Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2005 25 Talan var ikki um tey heilt óvæntaðu úrslit- ini, tá hondbólts- kappingin byrjaði, men hoyvíkingar prógvaðu aftur, at Kyndil ikki skal taka nakað fyri givið í grannauppgerðini ATLANTIC-AIRWAYS KAPPINGIN Jákup Mørk Hondbóltskappingin fór ígongd um vikuskiftið, og hjá monnum vórðu allir tríggir dystirnir avgreiddir í øllum góðum. Undan premieruni mundi størsti spenningurin snúgva seg um dystin í Hoyvíkar- høllini, har Kyndil kom á vitjan. Og tann dysturin skuldi eisini vísa seg at verða júst so spennandi, sum roknað varð við. H71 hevur seinnu árini havt eitt serligt lyndi at arga Kyndil, og soleiðis gjørdist aftur í ár hjá liðnum, sum aftur í summar hevur heint- að nakað av styrki frá teim- um grønu. Hesa ferð við Jakob Jónsson á spælara- listanum og Hannis Ward- um sum venjara. Kyndil tóktist annars vera á sigurskós fyri tað mesta, og bara fimm minuttir fyri dystarlok høvdu teir eina trý mála- leiðslu. Men so steðgaði alt upp. Hoyvíkingarnir skoraðu tríggjar ferðir á rað seinastu løtuna, og so kundu teir fegnast um, at teir longu nú hava víst grønu grannunum, at teir ikki skulu kenna seg serliga tryggar, tá grannauppgerðir eru á skránni. Óvæntaður spenn- ingur í Vestmanna Hin dysturin leygardagin var millum VÍF og KÍF, og tað gjørdist ein dystur, sum bleiv nakað nógv meira spennandi, enn heimaliðið hevði ætlað. Fyrstu 40 minuttirnar hildu teir seg eisini framm- anfyri, og tó at VÍF móti endanum royndi at seta ferð á, so var tað ikki meira enn akkurát, at tað eydnaðist. Í so máta var talan um heldur meira sannførandi avrik hjá Neistanum, tá teir tóku ímóti StÍF. Eisini strandingarnir eru nakað skerdir av, at fótbóltur eis- ini er á skránni fyrstu dyst- irnar, og fyri tað nógva var tað eisini Neistin, sum var omaná. Eitt stutt skifti megnaðu gestirnir tó at halda sær nær javnleikin- um, men í longdini var hetta ov lítið. Fakta um dystirnar H71-Kyndil 29-29 (12-16) Málskjúttar H71: Halgir Dahl Olesen 8, Piti Negru 7, Johnny Dur- huus 5, Jakob Jónsson 4, Tróndur Vatnhamar 3, Sig- tór Andreasen 1, Esbern Patursson 1 Kyndil: Rókur Akralíð 8, Høgni Klein 7(2), Marius Joensen 5, Hans Áki Dal- Christiansen 2, Ragnar Stakksund 1, Janus Einar Sørensen 1 Brotskøst: H71 1, Kyndil 3 Útvísingar: H71 5, Kyndil 3 Reyð kort: H71 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Kristian Johan- sen & Sámal Paulason VÍF-KÍF 31-29 (13-14) Málskjúttar VÍF: John Zachariassen 8, Agnar Joensen 7, Harald Bjørgvin 5, Áki G. Olsen 4, Sjúrður Poulsen 3, Sámal Joensen 3, Daniel Rápa 1 KÍF: Karl Jóhan Djurhuus 12(2), Mirko Milinkovic 4, Petur Martin Poulsen 4, Arnbjørn Hansen 4, Damir Oros 3(1), Rógvi Weihe 2 Brotskøst: VÍF 1, KÍF 3 Útvísingar: VÍF 1 Dómarar: Eyðun Samuel- sen & Andreas F. Hansen Neistin-StÍF 25-20 (12-11) Málskjúttar Neistin: Blagoje Buha 7, Roar Dalsgarð 7, Áki Mørk 4, Helgi Michelsen 2, Tróndur Kragesteen 2, Rani Slættanes 1, Dann Thor- leifsson 1, Bogi Simonsen 1 StÍF: Leivur Justinussen 8(4), Artur Johansen 5, Jón Rasmussen 2, Borgar Dani- elsen 2, Bent Djurhuus 1, Bárður Danielsen 1, Rúni Niclasen 1 Brotskøst: Neistin 1, StÍF 4 Útvísingar: Neistin 9, StÍF 5 Dómarar: Dánjal