist
Torkil Veyhe føroyameist-
ari, munurin millum hann
og nr. 2 var umleið 3 min-
uttir, og hann betraði sína tí
frá 2004 við hálvum triðja
minutti. Eisini Sigmund
Olsson súkklaði ein góðan
einkultstart
og
betraði
eisini sína tíð frá 2004. So
tað sæst stór framgongd hjá
teimum ungu súkklarunum.
Bergur Ingemarson bleiv
nummar 3.
»Teir gomlu«, sigur onk-
ur um motiónistarnar, men
tað er helst eingin ivi um, at
teir eru eins uppsettir at
vinna á hvør øðrum, sum
allir hinir orduligu kapp-
súkklararnir. Størsri mun-
urin á teimum og restini er,
at teir ikki takað tað so
tungt, um tað ikki gongur
teimum so væl í kapp-
ingini.
Startrampa
Sum nakað nýtt var ein
startrampa gjørd til kapp-
ingina. Hon er gjørd so-
leiðis at tað kemur eitt sind-
ur av ferð á súkkluna bein-
anvegin tá súkklarin startar.
Hetta er vanligt uttanlands,
men fyrstu ferð at hetta er
roynt í Føroyum.
Úrslitini
Elita:
1 Gunnar Dahl-Olsen
00:43:58
2 Esmar Joensen 00:48:40
3 Høgni Øster
00:56:00
Unglingar
1 Torkil Veyhe
00:48:54
2 Sigmund Olsson00:51:53
3 Bergur Ingemarsson
00:57:47
Motión
1 Sverri M. Edvinsson
00:50:47
2 Kjartan Egholm00:55:08
3 Kári Simonsen 00:56:55
3 Evald Rasmussen
00:56:55
Gunnar vann einkultstartin
Jøvn kapping við svia omaná
Einans tvey stig skiltu
vinnaran og aftasta
telvaran í 4th Klaks-
vík International.
Johan Eriksson vann
fyri aðru ferð í Klaks-
vík, meðan Heini
Olsen varð besti før-
oyingur við sínum 2.
plássi
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Við úrslitunum í Klaksvík
síggja vit eina góða útvikl-
ing í mun til hinar Klaksvík
International kappingarnar.
Fyrr hava føroyingarnir
ikki blandað seg í odda-
stríðið eins væl. Nú er at
kalla eingin munur millum
okkara sterkastu og altjóða
meistararnar.
Vit
hava
telvarar við IM-styrki, men
enn vanta seinastu normar-
nar. Bara í ár hava vit fingið
tríggjar normar og tað
prógvar at vit eru á rætta
vegi.
4th Klaksvík Internation-
al eydnaðist avbera væl.
Fjølmiðlarnir bóru dagliga
tíðindi um gongdina og tað
er at fegnast um. Góðu og
serligu umstøðurnar í For-
minnissavninum, gav ein
hugnaligan anda yvir kapp-
ingina. Talvini flest vóru
eisini spennandi og væl-
leikt.
Normurin sum hvarv
Tá kappingin var komin í
helvt eftir fimta umfar, sá
tað lovandi út hjá Hans
Kristiani Simonsen. Hann
var saman við Johan Eriks-
son á odda við 3,5 stigum
og normkravið áljóðandi 7
stig var avgjørt møguligt.
Men stígur kom í og seinna
helvt kastaði bert 1 stig av
sær á Hans Kristian.
Hans Kristian tapti leik-
andi lætt á føroyingunum í
seinnu helvt. Ávíkavist 26
og 12 leikir. Tað eigur
sjálvsagt ikki at koma fyri
tá ein jagstrar nomrar, men
slíkt kann henda, eisini fyri
tann besta.
Spell fyri Hans Kristian,
at kappingin endaði so-
leiðis, men hóast illseinan
endaróður, vinnur Hans
Kristian sær eitt sindur av
føroyskari rating. Altjóða
ratingtal hansara er hægri
enn tað føroyska og tí
vinnur hann sær ikki nøkur
sokallaði elo-ratingstig.
Ziska mannaði seg
upp
Flúgvandi í seinnu helvt var
Helgi Dam Ziska. Eftir trý
tap á rað og tveir javnleikir,
telvaði hann seg heitan í
seinnu helvt og vann sær
trý stig og fekk sostatt 4
stig samanlagt. Eitt væla
úrslit, sum eisini gevur fitt
av rating til unga Ziska-
mannin. Hann fall als ikki í
fátt, sum fleiri høvdu gjørt,
eftir trý tap á rað.
Helgi prógvaði veruliga
sínar dygdir í Klaksvík.
