týsdagur 27. september 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 183 - 27. september 2005
Dagtilhaldið í
Nes kommunu
Í sambandi við, at Dagtilhaldið í Nes kommunu
byrjar sítt virksemi fyri pensjónistar 28. september
2005, verður bjoðað til móttøku 27. september
2005 kl. 16.00 í Vesturskin.
Til móttøkuna verður:
• Felagssangur
• Martin R. Jacobsen, prestur spælir klaver
• Kvinnubólkurin úr Nebo og Petur Hans
Hansen syngja
• Eisini verður okkurt til matna.
Verið hjartaliga vælkomin.
Nevndin
Leiðari til barna-
garðin í Hvalvík
Sunda kommuna søkir eftir dagstovnaleiðara til
barnagarðin, at byrja tann 1. november 2005 ella
eftir nærri avtalu.
Umsøkjarin skal arbeiða 40 tímar og hava náms-
frøðiliga útbúgving.
Barnagarðurin er skipaður við 2 barnagarðsstovum,
2 vøggustovum og frítíðarskúla.
Barnagarðurin liggur í hugnaligum, barnavinarlig-
um umhvørvi heilt oman til ta vælkendu stóru
ánna.
Vit ynskja:
• At tú hevur hug og hegni at leiða, dugir at
samstarva og ert fyrikomandi.
• At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka
barninum og teim vaksnu.
• At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara
barnagarð.
• At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Før-
oya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara-
felagið.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
núverandi leiðara, á tlf. 213717 ella 422717.
Umsóknir við avritum av prógvi verða at senda til:
Sunda Kommunu
Oyrarbakkavegur 3
FO 400 Oyrarbakki
Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 11.10.2005.
Barnagarðurin í Hvalvík, er ein av trimum stovnum í Sunda Kommunu.Vit
eru normeraði til 60 børn, hava 3 ár á bakið, og eru í løtuni 6 starvsfólk í
vøggustovuni, 8 í barnagarðinum og 3 starvsfólk í frítíðarskúlanum.
Dagstovnaleiðarnir á økinum, tvs. í Hósvík, á Oyrabakka og í Hvalvík, hava
eitt gott og tætt samstarv á økinum í samráð við kommununa.
cˆo^o^pbqofÓ
gÉâ~ê~ÖĞí~= NM=•= q³êëÜ~îå
gçÜå=^ K=` Üêáëíá~åëÉå
âçóêáäŽê~êá
íÉä=O N= QT=T R
pí~åäÉó=^ K=l äëÉå
âçóêáäŽê~êá
íÉä=O N= NM=V V
hçóêáJ
âçêí\
=
=q ÉçêáëâÉá×= íáä=
éÉêë³åÄáä
Äóêà~ê
ܳëÇ~Öáå=
OVK= ëÉéíÉãÄÉê
âäK= NUKMM