týsdagur 27. september 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 183 - 27. september 2005
TB-GÍ 3-1 (1-0):
TB kveikti vónina
Tað var um at verða
seinasta útkall hjá TB,
men við sigrinum á GÍ
tykist bjartskygni
aftur at fáa fastatøkur
við Sevmýri. GÍ mátti
hinvegin enn eina ferð
ásanna, at deyðbóltar-
nir hava verið sera
dýrir fyri liðið í ár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð síðani 16.
mai eydnaðist tað sunnu-
dagin hjá TB at vinna lands-
kappingardyst, og eins og
tað var ta ferðina, so var tað
aftur GÍ, sum noyddist av
Sevmýri uttan stig.
Skuldu átt fleiri mál
Og sum so vóru fortreytir-
nar hjá TB greiðar undan
dystinum. Komu trý stig
ikki á kontina, so kundi
liðið at kalla veittra farvæl
til vónina um bólt í For-
mula-deildini komandi ár,
so tað var at kalla riggað til
til álopsfótbólt hjá heima-
liðnum.
Við lotinum í ryggin
byrjaði TB eisini bragdliga.
Oftani varð roynt at spæla
skjótt yvir um kantarnar hjá
gestunum, og tær ferðirnar,
sum vindurin ikki førdi
bóltin av baklinjuni, megn-
aðu teir eisini at skapa
nakrar vandastøður.
Og tað gekk heldur ikki
long tíð, áðrenn hol kom á.
Dejan Tomic sendi horna-
spark innfyri, og eftir at
Aca Petrovic í fyrstu atløgu
hevði stútað upp undir tvør-
træið, fekk Hallur Christi-
ansen trýst bóltin seinasta
pettið í kassan.
Gøtumenn vóru enn ikki
komnir veruliga við í dyst-
in, og vertirnir trýstu eisini
av øllum alvi, soleiðis at
tingini kundu setast upp á
pláss alt fyri eitt. Teir kendu
seg eisini av røttum snýttar
fyri upplagt brotsspark, tá
beinini vórðu mest sum
sparkaði
undan
Allani
Poulsen, og ta einu ferðina
stýrdi Hallur Christiansen
góðum innleggi á stólpa-
rótina.
Hinvegin var GÍ eisini
um at rakna við. Sámal Jo-
ensen hevði framúr fluktara
eftir horna, men bólturin
small á stongina, og so
líðandi høvdu gestirnir hug
at yvirtaka tað mesta av
spælinum. Talan gjørdist
kanska ikki um teir opnu
møguleikarnar,
men
tá
liðini fóru inn at hvíla seg,
stóð alt framvegis púrasta
opið. Og mong av heima-
áskoðarunum mundu sita
við kensluni av, at tað kundi
kosta dýrt, nú lið teirra ikki
hevði tikið av møguleik-
unum.
Dýrir deyðbóltar
Og GÍ helt á fram við skila-
góða spælinum, tá komið
var út til seinna hálvleik.
Heldur enn bara at trýsta
undan vindinum, so varð
roynd at spæla flatt niðan-
eftir. Nakrar ferðir eydnað-
ist eisini at fáa fríspark í
vandamiklum støðum, men
úrtøka fekst tó ikki burtur
úr hesum.
Tolin trívst, verður sagt,
og tað eydnaðist eisini
gøtumonnunum at koma
upp á javnt, tá eitt lítið kort-
er var eftir av dystinum. Í
nærdysti við Aca Petrovic
varð Áslakur R. Petersen
trýstur um koll, og so
peikaði dómarin beint á
brotssparksblettin. Og so
munaði tað lítið, at heima-
liðið mótmælti. Brotsspark-
ið stóð við, og tá Sámal
Joensen setti hetta trygt í
netið.
Og so tóktist TB veruliga
at falla saman. Eina løtu
vildi hvørki eitt ella annað
bera til hjá liðnum, og
hevði innskifti Krzystof
Popczynski gjørt skjótari
av, var hann púrasta leysur
ta einu ferðina. Men at
viljin var til staðar hjá
heimaliðnum, sást á øllum
brøgdum. Enn einaferð
spann øði í spælararnar, tá
Óli Johannesen helt seg
eiga brotsspark, og fleiri
ferðir vóru frustratiónirnar
á liðnum heilt sjónligar.
Men bjargingin kom tó,
tá bara fimm minuttir vóru
eftir av vanligu leiktíðini.
Heldur óneyðugt gjørdu
gøtumenn fríspark í høgra
borði, og so var aftur vandi
á ferð. Bæði tí TB hevur
fleiri spælarar, sum eru sera
sterkir í slíkum støðum, og
ikki minst, tí gøtumenn í ár
hava sýnt nakrar óvanliga
stórar veikleikar við deyð-
bóltum. Og soleiðis var aft-
ur hesaferð. Í fyrstu atløgu
varð bólturin stútaður á
stólpan, og í trunkanum
endaði alt síðani við, at Aca
Petrovic kundi skumpa
bóltin seinastu sentimetr-
arnar inn um strikuna til
ovur stóra gleði fyri bæði
spælarar og áskoðarar.
GÍ mundi kenna á sær, at
uppgávan nú var vónleys,
og tó at teir royndu at flyta
fólkið fram, so tóktist tað
ikki meira enn hálvhjartað.
