Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. oktober 2000síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 33 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 198 - 14. oktober 2000 Nr. 198 - 14. oktober 2000 gult cyan magenta svart Heilsanir T¿kkir Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vi› gávum, fjarrit- um, blómum og á annan hátt gleddu okkum á hjúnabands- degi okkara 19. august 2000. Ingrid og Jákup Klein Vit vilja hjartaliga takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vóru vi› at gera silvurbrúdleypsdag okkara ógloymandi. Heilsan Jóna og Niels Juul Gó›a Rósa Hjartaliga tillukku vi› 8 ára fø›ingardegnum. Heilsan Per gubbi Gó›a Jóhanna Hjartaliga tillukku vi› 15 ára degnum í dag og alt ta› besta í framtí› tíni. Mamma Gó›a kona og mamma Hjartaliga tillukku vi› 40 ára degnum í dag. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Vit elska teg. Heilsan Ragnar, Kenneth, Marner og Sólfinn Hey Jákup og Magnus Tillukku vi› døgunum 12. og 13. okt. Her eru tit ungir og penir, um vit hugsa um hári›, kundi ta› veri› lítlibeiggi. Bestu heilsanir vinir Gó›a Majbrith Lukka og gle›i á tínum 40 ára degi í dag. Her tú Einar hevur vi› li›, hann jú í Bergen var vi›, tá tú ongum gav fri›. Takk fyri nógvar gó›ar løtur. Heilsan eg Gó›a, elska›a mamma Hjartaliga tillukku vi› degnum og ein heilsan til Eigil. Eg elski tykkum bæ›i. Bestu ynski frá Ninni Gó›i Bjarki Hjartaliga tillukku á 9 ára fø›ingardegnum. Eisini ein heilsan til Sunnleif. Heilsan abbi, omma og gubbi Gó›a, elska›a Estri › Hjartaliga tillukku vi› 2 ára fø›ingardegnum ynskja mamma, babba og Ragnhild Gó›u Joan og Ena! Hjartaliga tillukku vi› 19 og 17 ára fø›ingardøgunum 12. og 14. okt. Vit gle›a okkum til í kvøld. Heilsan vit... 5. oktober fingu Magdalena og Jógvan Petersen, Viðar- eiði, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr. 6. oktober fingu Nomi og Stig Thomassen, Miðvágur, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr. 8. oktober fingu Joan O. og Erlendur E. Simonsen, Hvítanesi, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4600 gr. 8. oktober fingu Hilma Mortensen og Andrass Wil- helm Reinert, Tórshavn, ein son. Hann var 47 cm. langur og vigaði 2650 gr. 8. oktober fingu Durita Petersen og Børge D. Sø- rensen, Hoyvík, eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vig- aði 3200 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Gudstænastur 17. sunnudag eftir Trinitatis Havnar kirkja: kl. 11, konfirmatión, Elsa Funding Kaldbak: kl. 12, Sonja Klein Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Hestur: kl. 12, altarg., Bergur D. Joensen (Talvan gongur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) Miðvágur: kl. 11, altarg., David Johannesen. (Talvan gongur í øllum kirkjum í Vága Prestagjaldi fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini). Sørvágur: altarg., Inga Poulsen Dam Kollafjørður: kl. 12, Martin R. Jacobsen. (Talvan gongur í Kollafjarðar kirkju fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar). Fuglafjørður: kl. 12, altarg., Uni Næs. (Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan fyri sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu heimamissión- ini) Fríðrikskirkjan: kl. 11, altarg., Jónsvein Bech. (Talvan gongur í Nes prestagjaldi fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) Skála: kl. 11, altarg., (talvan gongur fyri Guðs orðs boðan) Selatrað: kl. 17, altarg., Jógvan Fríðriksson Norðskála: kl. 11.40, skriftamál, kl. 12 messa, Emil Olsen. (Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis prestagjaldi fyri Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) Rituvík: kl. 11, Meinhard Bjartalíð. (Talvan gongur fyri sunnu- dagsskúlan hjá Heimamissiónini) Klaksvík: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer Mikladalur: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen Hvannasund: kl. 12, altarg., P. O. K. Olofson Porkeri: kl. 11, Fámjin: kl. 12.30, altarg., (Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan) (Talvan gongur í Kvívíkar kirkju fyri landsarbeiðið hjá sunnu- dagsskúlunum) (Haldórsvíkar kirkja. Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini) ANDLÁT 04. oktober Ingibjørg Mørk Eysturoy, ættað úr Havn, búsitandi í Íslandi, 79 ár. 05. oktober John Nybo, Valby, ættaður av Viðareiði, 79 ár 06. oktober Anna Elisabeth Djurhuus, Porkeri, vanliga nevnd Betta, 79 ár. 11. oktober Kristianna Petersen, Selatrað, vanliga nevnd Nanna, 88 ár. 12. oktober Andreas Lava Olsen á Glyvrum, 68 ár. »Tí at so mangar sum Guds fyrijáttanir eru, í honum hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Gudi til æru við okkum«. 2. Korintbræv. 1, v. 20 Eins og ein reyður tráður ganga Guds lyfti og fyrijáttanir gjøgnum alla skriftina. Vit møta teimum bæði í lovsangi og í beinleiðis boðan. Og vit kunnu líta á tey, hóast tað ikki inniber, at Gud gongur øllum okkara ynskjum á møti. Og tað skulu vit vera glað fyri. Hann hevði sæð djúpt og skilt nógv, presturin, sum hvønn morgun bað: »Guð, hjálp mær í dag, at eg ikki má fáa mín vilja, men verið vilji tín«. Tá hann varð spurdur, hví hann bað soleiðis, svaraði hann: »Hevði eg støðugt biðið Gud um at fingið mín vilja, so kundi tað hent, at Gud ein dagin svaraði mær: Tað er í lagi tú skalt fáa tín vilja. Og eg hevði verið glataður«. Guds lyfti eru grundað á Guds trúfesti. Tí kunnu tey bera okkum gjøgnum allar vandar og kreppur. Tey siga okkum, at tað er vón fyri framman, eisini tá alt sær mest vónleyst út. Guds lyfti geva okkum mál og meining, og tey geva okkum frímóð og megi at ganga vegin, sum ber á mál, hvussu meiningsleyst alt annars kann tykjast okkum at vera. Og í dag verða vit mint á, at Guds lyfti og fyrijáttanir eru ikki bara orð, talað út í tóman heim. Men tey hava fingið andlit okkara millum. Guds lyfti og fyrijáttanir er Jesus. »Tí so mangar, sum Guds fyrijáttanir eru, í Jesusi hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Gudi til æru við okkum«. Jesus er Ja og Amen til allar Gud fyrijáttanir. Tú kanst líta á Guds Ja, tí Jesus er trygdin aftanfyri allar Guds fyrijáttanir. Hann hevur fullført frelsaragerningin. Og Gud hevur staðfest hann við at reisa Kristus upp frá deyðum, og harvið opna vegin fyri okkum frá deyð- anum til lívið. Og Gud vil ein dag staðfesta sítt Amen, tá hann eisini vil uppfylla tað, sum enn bíðar okkum, tað fullkomna Guds ríki, ein nýggjur himmal og ein nýggj jørð, har rættvísi býr. Legg mær vón í veikan barm, vón, sum lættir sorg og harm; gongst mær illa, gongst mær væl, takkarsongur ljóða skal. Sbn. 305, v.3. Jónsvein Bech Eitt ljós á gøtu míni Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnu- dagsskúli, kl. 18 evangeliskt møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 15 brúðarvígsla, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 11 morgunmøti, kl. 18 kvøldmøti. Mánadagin kl. 20 bønarskúlin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudagsskúli, kl. 17 møti. KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 15 í KFUK: Limafundur við Maju Dals- garð, evnið: Efesusbrævið kap. 1. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Niels Jacob Nielsen, trúboðara. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn, vit fáa vitjan av Birgith og Niels Juel. Frelsunarherurin Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, Eingrím Holm og Eddie Bech, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Eingrím Holm og Eddie Bech. Mánadagin kl. 17 skótar. »Tíð til Gud« verður í Pállstovu í Havn sunnukvøldið 15. okt. kl. 21. Á skránni er lovsongur, tilbiðjan og tala. Høgni Johannesen og Jógvan Skýlindal skipa fyri. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnu- dagsskúli, kl. 18 møti. Mánadagin kl. 19 løta fyri ung. