týsdagur 27. september 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Í toppdystinum í
Kristiansand var
eingin ivi um, at
heimaliðið var om-
aná, og nú sær ikki so
galið út hjá Start, sum
á pappírinum hevur
lættari skrá í fýra
teimum síðstu umfør-
unum enn kappingar-
neytarnir hava tað
NOREG
Jóannes Hansen
Nú tað resta fýra umfør av
landskappingini, eru vánir-
nar ikki so galnar fyri, at
tað fyri fyrstu ferð nakran-
tíð skal eydnast føroyskum
spælara at vinna norska
meistaraskapin.
Todi Jónsson og liðfelag-
arnir hjá honum í Start
vunnu sunnukvøldið trygg-
an 3-0 sigur á heimavølli
móti Vålerenga úr Oslo,
sum kundi havt tikið stórt
stig móti meistaraheitinum,
um teir høvdu fingið fult.
Hagtølini søgdu, at Start
var besta heimaliðið, og at
Vålerenga var besta útiliðið
í norskum fótbólti. Tá ið
hesi bæði liðini sunnu-
kvøldið frammanfyri full-
settum stadion í Kristian-
sand og í 100 ára føðingar-
dagsdystinum hjá Start
stóðu andlit til andlit var
eingin ivi. Start var greitt
omaná, og serliga í 2. hálv-
leiki spældu teir mót-
støðuliðið orduliga út av
vøllinum.
Todi Jónsson var millum
ellivu teir fyrstu hjá Start.
Hann var á vøllinum, inntil
seinna umfarið var tíggju
minuttir gamalt. Tá var
støðan 2-0, og Start hevði
dystin í sínari hulu hond.
- Samanspælið gekk væl.
Vit vunnu nærdystirnar, og
vit vóru fyrstir á returbólt-
unum, og eg haldi sjálvur,
at tað ikki gekk so galið hjá
mær. At eg varð tikin av
vøllinum komst av, at eg
sjálvur bað um tað. Eg
kendi tað knýta seg eitt
sindur í baklærinum, og so
var betri at fara av vøllin-
um, sigur Todi Jónsson úr
Kristiansand.
Start
venjarin,
Tom
Nordlie, er ógvuliga mark-
antur. Todi sigur seg ikki
áður hava upplivað venjara
við so sterkum karisma.
- Hann hevur framúr evni
at seta spælararnar upp.
Hesa ferð var tað kanska
ikki neyðugt, men hann
gjørdi í hvussu so er sítt.
Eitt nú vísti hann okkum
upptøkur
frá
heimadystunum
móti
Rosenborg og Viking, sum
vit í báðum førum vunnu 5-
2.
Hví heldur tú, at tað
ikki var neyðugt hjá
honum at seta tykkum
upp hesa ferð?
- Tí tað vórðu vit í vikuni
upp undir oddabrakið. Í
pressuni
og
í
norska
f ó t b ó l t s h e i m i n u m
yvirhøvur hevur verið víst
á, at liðið hjá okkum, sum
jú er uppflytari frá í fjør, er
ungt, og at Vålerenga
hevur
roynt
lið.
Spurningur hevur verið
settur við, um óroynda
liðið fór at standa seg,
nú pressan av álvara hevur
víst liðnum áhuga, og fleiri
hava hildið, at úrslitini
seinastu ferðirnar hava
verið góðar ábendingar um,
at Start hevur verið steðgað
upp.
Men tað hevur ikki
gingið nakað serligt?
- Tað hevur verið stórur
munur
úrslitunum
á
heimavølli og á útivølli.
Men vit hava gott mót um,
at vit kunnu vera við í
kappingini,
hóast
tað
verður torført, staðfestir
Todi Jónsson.
Í fýra teimum seinastu
umførunum kundi tað sæð
út til, at skráin hjá Start ikki
er so torfør, sum hon er tað
hjá Vålerenga. Start skal
spæla á útivølli í Tromsø, á
heimavølli móti Aalesund,
á útivølli í Bodø og á
heimavølli
móti
Fredrikstad.
Vålerenga skal spæla á
heimavølli
móti
grannunum úr Lyn, á
útivølli móti Viking, á
heimavølli móti Rosenborg
og á útivølli móti Odd. Tað
vil við øðrum orðum siga,
at Start skal spæla móti
botnliðunum,
og
at
Rosenborg skal spæla móti
oddaliðunum
og
fyrrverandi stórfelagnum
Rosenborg.
Toppurin tapti
Í vikuskiftinum kom tað
serliga væl við hjá Start, at
fleiri av feløgunum, sum
eru á næstu plássunum
niðanfyri Start, ikki fingu
góða úrtøku.
Viking, sum fyrrverandi
FCK
venjarin,
Roy
Hodgson, hevur ábyrgdina
av, tapti á heimavøllinum í
Stavanger
3-1
móti
HamKam,
sum
Ståle
Solbakken, sum áður hevur
spælt saman við Toda
Jónsson í FCK, og sum tað
verður roknað við verður
næsti FCK venjarin, hevur
ábyrgdina av.
Brann úr Bergen tapti á
útivølli í Oslo móti Lyn 1-
0, og Lillestrøm tapti 2-1 á
heimavølli
móti
botnliðnum Tromsø.
Í botninum var tað eisini
merkisvert, at Aalesund,
sum - um felagið hevði tapt
- hevði verið niðurflutt,
vann 4-1 á útivølli móti
Fredrikstad. Fredrikstad,
sum Todi Jónsson í
summar
var
um
reppið at skriva
sáttmála
við,
hevur
síðani
teir í august
vunnu 5-1 á
Rosenborg,
tapt
seks
dystir á rað
v
i
ð
málmuninum
3-17. Nú er Fredrikstad
millum
evnini
til
niðurflyting,
staðfestir
venjarin, Egil Drillo Olsen.
Hjá Rosenborg hevur
leingi staðið illa til. Undan
heimadystinum móti Odd
Grenland høvdu trettan
faldu meistararnir ryggin
móti múrinum, men nú
svaraðu
teir
aftur.
Rosenborg vann 6-0. Men
tá ið hini botnliðini eisini
vunnu,
er
støðan
hjá
Rosenborg ikki so nógv
batnað - í hvussu so er ikki
fyribils. Í gjárkvøldið var
dystur á skránni millum
Bodø/Glimt og Molde.
maersk-skibsoffi cer.dk
"Jonathan, skibsoffi cersstuderende
Det er fedt, at du i tre måneder kan koncentrere
dig 100% om dit arbejde og så bagefter har
tre måneder, hvor du har fri."
Vi søger 100 studerende
til skibsoffi cers-
uddannelsen.
Start 9. januar
Du er klar til en uddannelse, der udfordrer både dine boglige og tekniske
færdigheder. Som hurtigt giver dig muligheden for at prøve kræfter med
dit fremtidige job i en af verdens største handelsfl åder. Og som kræver,
at du kan fastholde det store overblik såvel som fokus på detaljen.
Læs meget mere om uddannelsen og jobbet på maersk-skibsoffi cer.dk,
hvor du også kan bestille informationsmateriale og ansøgningsskema
samt sende din ansøgning online. Kommer du i betragtning, modtager
du herefter indkaldelse til en optagelsesprøve. Du kan også ringe
til os på +45 3398 7000.
Gør tanke til handling allerede i dag!
Vi afholder optagelsesprøve den 3. november 2005 i Thorshavn.
Todi er aftur á meistarakós
Nr. 183 - 27. september 2005