Og tá klokkan so var farin
um teir 90 minuttirnar, kom
mønustingurin. Spælt varð
upp í høgra borðið, har
Tomic smoygdi sær inn um
verjuna, og av baklinjuni
rullaði hann út til púrasta
leysa Hall, sum ikki hevði
stórvegis trupulleikar av at
senda bóltin í kassan.
Línan heldur
Tað er helst óneyðugt at
staðfesta týdningin, sum
tey trý stigini hava fyri TB,
sum nú av ávara er farið
undir bjargingarroyndina.
Við bara tveimum stigum
upp til VB, man hugurin at
taka ímóti Skála komandi
vikuskiftið í øllum førum
vera batnaður munandi. Og
fyri áskoðararnar mundi
tað eisini vera hugalig stað-
festing, at stigini vórðu
fingin til høldar við spælið,
har tað fyrst og fremst ráddi
um at skora, og í aðru
atløgu um at verja. Tað gav
í hesum førinum ein uppi-
bornan sigur, sum við eitt
sindur størri neyvleika og
hepni væl kundi verið
størri.
Hjá GÍ stendur hinvegin
einki til nú. Enn heldur
liðið sær oman fyri strik-
una, men munurin niður til
næstu liðini tykist av álvara
at tódna.
Og so skert ikki burtur, at
liðið hevur havt óvanliga
stórar trupulleikar av deyð-
bóltum í ár. Hesa ferð kost-
aði tann veikleikin tvey
mál, sum hvør í sínum lagi
høvdu hug at taka luftina úr
liðnum. Tað eru ráðini
neyvan til í seinastu truplu
dystunum, sum allir eru
móti liðum í topp-5 á stiga-
talvuni.
TB-GÍ 3-1 (1-0)
1-0: Hallur Christiansen, 12.
1-1: Sámal Joensen (br.), 76.
2-1: Aca Petrovic, 86.
3-1: Hallur Christiansen, 90.
Dómari: Eiler Rasmussen. Heimamenninir vóru í
øllum førum ikki nøgdir við vantandi brotssparks-
dómarnar, og í nógvum førum megnaði dómarin
heldur ikki at sýna ein náttúrligan myndugleika
yvir dystinum.
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Aca
Petrovic, Óli Johannesen, Jón Tórður Holm - Allan
Smedemark (Mortan Enni, 46.), Alexandar Jovevic,
Einar Petersen, Allan Poulsen (Birgir Rasmussen,
90.) - Dejan Tomic, Hallur Christiansen
GK: Aca Petrovic, 34., Allan Poulsen, 40., Dejan
Tomic, 51., Alexandar Jovevic, 66., Óli Johannesen,
73., Jón Tórður Holm, 81.
GÍ: Poul Næss Joensen - Jónreid Dalheim, Sam
Jacobsen, Kaj Ennigarð, Hans Jørgen Djurhuus -
Hans Pauli Petersen, Sámal Joensen, Magni Jarn-
skor, Hanus Jacobsen - Áslakur R. Petersen, Símun
Louis Jacobsen (Krzystof Popczynski, 80.)
GK: Hans Pauli Petersen, 40., Sámal Joensen, 87.
FAKTA UM DYSTIN
Við óneyðuga brotssparkin-
um mundi Aca Petrovic ikki
standa alt ov sterkur í
myndini. Men við 2-1
málinum bjargaði sami
maðurin bæði dagin hjá sær
sjálvum og hjá TB
Mynd: Áki Bertholdsen
Øgi-
ligur
lætti
Hallur Christiansen varð
við
tveimum
málum
dagsins maður á Sevmýri.
Hóast hann størsta partin
av árinum hevur verið
partur av álopinum hjá
TB,
so
vóru
málini
sunnudagin
hansara
fyrstu í landskappingini í
ár, so einki var at siga til,
at frøin var øgilig, tá
stigini vóru fingin til
høldar.
- Hatta var øgiliga gott.
Tað er so einki at siga um
tað. Vunnu vit ikki í dag,
so var at kalla vónleyst at
bjarga støðuni, so tú
kanst ætla, at tað lætti um
hjá okkum. Eg haldi
eisini, at vit í dag satsaðu
meira frameftir, og tað
gav okkum eisini fleiri
møguleikar,
enn
vit
vanliga fáa.
Eitt skifti sá annars út
til, at tit skuldu missa
tamarhaldið á dystinum?
- Ja. Vit blivu kanska
nakað kløkkir, tá teir
javnaðu. Ikki minst, tí vit
eisini hildu okkum hava
okkurt brotssparkið uppi-
borið. Vit fóru eisini eitt
sindur niður við høvdin-
um, og eina løtu eftir tað
kundu teir væl avgjørt
dystin. Teir høvdu nakrar
vandamiklar royndir, og
eina ferð mundi Krzystof
sloppið leysur, men tíbet-
ur eydnaðist tað okkum at
koma aftur í aftur.
Og nú trúgva tit veruliga
uppá, at tað skal eydnast
tykkum at koma burtur úr
botninum.
- Vit mugu so royna at
fáa tey stigini, sum skulu
til. Komandi vikuskifti
hava vit Skála á heima-
vølli, og vit trúgva heilt
avgjørt upp á møgu-
leikan. Vit hava fyri tað
mesta staðið okkum sera
væl á heimavølli, so tað
skuldi avgjørt verið ein
møguleiki fyri tí. Og
sjálvsálitið fekk í øllum
førum eitt skump rætta
vegin. Bæði hjá liðnum
sum heild, og eisini hjá
einstøku
spælarunum,
staðfesti tvífaldi mál-
skjúttin at enda.
-mørk