Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 183 - 27. september 2005 B71-GÍ 1-1 (0-0): Sandoyingar eiga matchbóltin Við útjavnandi málin- um helt B68 lív í vónini um beinleiðis uppflyting. Men tað er eingin ivi um, at tað nú eru sandoyingar- nir, sum eiga match- bóltin í aðru deild 2. DEILD Jákup Mørk Brakið í aðru deild, sum øll hava bíðað eftir so leingi, gekk fyri seg á Sandi leyg- ardagin. Saman við B71 hevur B68 alt árið verið heilt frammi í oddinum, og at kalla líka síðani sigurin hjá B71 á Toftum fyri trimum mánaðum síðani, hava liðini bæði fylgst. Tí var lítil ivi um, at fór ein vinnari at verða av dyst- inum leygardagin, var hetta nýggja liðið í Formula- deildini. Men vinnari var eingin, og tó at sandoyingar - takkað verið sigrinum á Toftum - standa seg best í innan hýsis uppgerðunum, so eru enn tríggir dystir eft- ir at spæla, áðrenn endaligi dómurin kann avsigast. Einvíst á Clayton Stigatalvan staðfesti, at hetta vóru tey bæði bestu aðrudeildar liðini í landin- um, og í nógvar mátar bendi spælið eisini tann vegin. Í øllum førum, um tosast skal um leikferðina, tí hon var væl hægri, enn tú sært hana í flestu øðrum dystunum í deildini. Og tó at spælið í løtum var nakað rótut, so var eisini greitt, at partarnir hvør í sín- um lagi høvdu eina greiða spæliætlan. Vertirnir stillaðu upp í eini 3-5-2 uppstilling, har lagt varð upp til, at nógv skuldi ganga fyri seg á mið- vøllinum. Ein miðvøllur, sum við Eli Hentze sum skipara skuldi føða Clayton Soares frammi í álopinum. Partvíst eydnaðist ætlanin eisini, ella skuldi tað verið sagt, at hon eydnaðist ov væl. Tí til tíðir fekk Clayton Soares hampuliga nógv at arbeiða við, men ikki óvænt- að, so gav B68-verjan hon- um stóran ans. Ofta vóru tveir mans í krovinum á langlimaða brasiliumannin- um, so skjótt hesin fekk bóltin, og tí vóru fortreytir- nar fyri nakrari munagóðari roynd aloftast sera ringar. Og ivaleyst vildi tað verið skilabetri, um spælið við hvørt vekslaði nakað yvir á kvika Tummas Paula Olsen. Fryi steðgin var tað bert ta einu ferðina, at hann varð sendir avstað, og tá var eisini um reppið, at mál spurdist burturúr, men hart kroystur av verjuspælara sendi hann út um handara stólpa. B68 stýrdi meira Hjá B68 tóktist spælskipan- in at medda beint eftir veik- leikunum hjá B71. Sæð í mun til eina 4-4-2, so er ein 3-5-2 nakað meira sárbær yvir kantarnar, og fyri steðgin løgdu toftamenn seg miðvíst eftir at avdækka hesar veikleikar. Við lítla lotinum ímóti, lá eisini væl fyri at spæla djúpt í borðun- um, og fleiri ferðir komu gestirnir eisnini í góðar støður. Heilt opni møguleik- in tóktist tó leingi at bíða, men teir vóru kortini so nær við, sum tilber, tá Jóhan Petur Poulsen sera hegnis- liga fluktaði á stólparótina. Tað var tó dyggur smeitur fyri B68, at teir tíðliga í dystinum mistu ein av týdn- ingarmestu spælarunum. Øssur Hansen hevði fingið ein skaða í lærkrikan undir venjing hóskvøldið, og eftir bara sjey minuttum segði hesin stopp. Tað vil við øðr- um orðum siga, at ætlaði sterki miðvøllurin hjá B68, sum tóktist so upplagdur undan kappingarbyrjan, nú var av ongum. Julian Johns- son hevur verið skaddur leingi. Jann Ingi Petersen var leikbannaður, og altso ein Øssur Hansen á skaðalistanum. Rættvísur javnleikur Hóast fyrri hálvleikur leik- liga hevði verið millum teir frægu, so tóktust báðir part- ar onkursvegna nakað fjált- ursstungnir, tá farið var undir seinnu trý korterini. Kanska var týdningurin av dystinum nú vorðin enn sjó- nligari hjá báðum. Tofta- monnum, tí teir vistu, at ein- ans ein sigur taldi, og sand- oyingarnir, tí teir kanska hildu seg vera nærri For- mula-deildini, enn teir hava hildið fyrr í ár. Í øllum førum lógu vert- irnir nú nakað djúpari í verjupartinum, soleiðis at teir í enn størri mun dúvaðu upp á kontra, og longu eftir tíggju minuttum