Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 183 - 27. september 2005 Fernando Alonso er heimsmeistari FS Vágar 2004 mátti lúta í Sumba, og í Gøtu gjørdist niður- flytingin veruleiki leygardagin 2. DEILD Jákup Mørk Sæð burtur frá toppupp- gerðini á Sandi, so vóru eisini fleiri aðrar áhuga- verdar uppgerðir í 2. deild leygardagin. Mest óvæntaða úrslitið kom helst á Krossinum í Sumba, har FS Vágar 2004 var á vitjan. Sumbingar hava í ár havt tyngra endan niðureftir, men hesa ferð var eingin sum helst ivi. Talan gjørdist um tryggan 3-0 sigur til heimaliðið, sum soleiðis lyfti seg at kalla úr niðurflytingarvandanum. Hjá vágamonnum kom tapið hinvegin illa við. Teir eru nú bert tvey stig framman fyri AB í kapp- ingini um bronsuna, og við dystum móti báðum odda- liðunum eftir á skránni, verður tað í øllum førum sera trupult at fáa fulla úrtøku úr seinastu trimum dystunum. Í Gøtu varð tað staðfest, at GÍ komandi árið skal niður í triðju deild. Hesa ferð var Royn á vitjan, og við 3-0 tapinum er greitt, at GÍ noyðist niður úr deild- ini. Hvalbingur kundu hin- vegin breggja sær eitt sind- ur, tí teir komu nú upp á áttanda plássið í deildini. Í Leirvík stóð leingi nógv á hjá AB, sum fram til sein- astu minuttirnar var aftan fyri við einum máli. Máltev- inum hjá Súni Fríða Barbá bilar tó framvegis einki, og tá hann móti dystarloki fekk tveir møguleikar, vórðu hesir eisini umsettir til tvey mál og trý stig. Seinasti dysturin var í Havn, har HB vann tryggan sigur í grannauppgerðini móti B36. Talan var um hampuliga stóran mun millum liðini, og tó at B36 skapti spenning við málinum til 2-1, so var veruligur ivi ongantíð. Úrslitini Sumba-FS Vágar 2004 3-0 1-0: Kenneth Kjærbo 2-0: Kári í Lágabø 3-0: Kenneth Kjærbo GÍ-Royn 0-3 (0-1) 0-1: Gisli Sveinbjornsson 0-2: Hilmar Sveinbjørnsson 0-3: Kaj Roest LÍF-AB 2-3 (1-1) 1-0: Áslakkur Jacobsen 1-1: Johnny Samuelsen 2-1: Fróði Joensen 2-2: Súni Fríði Barbá 2-3: Súni Fríði Barbá HB-B36 4-1 (2-0) 1-0: Roy Poulsen 2-0: Jákup Larsen 2-1: Tórálvur Poulsen 3-1: Poul Tummas Dam 4-1: sjálvmál Formel 1 koyringin í Brasil, gjørdist alt annað enn spennandi, og hóast møguleikin var fyri eini veruligari kappkoyring um meistaraheitið, so valdu koyrararnir at koyra varisliga í staðin FORMEL 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fernando Alonso gjørdist yngsti heimsmeistarið í for- mel 1 nakrantíð, tá hann tryggjaði sær triðja pláss í brasilsku formel 1 koyring- ini í Sao Paolo. Montoya og Raikkonen fingu fyrsta og annað pláss, hetta er fyrstu ferð, at McLaren fær bæði tey fremstu plássini í fimm ár. Men gleðin hjá McLaren koyrarunum var heldur ring at fáa eyga á. Tað var ein sera skuffaður Raikkonen, ið sá heimsmeistaraheitið hvørva afturum seg, og á sigurskammlinum, sá tað út, sum trupult var at halda tár- unum aftur. Óhapp í byrjanini Sjálv formel 1 koyringin taldist ikki millum tær mest spennandi. Fernando Al- onso byrjaði í fyrstu byrj- unarstøðu, og megnaði at halda hetta pláss í byrj- anini, men longu á fyrsta umfari varð trygdarbilurin settur á breytina aftan á eitt óhapp í byrjanini. Tiago Monteiro, ið hevði ellivntu byrjunarstøðu, varð noyddur inn í pit á sjálvum upphitingarumfarinum. Hetta gjørdi, at eitt tómt pláss varð framman fyri Williams koyrararnar Webb- er og Pizzonia og David Coulthard í Red Bull. Allir tríggir gjørdust dekan ov grammir eftir eyka plássin- um, og úrslitið varð, at Coulthard varð kleimdur í millum báðar Williams bil- arnar, fyri Pizzonia og Coulthard var koyringin av á staðnum, meðan Webber koyrdi í pit, har hann varð í 25 umfør, áðrenn hann koyrdi út aftur á breytina. Meðan ruddað var á breytini, koyrdi Alonso spakuliga, frammanfyri Juan Pablo Montoya, ið var byrjaður á øðrum