týsdagur 27. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 27. september 2005
23
Sjálvgjørt er væl
gjørt, verður mangan
tikið til, og soleiðis
kundi ein eisini hugsa
eftir dystin á Mølini
sunnudagin, tá ið
EB/Streymur sjálvir
syrgdu fyri, at mót-
brekkan móti B36
gjørdist ov tung
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
At tað var heimaliðið sjálvt,
sum syrgdi fyri, at teir ikki
fingu meiri burtur úr
dystinum, er einki at ivast í.
Sundalagsmenn høvdu júst
javnað til 1-1 og sett seg á
dystin, tá ið teir fingu eitt
fullkomiliga
óneyðugt,
men rættvíst dømt, reytt
kort, og tað kostaði dýrt.
Uppiborin
hálvleiksleiðsla
Sum so nógva aðrastaðnis í
landinum vóru líkindini at
spæla fótbólt ikki av teim-
um bestu á Mølini sunnu-
dagin, og hetta sást eisini
aftur á áskoðaratalinum,
sum ikki var tað heilt stóra.
Men teir staðkendu søgdu
frá betri veðri, so hvørt sum
dysturin leið, og teir fingu
eisini rætt.
Tað vóru gestirnir úr
Havn, sum høvdu munin í
fyrra hálvleiki. B36 var
meiri málsøki í sínum spæla,
enn hvat heimaliðið var, og
havnarmenninir vóru væl
vandamiklari enn vertirnir.
Spælið hjá EB/Streymi
fyri steðgin var einki serligt
at reypa av, og tað tóktist
ógvuliga meiningsleyst, at
teir ferð aftaná ferð lossaðu
bóltarnar úr verjuni fram
eftir vøllinum. Í nógva
vindinum, sum var sunnu-
dagin, endaðu hesir bóltar
at kalla hvørja ferð uttan
fyri vøllin ella hjá Jákupi
Mikkelsen í B36-málinum.
Tað var um reppið, at
B36 legði seg á odda, tá ið
eitt gott korter var leikt av
fyrra hálvleiki. Eftir upp-
spæl úr vinstra borði endaði
bólturin fyri føturnar á
Fróða Benjaminsen, men
hóast landsliðsmaðurin var
púra leysur, fekk René Tór-
garð í málinum hjá heima-
liðnum vart fyri hegnisliga.
Tað skuldi tó ganga nær-
um ein heilur hálvleikur,
áðrenn tað at enda eydnaðist
at fáa hol á. B36 fekk frí-
spark í vinstru síðu, sum
Allan Mørkøre var settur at
skjóta. Veteranurin sendi
bóltin innfyri, har vindurin
fekk fatur á honum, so at
bólturin snaraði heilt inn
móti málinum. Har brast
bólturin í tvørstongina og so
út frá aftur, har Óbi við
rygginum móti málinum
tveitti seg afturav og saksa-
sparkaði bóltin í netið til 1-
0. Eitt gott, men tilvildarligt
mál.
At B36 legði seg á odda
beint fyri steðgin var ikki
óuppiborið, tí teir høvdu
havt munin, og René Tór-
garð hevði nógv meiri at
gera fyri steðgin, enn hvat
Jákup Mikkelsen hevði í
hinum endanum.
Avgerandi løta
Beinan vegin í seinna hálv-
leiki sást, at heimaliðið
hevði tikið sær um reiggj,
og tað gekk ikki long tíð,
áðrenn teir fingu løn fyri
ómakin. Staddur nakað
beint innan fyri brotsteigar-
markið nakað úti í vinstru
fekk Sorin Anghel við rygg-
inum móti málinum ein
bólt, og hóast hann var hart
kroystur av einum verju-
leikara, eydnaðist tað rum-
enanum at venda sær og
senda bóltin framvið Jákup
Mikkelsen til 1-1. Hesa løt-
una var tað EB/Streymur,
sum sat á tí mesta, og bert
nakrar fáar minuttir seinni
vóru teir um reppið at taka
leiðsluna, men tað álopið
endaði ístaðin við, at sunda-
lagsmenn mistu ein mann.
Eftir ein deyðbólt bleiv
bólturin skallaður móti mál-
inum hjá B36, og á sjálvari
málstrikuni stóð liðskiparin,
Pól Thorsteinsson, og vardi
fyri. Teir á heimaliðnum
vildu verða, at Pól vardi við
hondini,
men
dómarin,
Dagfinn Olsen, lat ikki við
seg koma. Eftir at Pól hevði
vart fyri, datt bólturin fyri
føturnar á Sonna L. Peter-
sen, men hóast hann var
staddur bert einar fimm
metrar frá málinum, sendi
rituvíkingurin væl uppum.
Spælararnir hjá EB/-
Streymi mótmæltu harð-
liga, at brotsspark ikki var
dømt, og hóast Andrej Pa-
cek fekk eitt gult kort fyri
at blíva við at mótmæla, so
helt hann fram, og Dagfinn
Olsen hevði ongan annan
møguleika enn at vísa pól-
verjan av vøllinum. Hevði
EB/Streymur skorað í tí
álopinum og ikki fingi Pa-
cek útvístan, so høvdu teir
havt góðan møguleika at
vinna dystin, men lagnan
vildi tað øðrvísi.
