Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 183 - 27. september 2005 UMMÆLI Rókur Jákupsson Jakobsen Klokkan var júst farin av midnátt. Salurin rungaði av ótolnum áskoðarum, ið geylaðu eftir Carpark North. Ljóðmenn gingu á pallinum og fingu tey sein- astu tingini uppá pláss, og onkur helt enntá at hetta vóru limir í bólkinum. Men spakuliga fóru ljóðmennir- nir av pallinum, og ein telduforritað intro byrjaði at ljóma. Fólki varnaðist hetta, og nú gjørdist hýrur- in enn meir intensur. Car- park North leypa út á pall- in, og venda rygg til áskoð- ararnar. Teir standa stillir meðan intro´in spælir út. Og so við eitt spreingja teir út í eina villa eufori av tón- listarligari megi, og áskoð- ararnir eru púra svakir. Hetta var byrjanin til ein av teimum bestu rokkkonsert- inum, ið vit hava upplivað á Føroyalandi. So skjótt sum tú hoyrdi Carpark North spæla legði tú til merkis, at her var tal- an um sera dugnaligar tón- leikarar. Her var snøgt sagt ongin slingur í valsinum. Teir spældu væl, og allar detaljurnar lógu sum tær skuldu. Sangarin skaraði framúr við sínum reina sangi, og hóast hann ikki sang serliga fløkjasligar fraseringar, so hoyrdi tú hvussu væl hann barð tónarnar. Hann hevði ein sterkan og vakran autoritet yvir sínari rødd, og hetta riggaði ótrúliga væl til tónleikin. Tí tónleikurin hjá Carpark North er nútímans rokktónleikur sum er stórur og harður. Man kann ikki siga at teir spæla serliga skitið - teir leggja seg eftir at skriva stórar ljóðkollagir og nógv brot sum verða samantvinnað við teimum digitalu ljóðførunum, sum teir spæla uppá. Stórsta hittið nakrantíð hjá Carpark North má vera oyrafangarin "Tansparent and glaslike", og hetta lagið kom longu sum nummar tvey í røðini. Um fjøldin var á gosið frammanundan, so brast alt nú. Sangur, hoppan, klemman, grátan, sveittan - alt var at hóma millum áhoyrararnar tá ið teir byrjaðu at spæla eyðkenda "riffið" (guittarlinjuna) til hittið. Og útsetingin av lagnum var bara feitari og longri enn hon er á fløguni. Hetta var ein sonn fragd at upplivað í Mentunar- húsinum. Tá ið Carpark North spældu triðja lagið, hendi tað sum ikki mátti henda. Við eitt fór alt ljóðið úti í salinum, og vit blivu bein- anvegin bangin fyri at konsertin fekk ein alt ov bráan enda. Eisini var eg bangin fyri, at hetta fór at irritera tónleikararnir, sum nokk ikki plaga at koma út fyri slíkum. Men teir vístu seg frá síni professionellu síðu, og bóðu áskoðararnar vísa tolsemi, og lovaðu at hetta als ikki var endin. Alt starvsfólkið í Mentunar- húsinum tuskaði aftur og fram fyri at loysa trupul- leikan, og hetta gjørdi tey so skjótt, at Carpark North ikki náddu av pallinum áðr- enn trupulleikin var loystur. Og so koyrdi framførslan víðari. Elektro Rokk: Tá ið tú hoyrir nýggju fløg- una hjá Carpark North (All Things To All People) skilur tú, hví teir kallað sín tónleik fyri "Elektro Rock". Fløgan er á tremur við syntseisarum, vokodarum og øðrum undarligum digi- talum effektum sum gera tónleikin til nakað heilt serligt. Men tað er stórur munur á at leggja tónleik til rættis í einum upptøkuhøli, og so at framføra hann á eini konsert. Og tað hoyrd- ist eisini aftur, at teir hava umskipað nøkur av løgun- um soleiðis, at tey rigga betur at spæla live. Nógvar av teimum annars frálíku detaljunum sum eru á hoyra á fløguni, vóru tískil ikki at finna aftur í nýggju útset- ingunum, men hetta bilti als onki, tí at teir spældu so sannførandi live. Tó so, hevði alt tað elektriska ein sentralan leiklut á konsert- ini, men bara ikki í líka stóran mun sum á fløguni. Hóast bólkurin ikki verð- ur serliga nógv spældur í útvarpsrásinum her heima, tóktist tað sum um áskoð- anir kendu flestu løgini. Fjøldin sang í øllum førum dúgliga við til so at siga øll løgini, og ein legði eisini til merkis hvussu fangandi hesi løgini í veruleikanum eru. Tær nýtist ikki at hoyra tey ofta áðrenn tú so at siga dugur tey uttanat. Men Carpark North spæla eisini tónleik burturav