Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 27. september 2005 33 Søkt verður eftir avloysara vegna barnsburðarfarloyvi til Eftirlits- og innheintingardeildina í Streymoyar øki at byrja 1. november 2005 til 15. mai 2006. Høvuðsuppgávur Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um vanligt fyrifallandi skrivstovuarbeiði á deildini, innan meirvirðisgjald, skatt og toll. Harumframt skulu loysast avgreiðsluuppgávur, sum fyri- spurningar frá viðskiftafólki/vinnuni innan skatt- og av- gjaldsøkið hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Viðkomandi, ið settur verður í starv, skal kunna tola at broytingar verða framdar í innihaldi í starvinum, vegna broytingar á stovninum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava roknskaparligan førleika og minst hava HH prógv ella líknandi. Rætti viðkomandi er ein persónur, sum bæði er sjálvstøð- ugur, arbeiðssamur, fyrikomandi og dugir at samstarva. Vit kunna bjóða Spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum sam- stundis er fakliga krevjandi. Eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs- royndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og viðkomandi fakfelag. Núverandi setanarøkið er Streymoyar øki, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann persónur, ið verður settur, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya, Streymoyar øki, Jens N. Dam, deildarleiðara, tlf. 30 84 00. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. oktober 2005 Toll- og Skattstova Føroya, Streymoyar øki Postsmoga 3139 110 Tórshavn Toll- og Skattstova Føroya Avloysarastarv Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskatta-lógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at plan-legging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Stovnurin er farin undir bygnaðarbroytingar. Samstarvið millum økisskrivstovurnar og leiðsluna í stýrinum skal mennast, og stovnurin skal veita borgarum og virkjum eina betri tænastu. Tær núverandi seks økisskrivstovurnar verða lagdar saman til tríggjar. Í Streymoyar øki starvast 60 fólk. Høvuðsskrivstovan, har viðkomandi koma at starvast, er á Smyrils- vegi, Posttolldeildin heldur til á Óðinshædd og Tollbúðin er á Eystaru Bryggju. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail streymoy@tollskatt.fo Á Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, er starv leyst at søkja til setan frá 01. November 2005. Høvuðsuppgávur Málsviðgerð av persónlíkning, stuðulskipanum, mvg, toll og annars vanligt skrivstovuarbeiði, so sum avgreiðslu- uppgávur og fyrispurningar frá viðskiftafólki. Viðkomandi,ið settur verður,skal kunna tola at broytingar verða framdar í innihaldi í starvinum, vegna broytingar á stovninum. Førleikakrøv Tann, sum settur verður, skal helst í minsta lagi hava HH- útbúgving. Rætti viðkomandi skal vera sjálvstøðugur, arbeiðssamur, fyrikomandi og duga at samstarva. Vit kunnu bjóða Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini er fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving. Talan er um sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs- royndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Núverandi setanarøkið er Eysturoyar Øki,men fevnir ann- ars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Ingolf Lamhauge, økisstjóra á tlf. 44 85 88. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, í hendi í seinasta lagi: 10. oktober 2005 Toll- og Skattstova Føroya Eysturoyar Øki Postsmoga 225 FO-600 Saltangará Toll- og Skattstova Føroya Málsviðgeri Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðrnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at plan-legging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Stovnurin er farin undir bygnaðarbroytingar. Samstarvið millum økisskrivstovurnar og leiðsluna í stýrinum skal mennast, og stovnurin skal veita borgarum og virkjum eina betri tænastu. Tær núverandi seks økisskrivstovurnar verða lagdar saman til tríggjar. Á Eysturoyar Øki, har viðkomandi kemur at starvast, eru 20 starvsfólk. Lýsingin finst eisini á heimasíðu okkara: www.tollskatt.fo E-mail: eysturoy@tollskatt.fo