týsdagur 27. september 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 27. september 2005
27
Fyri nógv tað mesta
hevði VB yvirvágina í
Gundadali sunnudag-
in, men við tveimum
málum, sum vágbing-
ar ikki vóru serliga
fegnir um, fekk HB
kortini stigini, soleið-
is at meistararnir enn
hava møguleikan at
gerast meistarar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað
líktist
einum
av-
greiðsluspurningi hjá meist-
arunum, tá VB vitjaði í
Gundadali sunnudagin. Ikki
tí. Vágbingar hava ofta argað
HB í Gundadali, men for-
treytirnar hjá gestunum vóru
avgjørt ikki tær bestu. Botn-
stríðið hevur gjøgnum alt ár-
ið tikið nógv av sjálvsálitin-
um úr VB-liðnum, og við
týdningarmikla spælskipar-
anum, Milan Kulic, á skaða-
listanum, mundu tey fægstu
roknað við nøkrum skreyt-
um frá teirra síðu. Nakað
sum eisini fekk NordicBet at
taka dystin av listanum yvir
føroyskar dystir, sum vedd-
arar kundu spæla uppá.
Fylgdu taktiska
upplegginum
Men vágbingarnir vildu tað
tó øðrvísi. Móti einum HB-
liði, sum gott nokk mangl-
aði Hall Danielsen og Kára
Nielsen, stríddust teir frá
fyrsta bríksli manniliga.
Stórur dentur varð lagdur á
at halda verjuskipina, og tá
Poul N. Poulsen eftir gott
uppspæl í vinstru kundi
leggja gestirnar framum,
vóru
fortreytirnar
fyri
kontra-spælinum enn betri.
HB hevði at kalla ikki
nakran veruligan málmøgu-
leika fyri steðgin, og fyrstu
løtuna eftir steðgin var lítið
frægari í so máta. Undan
vindinum royndu teir seg
onkra tíð við langskotum,
men Bjarni í VB-málinum
hevði ikki stórvegis trupul-
leikar av hesum, og so líð-
andi mundi tað gerast greitt
fyri fleiri, at ein sensatión
væl kundi vera ávegis.
Og ivaleyst man hvør
tann einastai av VB-spælar-
unum eisini halda, at hend-
an skuldi verið komin til
høldar. Í øllum førum vóru
bæði málini hjá HB av tí
slagnum, sum førdi nógv
mótmæli við sær. Fyrst fór
Vagnur Mohr Mortensen
um koll í brotsteiginum, og
hóast mótmæli, so varð
brotsspark dømt. Hetta um-
setti Vagnur sjálvur til mál,
og so royndi HB at trýsta
enn meira.
Innskifti Uni Arge gav
eisini nakað av tiltrongdari
rástyrki í álopspartinum,
men tað var tó ikki hann,
sum gjørdist dagsins maður
í HB hendan dagin. Hans á
Lag hevur fyri tað nógva
verið nýttur í álopinum í ár,
men eftir skaðasteðg byrj-
aði hann hesa ferð á mið-
verjuplássinum, har flestu
áskoðararnir kennast best
við hann.
Men
útgangsstøðið
í
verjuni hevur tó ongantíð
forðað Hans í at gera mál,
og tað gjørdi tað heldur ikki
hesaferð. Seinastu løtuna
varð luftsterki spælarin
fluttur niðan í álopið, og í
yvirtíðini eydnaðist honum
eisini at skora. Mong
mundu halda, at talan var
um rangstøðu, tá Uni Arge
stútaði bóltin niður, men
floytan tagdi, og so var
Hans ivaleysur.
Ein keðilig vend fyri VB,
og hon gjørdist ikki minni
keðilig av, at teir beint und-
an hesum høvdu sín møgu-
leika at avgera. Men ta ferð-
ina brast bólturin stólpan, tá
Nenad smekkaði til, og tað
er kanska munurin millum
eitt odda- og botnlið.
Eldur í botnstríðnum
Fyri vágbingarnar mundi
hetta kunnast sum meira
enn snópisligt, nú teir so
leingi høvdu spælt í minsta
lagi upp við meistararnar.
At TB so eisini vann sín
dyst á Sevmýri mundi ikki
betra um lagið í so máta, og
nú er av álvara farið at
brenna undir teimum. Bara
tvey stig eru nú niður til
aftasta sessin í deildini, og
við einum útidysti á Sev-
mýri eftir á pappírinum, er
av álvara lagt upp spenning
í botninum. Ein spenning,
sum vágbingar helst gjarna
vildu verið fyriuttan.