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti, Manskórið skipar fyri. Innsavnan til ytrimissión. Barnaansing er hvørt sunnukvøld, meðan møtið er. Mánakvøldið er LU-arbeiði kl. 19, evni: Tríeindin v/ Torleif Johannesen. Kl. 19.55 venur Manskórið. Týskvøldið kl. 20 bíbliutími, Dánjal kap. 2 v. 1-23. Mikukvøldið venur Meinigheitskórið kl. 19. Hóskvøldið kl. 20 ungdómsmøti, Filmskvøld: »Dr. Dino« Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19 A.T.A.P. (Barnaklubbi). Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Palle Flyger frá »Åbne dører« Danmark, luttekur á møtinum. Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 8.30-9.30. Øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin verður ongin sunnudagsskúli og møti, vegna heystleguna. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti hjá Lív og Hans Clement- sen, Onnugøta 7. Øll eru vælkomin. Glæman í Kvívík Møti verður í Glæmuni sunnukvøldið kl. 19 við Regin Høgnesen og Magna Christiansen. Øll eru hjartaliga væl- komin. Saron, Vestmanna Onki møti sunnudagin. Mánadagin kl. 20 bønarmøti hjá Binu og Jón. Aglow, Vestmanna Fundur verður á La Careta leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur kunnu vera við. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 18 verður møti í Hósvík, bønarbólkur úr Havn luttekur. Norðskála kirkja Fyrilestur um Hans Adolf Brorson, biskup og sálmaskald, verður í møtisalinum í Norðskála kirkju sunnukvøldið kl. 19. Nakrir av sálmum hansara verða sungnir. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 19 møti við Hansy Nattestad. Mánakvøldið kl. 19.30 kemur sjómanskvinnuringurin saman. Keldan, Skálafirði Sunnudagin kl. 17 møti við Paula Høj. Barnamøti kl. 17. Tú ert vælkomin í Kelduna. Bíbliuskeiðrøðin yvir evni »Hin sanni lærisveinurin« verður hildin í hølum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará. Møtiskeiðrøðin heldur áfram hvønn leygardag kl. 19.00. Stigtakari og bíbillærari er David Bech. Nebo, Toftir Á fundinum sunnukvøldið kl. 18 luttekur Niels Vang. Missiónshúsið í Leirvík Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00 við Regin Høgne- sen. Aftaná verður drekka og undirhald við Reimund. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frá Trinitas Kórið Trinitas byrjar aftur at venja hósdagin 19. okt. kl. 19.30 í missiónshúsinum í Leirvík. Nýggir sangarar eru hjartaliga vælkomnir við. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við Símun P. Jacobsen. Týsdagin kl. 20 húsmøti hjá Gerdu Petersen, Syðru- gøtu. Hósdagin kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Eingrím og øðrum. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyðbróting, kl. 18 evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 bønarfundur. Týsdagin kl. 20 ungdómsfundur. Ónsdagin kl. 20 uppbygg. fundur. Aglow Suðuroy Fundur verður leygarkvøldið kl. 20 í hølinum hjá Tvør- oyrar Handverkarafelag. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Frelsunarherurin í Vági Leygarkvøldið kl. 20 bøn og lovsangur. Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 18 møti, Fredrik Joensen talar. Mánadagin kl. 20 Heimaforbundið. World Horizon bíbilskúli Næmingar úr World Horizon bíbilskúla vera í Suðuroy komandi viku. Mánakvøldið kl. 20 í bygdarhúsinum í Fámjin. Týskvøldið kl. 20 í Betania í Porkeri. Ónskvøldið kl. 20 í Frelsunarherinum í Vági. Tórskvøldið kl. 20 í skúlanum í Hovi. Fríggjakvøldið kl. 21 í missiónshúsinum á Tvøroyri. Leygarkvøldið kl. 20 í Ranhøll í Sandvík. Sunnumorgunin kl. 11 í Sion í Vági. 9. oktober fingu Femja Djurhuus og Eyðbjørn Lar- sen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600 gr. 9. oktober fingu Bjørg og Ingi Olsen, Vestmanna, eina dóttir. Hon var 53 cm. long og vigaði 3150 gr. 11. oktober fingu Birita E. Petersen og Tórfinn S. Simonsen, Sandavágur, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. 11. oktober fingu Jonna Sjúrðaberg og Kim Peter- sen, Leirvík, ein son. Hann var 46 cm. langur og vigaði 2000 gr.