Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 183 - 27. september 2005 Hósdagurin 29. sep- tember verður dagur- in tá ið føroyingar yvirtaka nýggja Smyril. Men tað fer at taka einar tvær, tríggjar vikur afturat at fáa hann í sigling NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nýggi Smyril verður yvir- tikin hósdagin 29. septemb- er. Tað er úrslitið av fundi ímillum Strandferðsluna og sponsku skipasmiðjuna nú umvikuskiftið. Í sambandi við, at nýggi Smyril varð doyptur leygar- dagin, hevur eisini fundur verið ímillum sponsku skipasmiðjuna og Strand- ferðsluna um, nær Smyril skal yvirtakast. Og partarnir eru samdir um, at hann skal verða klárur at yvirtaka hósdagin. Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at enn er ymiskt at gera heilt liðugt, men tað eru smáting og Strandferðslan og skipa- smiðjan eru samd um tað, sum skal gerast. Teir næstu dagarnir skulu nú brúkast til at gera skipið liðugt í og til at gera enda- liga sáttmálan lidnan. Stjórin í Strandferðsluni sigur, at eftir at hann er leveraður, fer tað at taka eina lítla viku gera hann siglingarkláran og so tekur tað fýra dagar at sigla hann heim. Men tá ið hann er heim- komin, fer tað aftur at taka nakrar dagar at gera hann kláran at sigla við ferða- fólki, eitt nú skal mann- ingin hava ymsar venjingar umborð í sambandi við trygdina. So tað verður ikki fyrr- enn í seinnu helvt í oktober, at hann verður settur í fasta sigling ímillum Suður- oynna og Havnina Ein stórur dagur Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður í samferðslu- málum er avbera væl nøgd- ur við skipið. Hann sigur, at talan er um eitt ómetaliga vakurt skip og umstøðurnar umborð eru sera góðar. – Eg havi eisini fingið at vita frá skipakønum, at tal- an er um eitt dygdarhand- verk, leggur hann afturat. Talan er um eitt skip við rættum cruisara-dygdum ov vit kunnu øll verða ómetaliga fegin um, at vit hava fingið eitt so stórt og gott skip at sigla á opnum havi við Hann væntar eisini, at ferðafólkastreymurin ímill- um Suðuroy og Havnina fer at veksa munandi. Tað var Anita Eidesgaard, løgmansfrúa, sum doypti nýggja Smyril. Nýggi Smyril yvirtakast h Í Spania og har um leiðir er siður at prestur vælsignar skipini, og soleiðis varð eisini gjørt leygardagin, tá nýggi Smyril varð doyptur leygardagin – Tú boðar um ljósar tíðir. Tú álit suðuroyingar ver. Ein knørrur so snøggur og fríður, Sum framburð til oynna ber. Má Harrin signa verkið Og føra teg trygt í Havn. Tað verið tí stavnamerki Og Smyril verður tít navn. Soleiðis segði Anita Eidesgaard, kona løgman, tá hon doypti nýggja Smyril leygardagin