HB hevði hinvegin alla
orsøk at fegnast. Teir megn-
aðu enn einaferð at sýna
eyðsýndu
dygdina
hjá
einum oddaliði. Nevnliga
at fáa øll stigini, tá spælið
als ikki koyrir upp á tað
besta. Og so munnu bæði
viðhaldsfólk og spælarar
leggja vertin á, at maskinan
ikki koyrdi so væl hesaferð.
Tað eru stigini, sum telja,
og tá árið verður gjørt upp,
er tað eingin, sum spyr,
hvussu liðini hava spælt.
Tað eru stigini, sum telja,
og hesi staðfesta, at HB enn
er væl og virðiliga við í
gullstríðnum.
Hóast hann nú aftur er
partur av HB-verjuni,
so dugir Hans á Lag
framvegis at skjóta
avgerandi málini
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Hann hevði hug at flenna,
tá vit eftir dystin spurdu,
hvørt tað nú var soleiðis, at
hansara rætta pláss var í
álopinum.
- Tað veit eg ikki. Eg
trívist fult so væl í verjuni,
men eg vildi í øllum førum
skora, tá eg fór niðaneftir.
Og tað eydnaðist so eisini,
helt Hans á Lag.
Spurdur um dystin, var
hann skjótur at staðfesta, at
hetta nokk ikki var tann
besti dysturin, sum HB
hevur spælt í ár.
-
Vindurin
órógvar
kanska nakað, men tað er
líka fyri báðar partar. Í øll-
um førum, so spæla vit ikki
serliga væl, og tá teir so
skora eftir eitt mistak frá
okkara síðu, verður tað
ógvuliga tungt. Men eg
haldi kortini, at tað eigur at
vera givið okkum sum rós,
at vit alla tíðina stríðast fyri
møguleikanum.
Tað er kanska eisini eitt
úrslit av, at tit eru vanir at
vinna. Hetta at tit eisini í
mótgongd trúgva upp á
møguleikan?
- Ja, tað er tað kanska. Vit
royna í øllum førum alla
tíðina, og so vóna vit, at
úrslitið kemur.
Um tey bæði málini, sum
vágbingarnir vóru sera
ónøgdir um, segði Hans, at
hann dugdi illa at meta um
rættleikan av hesum.
- Tá brotssparkið varð
dømt, stóð eg rættiliga
langt burturi, men eg helt
tó, at tað var kontakt mill-
um spælararnar. Um eg var
rangstaddur sjálvur, tá eg
skoraði, skal eg ikki siga.
Men eg var í framdrifti, tá
Uni stútar bóltin, og tí havi
eg kanska eisini verið langt
innanfyri, tá bólturin so er
komin til mín.
- Og so kann eg bara
leggja afturat, at eg ikki eri
so keddur av tí, um hatta
málið skuldi verið kolldømt.
Tí hasir dómararnir koll-
dømdu í øllum førum eitt
mál hjá mær fyrr í ár, tá eg
var í minsta lagi 10 metrar
onside, so tú kanst gott siga,
at teir skyldaðu mær tað,
ljóðaði heldur speiska við-
merkingin at enda.
Við
hesum
seinasta
verður sipað til dystin, sum
HB spældi móti GÍ fyrr í ár.
Tá varð eitt mál hjá Hans
púrasta óskiljandi koll-
dømt, hóast tað neyvan var
nakar annar enn linjudóm-
arin, sum helt talan vera um
rangstøðu.
Tað er tó einki at ivast í,
at málið hesa ferð kom
betri við, enn tað hevði
komið móti GÍ, og sum
Hans sjálvur tekur til, so er
tað nú finala hvørja ferð.
- Vit mugu bara taka ein
dyst í senn. Tann næsti
verður í Fuglafirði, har trý
stig bíða eftir okkum, og so
mugu vit bara alt tað, sum
vit megna, fyri at taka hesi.
Longri fram enn tað sama
vil eg ikki hugsa í løtuni,
ljóðaði staðfestingin.
Altjóða
uppgáva í
Noreg
Um eina viku fara Andreas
F. Hansen og Eyðun Samu-
elsen til Noregs, har teir
skulu undir sína fyrstu upp-
gávu sum altjóða dómarar
Dysturin, sum teir báðir
skulu døma, er í øðrum um-
fari av Europa-Cup kapping-
ini fyri steypavinnarar, og er
talan um dyst millum norsku
og Kypriotisku steypavinnar-
arnar.