Hóast EB/Streymur nú
hevði ein mann minni enn
B36, so vóru tað framvegis
teir á heimaliðnum, sum
komu til teir størstu møgu-
leikarnar. Men so líðandi
fekk B36 fótað sær aftur, og
tað gav eisini úrslit stutt
fyri leiklok.
Fróði
Benjaminsen
gjørdist leysur í brotsteig-
inum hjá heimaliðnum, og
tá hann skuldi skjóta bóltin
í netið, bleiv hann koyrdur
um koll, og so var brots-
spark til gestirnar. Tað setti
Allan Mørkøre trygt í netið
til 2-1.
Heimaliðið royndi at
trýsta síðstu løtuna, men
tað eydnaðist teimum ikki,
og eftir at B36 hevði lagt
seg á odda 2-1, var sigurin
hjá havnarmonnunum ong-
antíð í vanda.
Í yvirtíðini fekk heima-
liðið enn ein mann riknan
av vølli, tá ið Ronnie Sam-
uelsen, sum hevur styrkt
munandi um miðvøllin hjá
sundalagsmonnum,
fekk
sítt næsta gula kort. Seinna
gula kortið hjá Ronnie var
kanska eitt sindur tunt, men
hinvegin átti Ronnie iva-
leyst eitt beinleiðis reytt
beint frammanundan.
Við sigrinum legði B36
seg á odda í Formuladeild-
ini, men oddasessin kunnu
teir skjótt missa aftur til
Skála, sum ikki fekk spælt
sín dyst í Runavík móti NSÍ.
Vinnur Skála útsetta dystin,
eru teir aftur oddalið.
EB/Streymur-B36 1-2 (0-1):
Fyrsti ósigurin á Mølini í ár
Í hvør sínum lag komu Allan Mørkøre og Andrzej Pacek í fokus sunnudagin. Tann seinni nevndu heldur keðiliga, sum ein bæði
óneyðug og dýr útvísing, meðan Allan við brotssparksmálinum gjørdist matchvinnari fyri B36
Savnsmynd
EB/Streymur-B36 1-2(0-1)
0-1: Óbi 44.
1-1: Sorin Anghel 54.
1-2:Allan Mørkøre (br.) 86.
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Andrej
Pacek, Fróði Clementsen, Jóhann á Stongum -
Bárður Olsen, Marni Djurhuus(46. Brian Olsen),
Ronnie Samuelsen, Teitur Joensen(46. Sonni L.
Petersen) - Egil á Bø, Sorin Anghel
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Pól
Thorsteinsson, Klæmint Matras, Alex Jose Dos
Santos - Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen, Fróði
Benjaminsen, Jóhan V. Gunnarsson(81. Jóhan Ell-
ingsgaard) - Allan Mørkøre, Óbi(81. Levi Hanssen)
Gult kort: Andrej Pacek,Ronnie Samuelsen,Bárður
Olsen - Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen
Reytt kort: Andrej Pacek, Ronnie Samuelsen
Dómari: Dagfinn Olsen
FAKTA UM DYSTIN
René
verður
verandi
á Eiði
Sterki
málverjin
hjá
EB/Streymi, René Tór-
garð, sum sundalagsmenn
fingu fatur á, tá ið Gunn-
ar Steig fekk álvarsligan
skaða fyrr í ár, hevur
gjørt av at verða verandi á
Eiði.
Í leiksskránni til dystin
millum EB/Streym og
barndómsfelagið
hjá
René, B36, sunnudagin,
stóð at lesa, at EB/-
Streymur og René herfyri
longdu sáttmálan, soleið-
is at havnarmaðurin eisini
komandi
kappingarár
stendur millum stengur-
nar á Mølini.
Við leiksskránna sigur
René, at hann hevur tikið
hesa avgerð, tí at hann
sær stórar møguleikar í
leikarahópinum hjá EB/-
Streymi, og tí at honum
dámar sera væl á Mølini.
-tn
Fyrsta
brots-
sparkið
í 49
dystum
Tá ið Dagfinn Olsen í 86.
minutti av dystinum á
Eiði sunnudagin dømdi
brotsspark til B36, var tað
fyrsta brotssparkið hjá
árstalsfelagnum
í
49
landskappingardystum.
Seinast B36 fekk eitt
brotsspark í landskapp-
ingini var tann 6. juli í
2003. Tá brendi Heðin á
Lakjuni, sum hevði skot-
ið tvey mál fyrr í tí dyst-
inum. Mótstøðuliðið tá
var GÍ.
Verður gjørt upp í min-
uttum gingu tað ikki færri
enn 4446 minuttir frá
brotssparkinum,
sum
Heðin brendi, til B36
aftur fekk brotsspark.
Sunnudagin var tað ein
annar klaksvíkingur, All-
an Mørkøre, sum skeyt
brotssparkið fyri B36, og
í mun til Heðin skoraði
Allan trygt.
-tn