gav hetta eisini úrslit. Sum ikki eina- ferð, so var tað Clayton, sum var upprunin til málið. Hann snýtti fyrsta verju- spælaran, áðrenn bólturin varð sendir flatt inn í brots- teigin. Har hevði Magnus Olsen sníkt seg inn, og hóast skotið hvørki var hart ella serstakliga neyvt, so legði bólturin seg til rættis handan Albert Sævarsson í B68-málinum. Og so stóð nógv á. Hjá báðum pørtum. Toftamenn vórðu nú tvingaðir fram á vøllin, og tað var heldur ikki so leingin, áðrenn Julian Johnson av beinkin- um royndi at flyta fólkið fram. Anderson, sum var hálvgum skaddur, varð skiftur inn í álopið, og Arn- bjørn Danielsen varð fluttur fram á miðvøllin. Sandoyingar fullu hinveg- in av álvara aftur í verju- støðu. Kviku kontra-álopini hava í ár verið eitt av vøru- merkjunum hjá liðnum, men hesi riggaðu at kalla als ikki. Í øllum førum ikki, um kontra eisini skal skijlast sum nakað meira varierað enn bara langar bóltar niðan á Clayton Soares. Tað viðførdi eisini, at sandoyingar komu undir størri trýst, enn teir høvdu ætlað. Alt ov ofta varð bólt- urin bara givin burtur, so- leiðis at toftamenn av nýggj- um kundu byrja álop, og at enda gav hetta eisini úrslit. Arnbjørn Danielsen dróg seg leysan í vinstru, og tá bólturin varð sendir hart og væl innfyri, drønstútaði Kristian Anton Andreasen í kassan. Og vildi væl til, so kundu gestirnir farið avstað við øllum. Tað skuldi í øllum førum ein dupultbjarging frá Waldemar Nowicki til, tá fyrst Kristian Anton og síðani Fabricio royndu seg, og løtu seinni var liðugt. Avgjørt komandi leygardag Og úrslitið vóru tað so sandoyingarnir, sum kundu fegnast mest um. Eisini hó- ast teir ivaleyst iðraðu seg um, at teir skuldu fella so langt aftur á vøllin, tá teir høvdu lagt seg á odda. Í øllum førum er bæði sett- og matchbóltur nú í hond- unum hjá B71, og alt bendir á, at spurningurin um bein- leiðis uppflytingina verður svaraður, tá B71 næsta umfarið vitjar í Sandavági. Soleiðis sum deildin hevur háttað sær í ár, so er FS Vágar 2004 helst einasta liðið, sum kann fara at geva hinum báðum trupulleikar í endaspurtinum. Eisini hó- ast tað sjálvandi eru onnur, sum hava argað ígjøgnum árið. Hjá toftamonnum var tal- an hinvegin - sum tað so rámandi verður sagt aðra staðni á síðuni - ein ordans strika í rokningini. Felagið legði longu eftir niðurflyt- ingina nógv fyri í royndun- um at endurvinna sessin millum tey bestu, og tey flestu mundu alt fyri eitt halda, at uppflytingin skuldi verða avgreiðslu- spurningurin. Eisini yvir- ritaði, sum í stóru fótbólts- upptakt okkara segði, at talan fór at verða um B68 og so hini. Tann yvirskriftin skuldi nokk heldur verið B71, B68 og so hini… Tað stóð nógv á hjá sandoyingunum seinastu løtuna. Her er tað Eli Hentze, sum vildi hava dómaran at geva ein - rættvísan! - fyrimun, men Birgir Sondum letur ikki við seg koma. Men tá alt kom til alt, vóru tað kortini sandoyingarnir, sum kundu vera best nøgdir um úrslitið Mynd: Álvur Haraldsen B71-B68 1-1 (0-0) 1-0: Magnus Olsen, 55. 1-1: Kristian Anthon Andreasen Dómari: Birgir Sondum. Royndi at leggja eina greiða linju, og hóast spælararnir ikki altíð vóru samdir í hesari, so gjøgnumførdi royndi dómarin setningin uttan stórvegis hóvasták. B71: Waldemar Nowicki - Jákup Sørensen, Bergleif Sólsker, Kári Sørensen - Eirikur Poulsen (Gert Lydersen, 65.), Eli Hentze, Sverrir Kjærbo (Jóhannes Jensen, 83.), Hanus Clementsen, Magnus Olsen (Jónsvein Thomsen, 75.) - Clayton Soares, Tummas Pauli Olsen GK: Gert Lydersen, 87., Jónsvein Thomsen, 90. B68: Albert Sævarsson - Alex Troleis, Arnbjørn Danielsen,Ovi Magnussen,Jákup Eli Olsen - Kristian Anthon Andresen, Bogi Petersen, Øssur Hansen (Eyðstein Skipanes,7.),Øssur Jacobsen (Fabricio,78.) - Jóhan Petur Poulsen,Óli Olsen (Anderson,59.) GK: Arnbjørn Danielsen, 85., Kristian Anthon Andreasen, 90.) FAKTA UM DYSTIN