Teir báðir vóru annars eisini
og dømdu í Aalborg, tá Nøv-
ling-Cup var á skránni her-
fyri. Sum skilst, so vóru
nakrar misskiljingar tá íkom-
nar, soleiðis at teir báðir tveir
teir fyrstu dagarnar dømdu
dystir, sum lítið og einki
høvdu upp seg, men sum
kappingin leið, fingu teir tó
tillutað alt størri uppgávur.
Og skoðsmálið frá starvsfel-
øgunum har var, at teir
skuldu vera meira enn væl
komnir aftur, um teir høvdu
hug at aftur, tá nýggj kapping
er á skránni um eitt ár.
-mørk
Einkul-
startur fyri
børn
Leygardagin 1. okto-
ber sleppa børn at
royna seg í einkul-
starti. Kappast verð-
ur sum hini árini í
bólkunum 1, 2 og 3
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Seinasta kapping í hesum
kappingarárinum
er
á
skránni komandi leygardag,
og tað verða børnini sum
enda kappingarárið 2005.
Leygardagin sleppa børnini
at royna seg í einkultstarti,
og eins og í fjør verður kapp-
ast inni á Kaldbaksbotni.
Allir súkklarar møtast við
bussskýlið í Kaldbaksbotni,
har starturin verður. Koyrt
verður móti Kaldbaksbygd,
har vent verður.
Teinarnir eru ymiskir, alt
eftir hvørjum bólki børnini
koyra í.
Kappast verður í hesum
bólkum:
Bólkur 1 - gentir undir 8 ár
Bólkur 1 - dreingir undir 8 ár
Bólkur 2 - gentir 9-11 ár
Bólkur 2 - dreingir 9-11 ár
Bólkur 3 - gentir 12-14 ár
Bólkur 3 - dreingir 12-14 ár
Kappingin byrjar kl. 14.00 og
allir luttakarar skulu møta í
seinasta lagi kl. 13.30.
Heiðursmerkir
verða
til
tríggir teir fremstu súkklar-
arnar, og eitt hvørt leskiligt
verður til børnini eftir
kappingina.
Verjuskansin avgjørdi
Nú verður tungt
At vágbingarnir vóru nipnir eftir dystin sunnudagin, er
sjálvsagt.
- Har vórðu vit snýttir so dyggiliga. Sjálvur haldi eg,
at hetta var ræðuligt fyri okkum, og dømingina kunnu
vit undir ongum umstøðum verða nøgdir um, helt
Mortan úr Hørg eftir dystin.
Um tey bæði málini hjá HB segði Mortan, at nú hevði
hann sjálvandi til góðar at síggja tey í sjónvarpinum,
men hann helt tó, at talan í báðum førum var um sera
ivasamar dómar - ella mangul upp á sama.
- Men nú verður tað tungt hjá okkum. NSÍ kemur á
vitjan næstu ferð, og tann dysturin skal helst geva
nakað, um vit ikki skulu til Sevmýri at spæla ein altav-
gerandi dyst, og tí vilja vit fegnir sleppa undan. Hin-
vegin haldi eg, at vit hesa ferð sýndu tann hugburðin,
sum krevst, og megna vit at halda fast um hetta,
samstundis sum vit eisini fáa Milan aftur á liðið, so
rokni eg heilt avgjørt við, at vit kunnu taka stig frá
runavíkingunum, staðfesti Mortan at enda.
-mørk
Í Edvard Ble átti VB helst besta spælaran á vøllinum, men á
máltalvuni munaði hetta kortini lítið, tá alt kom til alt
Mynd: Álvur Haraldsen
HB-VB 2-1 (0-1)
0-1: Poul N. Poulsen, 28.
1-1:Vagnur M. Mortensen (br.), 68.
2-1: Hans á Lag, 90.
Dómari: Lassin Isaksen
HB: Bárður Johannesen - Rani D. Christiansen (Bárður
Mortansson, 76.), Rasmus Nolsøe, Hans á Lag, Janus M.
Joensen - Vagnur M. Mortensen, Rúni Nolsøe, Svenn F.
Jacobsen (Uni Arge, 64.) - Jákup á Borg, Tór-Ingar
Akselsen (Hendrik Rubeksen, 42.), Rókur Jespersen
GK: Jákup á Borg, 62.
VB: Bjarni Johannesen - Mortan úr Hørg, Suni úr Hørg,
Anders Sørensen, Jákup Olsen - Birni Kjærbech (Jakob
Skaaning, 76.), John Poulsen (Jón K. Poulsen, 37.), Edvard
Ble, Pól N. Poulsen - Nenad Stankovic, Dan Djurhuus
GK: John Poulsen, 12., Edvard Ble, 31.
FAKTA UM DYSTIN
HB-VB 2-1 (0-1):
Vágbingar kendu seg snýttar