Samuel- sen & Heri Petersen Javnleikur í grannauppgerðini Einki er avgjørt Liðformaðurin hjá B71 var fegin um javnleikin, men hann helt, at ein minst líka trupul uppgáva bíðar í Sandavági komandi vikuskifti FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Hóast teir mest sum á stokkinum mistu sigurin á B68, so helt liðskiparin hjá B71, Bergleif Sólsker, eftir dystin, at javnleikurin var eitt úrslit, sum teir væl og virðiliga kunnu liva við. - Tað kunnu vit saktans. Og vit kunnu í øllum førum betri liva við hesum, enn B68 kann. Vit vóru - serliga móti endanum - hart kroystir, men vit høvdu tað hepnið, sum skuldi til, og tað rakk. Næsta leygardag hava tit aftur tein truplan dyst, tá tit vitja hjá FS Vágum. Og tann dysturin er væl eins av- gerandi, sum hesin var tað? - Heilt avgjørt. Tað er einki sum helst avgjørt enn, men tað er ein fyrimunur fyri okkum, at vit fingu javnleik her í dag, tí nú kunnu vit avgera alt sjálvir. Men tann uppgávan verður altso eins trupul sum hend- an, um hon ikki verður enn truplari. Hóast hann soleiðis tókt- ist nøgdur um avrikið, so ásannaði Bergleif, at B71 kanska læt seg trýsta ov nógv, eftir at teir høvdu lagt seg á odda. Ein støða, sum liðið annars hevði vunnið sær, meðan teir tóktust hava tamarhald á dystinum. - Vit eru nógvir ungir mans á liðnum, og tí klára vit kanska ikki at vera nóg »cool«, eftir at vit eru komnir á odda. Har kemur kanska eitt sindur av pan- ikki í, men samnumtikið, so haldi eg altso, at hetta var eitt gott úrslit fyri okkum, staðfesti hann at enda. Í bíðistøðu Toftamenn ásannaðu, at hetta ikki var eftir ætlanini, og at teir nú bara mugu vóna, at sandoyingarnir kiksa onkra staðni í seinastu dystunum FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Hóast frøin var eyðsýnd, tá B68 skoraði útjavnandi málið, so var Arnbjørn Danielsen, liðformaður, skjótur at staðfesta, at javnleikurin ikki var akk- urát tað, sum teir vóru komnir eftir. - Tað var tað so bestemt ikki. Vit komu fyri at vinna dystin, men tíverri so gekk tað ikki. Tað sá annars út til, at tit fyri steðgin høvdu eitt gott tak á dystinum. Hvat hendi eftir steðgin, tá tit líka sum missa takið? - Vit brúka kanska øgi- liga nógvar kreftir ígjøgn- um dystin, og tað er kanska viðvirkandi til, at vit ikki koma so nógv at baklinjuni eftir steðgin. Tí megna vit so heldur ikki at skapa nóg nógvar møgu- leikar, men tíbetur eydn- aðist tað okkum hóast alt at stríða okkum upp til javnleikin. Og fór tað gjøgnum høvdið, at alt árið kanska var farið fyri skeyti, tá teir løgdu seg á odda. - Sjálvandi fara nakrir tankar ígjøgnum høvdið, men tað kom ikki pan- ikkur í, haldi eg. Vit vistu, at tað var nógv tíð eftir, og vit hava fleiri ferðir í ár vent líknandi støðum, so vit trúðu alla tíðina upp á møguleikan. Og hvussu verður so restin av árinum? - Nú mugu vit so bara vinna okkara. Og so mugu vit bara vóna, at B71 missir stig onkrastaðni. Annað fáa vit ikki gjørt, og merkir tað so, at kappingin verður longd við tveimum vikum, so mugu vit eisini taka tann partin við, helt Arnbjørn Danielsen at enda. Arnbjørn Danielsen, B68, var minni nøgdur Mynd: Álvur Haraldsen Bergleif Sólsker hjá B71 var nøgdur um úrslitið Mynd: Álvur Haraldsen