plássi. Kimi Raikkonen var í byrj- anini farin framvið Jenson Button og Giancarlo Fisi- chella og lá á triðja plássi. Eisini Michael Schumacher, ið byrjaði á sjeynda plássi megnaði at koyra seg fleiri pláss upp á fyrsta umfar- inum, og lá beint aftan fyri Raikkonen á fjórða plássi. Stóru tapararnir í byrjn- anini vóru Jenson Button, ið datta av fjórða niður á sætta pláss, og Giancarlo Fisichella, ið fór av triðja aftur á fimta pláss. Montoya tók ræðið Tá koyringin varð endur- startað, var tað Montoya, ið byrjaði bestur. Hann fór framvið Alonso. Montoya varð verandi á odda restina av koyringini, uttan at nakar trýsti hann. Fisichella fór somuleiðis framvið Michael Schumacher. Aftan á fimm umfør, vóru longu fleiri yv- irhálingar og nógvur spenn- ingur. Hetta boðaði frá góðum, serliga tí teir báðir, sum bardust um heims- meistaraheitið Fernando Alonso og Kimi Raikkonen lógu á øðrum og triðja plássi. Raikkonen hevði einki at missa, og tí var eitt hart stríð í væntu, har Raik- konen fór at trýsta Alonso til at gera eitt mistak, men tað kom slettis ikki. Fernando Alonso helt finnan aftanfyri seg heilt til bensináfylling- ina. Tá fór Raikkonen framvið. Skuffandi koyrt av tí annars vanliga so frálíka finnanum. Tann veruliga kappkoyringin um heims- meistaraheitið millum Raik- konen og Alonso er ikki sædd í ár. Michael Schumacher vann fjórða plássið aftur frá Fisichella í pittstoppinum. Henda raðfylgja gjørdist eisini tann endaliga. Tað var ikki nógvur spenningur í kappingini um stigini, men Rubens Barrichello og Jenson Button stríddust væl um sætta pláss, Rubens gjørdist hesuferð tann longri. Ralf Schumacher koyrdi á mál, sum tann seinasti maðurin í stigunum á áttanda plássi. Heimsmeistaraheitið er enn opið Heimsmeistaraheitið fyri koyrarar er avgjørt Fern- ando Alonso hevur 117 stig, meðan Raikkonen hevur 96, við einans 20 møguligum stigum eftira at vinna, er einki, ið finnin kann gera. Annarleiðis stendur til í kappingini fyri lið. Har fór McLaren-Mercedes hetta vikuskiftið framvið Renault. Hetta er fyrstu ferð í ár at Renault ikki eru á odda í hesi kapping, og so góðir sum McLaren bilarnir eru í løtuni, verður ivasamt, um Renault megnar at taka hendur sigur frá McLaren- Mercedes. Eisini Ferrari gjørdi eitt hál hetta viku- skiftið, og er nú 17 stig frammanfyri Toyota á fjórða plássi, ið einans fingu 1 stig hetta vikuskiftið. Úrslitið á Interlagos Stig 1 Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes 10 2 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 8 3 Fernando Alonso Renault 6 4 Michael Schumacher Ferrari 5 5 Giancarlo Fisichella Renault 4 6 Rubens Barrichello Ferrari 3 7 Jenson Button BAR- Honda 2 8 Ralf Schumacher Toyota 1 9 Christian Klien Red Bull Racing 10 Takuma Sato British American Racing Honda 11. Felipe Massa Sauber-Petronas 12. Jacques Villeneuve Sauber-Petronas 13. Jarno Trulli Toyota 14. Christijan Albers Minardi-Cosworth 15. Narain Karthikeyan Jordan-Toyota Úti - Tiago Monteiro Jordan-Toyota - Mark Webber Williams-BMW - Robert Doornbos Minardi-Cosworth - Antonio Pizzonia Williams-BMW - David Coulthard Red Bull Racing HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso 117 2 Kimi Räikkönen 96 3 Michael Schumacher 60 - Juan-Pablo Montoya 60 5 Giancarlo Fisichella 45 6 Jarno Trulli 43 7 Ralf Schumacher 38 - Rubens Barrichello 38 9 Jenson Button 32 10 Mark Webber 29 HM fyri lið 1 McLaren-Mercedes 164 2 Renault F1 162 3 Scuderia Ferrari 98 4 Toyota Racing 81 5 Williams-BMW 59 6 BAR Honda 33 7 Red Bull Cosworth 27 8 Sauber Petronas 17 9 Jordan Toyota 12 10 Minardi Cosworth 7 Bronsudysturin enn javnari Fernando Alonso var einans 24 ár og 2 mánaðar, tá hann vann heimsmeistaraheitið í formel 1 sunnudagin. Mynd: Reuters