Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2005 21 upplivað fagnaðin hetta kvøldið, sum vísir at før- oyski áskoðarin ikki longur kann verða nøgdur við at "bara" at uppliva hetta um summari á teimum ymisku festivalunum. Vit vilja hava fleiri góðar rokkkonsertir, tí at hetta kemur heilt avgjørt at endurspegla seg í teimum skapandi venjingarhølunum runt um í landinum - før- oyskir bólkar fáa íblástur av at síggja ein góðan bólk, sum hevur eitt tilrættislagt "flow" yvir eina heila konsert. Eisini var tað ein fragd at síggja at fyriskipararnir røktu sínar skyldir sera væl. M.a. var eitt fólk uppi á pallinum, sum alla tíðina bjóðaði vatn til tey fremstu fólkini sum av góðum grundum ikki kundu flyta seg serliga nógv. "Takk fyri eina feita konsert", skulu øll tit eiga. NØVN Katrina Eyðunsdóttir Hansen Elsa Maria H. Hansen Mariann Mikkjalsdóttir Asbjørg Olsen - Teir rulaðu! Hann sjálvur bassspæl- arin sá forbannað gott út! Glenn Samuelsen, 19 ár - Carpark North vóru okey, men Lama Sea rokkaðu! Malan Djurhuus, 16 ár - Hon var sera, sera, sera góð. Teir dugdu væl at fáa fólkið við! Marin í Dali, 16 ár - Eg haldi at tað var ógvuliga gott, og øll vóru í góðum lag! Tað var mega feitt! Benni Andreasen, 18 ár - Genialt! Stemningurin var góður! Eyðun Laksafoss, 17 ár - Teir vóru ótrúliga G!- nialir, ófatiliga kul. Nógv fólk, og øll livdu seg inn í tónleikin! Jan Rúni Poulsen, 17 ár - Konsertin var geniøl! Deja Vu vóru óførir, og stemningurin var veld- igur! Leygarkvøldið vóru vit til Carpark North konsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Har prátaðu vit við nøkur ung, og spurdu tey, hvat tey hildu um konsertina Vit spurdu: mu, sóu & rokkaðu! Av ymiskum orsøk- um fer leiðarin í Mentunarhúsinum, Sólarn Solmunde, úr sínum starvi í Ment- unarhúsinum.Við honum fara tvey onn- ur starvsfólk sum hava arbeitt fulla tíð, og tvey afturat sum hava arbeitt hálva tíð. Mentanarhúsið verður framyvir stýrt av eini nevnd sum fer at leggja seg eftir at leiga húsini út til ymisk tiltøk MENTANARHÚSIÐ Rókur Jákupsson Jakobsen _ Eg eri harmur um at gevast uppá hendan mátan, sigur Sólarn at byrja við. Vit kenna serliga Sólarn sum ein umboðsmann fyri føroyskan tónleik, og hann hevur havt ein stóran leik- lut fyri føroyskt tónleikalív tey seinnu árini. Í tvey ár hevur hann verið leiðari í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, og undir hans- ara leiðslu hava vit fingið stórar og góðar tónlistarliga upplivingar. Millum tær størru konsertirnar, sum Sólarn hevur skipað fyri eru nøvn sum Carpark North, Gåte, Afengin, Lake Trout, og ikki minst hevur Sólarn loyvt Prix Føroyum framat í Mentunarhúsinum. Hetta eru týdningarmikil tónleikatiltøk, og Sólarn stúrir fyri, at list sum heild ikki longur fer at sleppa inn um dyrnar í Mentunar- húsinum. – Í framtíðini verða hús- ini bara leigað út, og hetta haldi eg er ørkymlandi, sigur hann. Her sipar hann til, at húsini helst verða háborg fyri brúdleyp, bingo o.s.fr., heldur enn at verða ein tryggur karmur fyri skap- andi list. Hetta má sigast at vera harmiligt, tí at tónlist- in og listin yvirhøvur hev- ur ikki tey bestu korini her á landi. Tó fer leiðslubroytingin ikki at merkjast beinan- vegin. Nøkur stór tiltøk eru longu skemaløgd, og tískil verður tað helst ikki fyrr enn komandi ár, at tað fer at merkjast at tey listar- ligu tiltøkini verða færri og færri. Nú fer Sólarn at binda frið í eina tíð fyri at samla tankarnar og at umhugsa, hvat hann nú skal fara at takast við. Eitt liggur tó fast. Sólarn vil gjarna halda áfram at skipa fyri tónleikatiløkum. – Eg elski tónleik - tað er tað eg brenni fyri, sigur Sólarn og fortelur víðari, at hann tískil helst verður at síggja innan føroyska tónleikaumhvørvi í fram- tíðini. Øll starvsfólkini farin