Serliga kom tað til sjóndar,
tá hann í í trýstum støðum
fann effektivar verjuleikir,
sum bjargaði honum javn-
leikir ímóti altjóða meistar-
unum. Sigurin á Heina og
Hans Kristian bera eisini
boð um, at Helgi skjótt
verður at síggja í absolutta
toppinum í føroyskari telv-
ing. Eftir kappingina hevur
hann 2176 ratingstig og
røkkur tað til 11. pláss á før-
oyska ratinglistanum. Re-
ella styrkin hjá Helga liggur
tó helst omanfyri 2300.
Hálvt stig frá
kappingarsigri
Heini Olsen stóð seg best av
føroyingunum. Nærlagdur
og væl fyrireikaður til talv-
ini. Heini blandaði seg bein-
anvegin í oddastríðið og
Eriksson og Hans Kristian
kundu ongantíð kenna seg
tryggar. Og tá Heini vann á
Hans Kristiani í 8. umfari,
varð tað hann sum bleiv
besta føroyska kortið í sein-
astu umførunum.
Undan seinasta umfar var
støðan tann, at Eriksson
hevði 6 stig og Heini 5. Og
tá Eirik Gullaksen vann á
Eriksson,
hevði
Heina
gyltan møguleikan at vinna
kappingina, um hann vann
sítt talv á Jens Ove Fries
Nielsen. Men góða og
djarva telvingin hjá Heina í
einum fløktum og spenn-
andi talvi, førdi tíverri bert
til ein javnleik. Heini hevði
eitt skiftið lovandi støðu,
men sum sagt, so var talvið
fløkt og tað var avgjørt
eingin løtt uppgáva at vinna
tað.
Johan Eriksson vann tí
4th Klaksvík International.
Hann vann somuleiðis 2nd
Klaksvík International í
2003. Hóast eina soltna
seinnu helvt, varð 6 stig
nóg mikið fyri svian. Gull-
aksen bardi seg upp á eitt
deilt 2. pláss og tað er hann
helst nøgdur við, tá vit
hugsa um ringu fyrru helvt
hansara. Vinnarin í fjør
Jens Ove skuffaði við 4,5
stigum.
Talvið hesa vikuna
Heini
Olsen
-
Hans
Kristian Simonsen
4th Klaksvik Internati-
onal (8), 22.09.2005
1.d4 d5 2.c4 e6 3.Rif3 c6
4.Ric3 Rif6 5.Bg5 Ribd7
6.cxd5 cxd5 7.e3 Bb4
8.Bd3 Fa5 9.Fc2 Rie4
10.0-0
Bxc3
11.bxc3
Rixg5 (Ikki er nøktandi at
leika:
11...Rixc3??
12.Rfc1 og Riddarin kann
ikki flytast orsakað av
Fxc8+!) 12.Rixg5 Rib6?
(Í og so naivt. Rif6 er
trygga og eisini besta
svarið) 13.Bxh7 (Ja, hví
ikki
taka
finnuna?)
13...Bd7? (Hans Kristian
segði eftir talvið, at hann
ikki sá framhaldið hjá
Heina) 14.Bg6! fxg6 (Ikki
nyttar at verja finnuna:
14...Rf8 15.Bxf7+! Rxf7
16.Fg6) 15.Fxg6+ Kd8
16.Rif7+ Kc7 17.Fg3+
Kc6
(Lítið
hjálpir
17...Kc8
18.Nd6+
og
svarta
frúgvin
verður
søga) 18.Rie5+ (Støðan er
vunnin hjá hvítum, men
enn vantar nakað av
arbeiði)
18...Kb5
19.Rfb1+ Ka6 20.Rid3
Fxc3
21.Ric5+
Ka5
22.Rixb7+ Ka6 23.Ric5+
Ka5 24.Fd6! Rhc8 25.a4!
Bxa4 (Besta verjan hevði
verið Bc6, men kortini er
svarta støðan ikki at
bjarga. Telduforritið Fritz
7 sigur frá greiðum
hvítum fyrimuni)
DIAGRAM
Støðumynd
eftir
25...Bxa4
26.Fxb6+! Og skák mát
verður eftir 26...axb6
27.Rxa4++. Heini hevði
eisini
annan
mátmøguleika: 26.Rxa4+
Rixa4 27.Rib7++ 1-0
Endaliga støðan í 4th Klaksvík International
1 IM Eriksson Johan
SWE
2423
6.0
2 Olsen Heini
FAI
2325
5.5
3 IM Gullaksen Eirik
NOR
2382
5.5
4 Simonsen Hans Kristian
FAI
2305
4.5
5 IM Fries-Nielsen Jens Ove
DEN
2381
4.5
6 Ziska Helgi Dam
FAI
2177
4.0
Fram til tað seinasta var
Heini Olsen partur av
oddastríðnum. Men hann
gjørdist akkurát ov stuttur, tá
tað gjørdist til remis móti
Jens Ove Fries úr Danmark