og kanska er tað eisini ein av orsøkun- um til, at teir fáa fólki at syngja so væl við. Teir koma so væl og virðiliga útum pallkantin, og teirra upptraðkan er bara tjekka í so at siga allar mátar. Carpark North og fjøldin hugnaðu sær: Tað var eyðsæð at øll høvdu eina feita løtu í Mentanar- hús leygarnáttina. Tónleik- ararnir góvu alt, sum teir høvdu í sær, og hesum lønti áskoðararnir teimum við at flippa totalt út. Vit mugu staðfesta at tað eru ov fáar góðar rokkkonsertir í Føroy- um; serliga aftaná at hava UMMÆLI Rókur Jákupsson Jakobsen Fyrstir á pallin vóru før- oysku Deja vu. Teir eru kendir fyri at spæla atmos- feriskan, syruttan rokk. Tá ið teir komu út á pallin var salurin hálvfullur. Men hóast hetta, so tóku áskoð- ararnir sera væl ímóti okkara atmosferisku rokk- arum. Ljóðgóðskan var góð, so nú skuldu teir bara vísa hvat teir dugdu - og tað gjørdu teir eisini væl. Teir løgdu út við at spæla eitt lag, sum eg ikki havi hoyrt áður, og hetta var eitt heldur friðarligt lag, sum var í trá við stílin sum vit kenna frá okkara Deja vu. Meðan teir spæla fyllist salurin alsamt, og hetta sæst eisini aftur á pallin- um. Líggjas og Flóvin práta óført millum løgini, og hetta samband millum tónleikarar og áhoyrarar er nakað sum ein ofta hevur saknað hjá Deja vu, so hetta boðar frá góðum. Um Deja vu er annars at siga, at teirra løg eru sera væl skrivaði. Tað er ongin tilvild í nakrari detalju, og teir eru 100% tilvitaðir um alt ið hendir í tónleikinum. Teir hava spælt saman í nógv ár, og hetta er veru- liga nakað sum er vert at bíta merki í. Føroyskir bólkar hava annars ofta lyndi til at hava eina livitíð uppá nøkur fá ár, men tað er ein fragd at síggja og uppliva ein bólk sum enn trýr uppá sínar dygdir og visiónir. Vælvitandi at Mentan- arhúsið liggur á keiini í Fuglafirði, helt eg at eg kendi ein royk av fiski, meðan teir spældu. Eg hugdi rundan um meg, men fann skjótt kelduna til hendan eyðkenda royk- in. Rólant av Reyni, sum vit kenna úr bólkinum Makrel spældi við Deja vu hetta kvøld, og hetta slapp hann væl frá. Alt í alt høvdu Deja vu eina sera góða framførslu, sum eisini gav okkum høvi at hoyra okkurt nýtt tilfar - millum annað eitt popplag!!! Teir spæla sera væl, men tann afturvend- andi kritikkurin um at teir eru ov innilæstir tá teir spæla, er enn til staðar. Men hetta er helst ein partur av teirra "image", og tá tað riggar hjá Coldplay, hví skal tað so ikki rigga hjá Deja vu? Deja vu: UMMÆLI Rókur Jákupsson Jakobsen Meðan Deja vu eru at sammeta við verkfrøðing- ar innan tónlistina, sum nøra hvønn tóna, sum um teir vóru teirra egnu børn, eru Lama Sea meiri at sammeta við ein bull- dozara sum brasar eftir nótapapírinum. Vit lærdu Lama Sea at kenna til undanfarna Prix Føroyar, men sjálvur havi eg ikki hoyrt teir síðani. Tískil gleddi eg meg til, at hoyra teir spæla í Mentun- arhúsinum. Teir umboða festiligan popp/rokktón- leik sum er sera áhoyrara- vinarligur. Tað hoyrdist heilt skjótt at hesir ungu menn hava ein stóran fjepparaskarða. Tá ið teir skuldu byrja, greiddi bass- leikarin frá, at bassurin ikki riggaði, sum hann skuldi. Og hvat ger man so? Man jammar og syng- ur um at bassurin ikki er til staðar, og hetta legði líka- sum lunnar undir fram- førsluna hjá Lama sea. Tónleikurin skal ikki tak- ast í alt ov stórum álvara, men heldur vera ífylla til eitt stuttligt kvøld. Teir spæla sum ein verulig orku bumba, og tað hevði ikki undrað meg, um teir taptu eini tvey kilo hvør undir framførsluni, soleið- is sum teir leika í. Teir vóru sera stuttligir á at líta, og teir spæla eisini væl. Teir eru ungir og eg gleði meg at hoyra meiri til hes- ar ungu menn í framtíðini. Fagnaðurin var heilt stórur í salinum, og áhoyr- ararnir elskaðu hvørja løtu saman við hesum fyri- komandi monnum. Og ein má siga, at um endamálið var at hita fjøldina upp til tað stóra brakið, jamen so riggaði hetta til fulnar. Lama sea spældu milt sagt eina feita konsert! Lama Sea: Carpark North kom