Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 184 - 28. september 2005 UTTAN ÚR HEIMI Deyðar kvinnur valdar á ting Pakistanska løgreglan er farin undir at kanna, hvussu tað kann bera til, at tvær deyðar kvinnur eru valdar í eitt landspartating. Løgreglan sigur, at onnur kvinnan doyði fyri 13 árum síðani, men at hon kortini fekk nóg nógvar atkvøður til at sleppa í tingið í Dir-landspartinum. Hin kvinnan, sum varð vald í tingið, doyði fyri trimum árum síðani. Ákæruvaldið sigur, at teir veljararnir, sum brúktu teir ólógligu atkvøðuseðlarnar, kunnu enda í rættinum. Eygleiðarar halda, at valúrslitið skal tulkast sum eitt mótmæli, eftir at landspartamyndugleikarnir fyrr í ár bannaðu kvinnum at stilla upp og at velja. Men lands- myndugleikarnir ógildaðu avgerðina, og tað fekk fleiri hundrað kvinnur at fara á val í Dir-landspartinum, skrivar AP. Undir eftirliti Svenska stjórnin hevur gjørt av at eftirlíka einum am- erikonskum ynski um at halda eygað við einum svenskum ríkisborgara, sum hevur sitið fangi í Guantanamo. Tá Mehdi Ghezali slapp úr fangaleguni í Kuba í juli í fjør, segði svenska stjórnin, at amerikanararnir høvdu ikki fingið nakað lyfti um, at sviar skuldu halda eygað við honum. Leila Freivalds, uttanríkisráðharri, segði tá, at stjórnin kundi heilt einfalt ikki geva amerikanarun- um eitt tílíkt lyfti. Men sambært tí, sum kom fram í einari sending hjá sjónvarpinum TV4 fyrrakvøldið, hevur svenska stjórnin slakað. Tað kom fram, at sviar hava lovað at siga amerikanarunum frá, um Mehdi Ghezali biður um nýtt pass. Sambært sendingini hava sviar eisini lovað at siga amerikanarunum frá, um maðurin fer av landinum, og ber tað til at fáa upplýst, hvønn hann fer at vitja, fáa amerikanararnir eisini tað at vita. Robin Hood deyður Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur skotið leiðaran í frælsisrørsluni í Puerto Rico, Filiberto Ojeda Rios. Hann var 72 ára gamal. Tann 12. september í 1983 rændu hann og nakrir aðrir meiri enn sjey milliónir dollarar frá einari amer- ikanskari fyritøku. Pengarnar brúktu teir til at fíggja frælsisbardagan og til at hjálpa teimum fátæku, og tað gjørdi, at fólk í Puerto Rico sammettu frælsismannin við Robin Hood. Fimm ár eftir ránið varð Rios tikin, men hann slapp leysur ímóti loysigjaldi. Trý ár seinni varð hann aftur tikin, og hesaferð fekk hann 55 ára fongsul, men tað eydnaðist honum at flýggja longu tvey ár eftir dómin. Nakað seinni viðgekk hann, at hann hevði verið við, tá ellivu amerikonsk flogfør vórðu sprongd í luftina á ein- um hernaðarflogvølli í Puerto Rico. Síðani hevur FBI leitað eftir honum, og fyri nøkrum døgum síðani kom samveldisløgreglan fram á hann. FBI vil vera við, at Rios doyði í skotbardaga við løg- reglumenninar, men í Puerto Rico er eingin í iva um, at FBI-menninir høvdu fingið boð um at skjóta hann. Nú hevur hann 13 konur Kongurin í Swazilandi, Mswati, er nú vorðin giftur fyri trettandu ferð. Tann seinasta brúðurin var tann bara 17 ára gamla Prindile Nikambule. Mánadagin varð tann nýggja konan víst almenning- inum, men tað vóru minni enn so øll, ið vóru líka fegin um giftuna. Kvinnufelagsskapir skipaðu fyri mótmæl- isgongum, tí kvinnurnar vilja vera við, at levnaður kongs er ósambæriligur við tann veruleika, at onga- staðni í heiminum eru so nógv fólk smittað við eyð- kvæmi sum í Swazilandi. Sambært ST eru meiri enn 40 prosent av øllum teimum tilkomnu har smittað. Men Mswati, kongur, vísir atfinningunum aftur. Hann sigur, at tað at hava fleiri konur er við til at sameina tjóðina. Í gjár herjaði melduródnin Damrey í Vietnam. Mynd- ugleikarnir høvdu flutt umleið 300.000 fólk burtur frá strondini, áðrenn ódnin kom í land, men hermenn fingu boð um at halda eyg- að við byrgingunum, sum skuldu forða fyri flóð- aldum. Men vónirnar vóru ikki tær bestu, tí byrging- arnar er ikki ætlaðar til so ringt veður. Damrey herjaði mána- dagin kinesisku oynna Hainan. Har høvdu mynd- ugleikarnir flutt 200.000 fólk undan ódnini, men kortini kravdi hon níggju mánnalív. Kinesisku mynd- ugleikarnir søgdu í gjár, at stór øki á oynni stóðu undir í sjógvi, og at Damrey hevði gjørt skaða fyri einar sjey milliardir krónur. Illveður kravt fleiri mannalív Men fólk, sum ikki vórðu rakt av flóð- alduni, fingu hjálp NEYÐHJÁLP Árni Joensen fartekst@mail.dk Um allan heim, eisini í Før- oyum, lótu myndugleikar, felagsskapir og einstakling- ar teimum neyðstøddu eftir flóðalduna í Landssynn- ingsasia hjálp, men nú vísir tað seg, at í summum før- um kom neyðhjálpin ikki teimum neyðstøddu til hjálpar. Í gjár kunngjørdi ríkis- grannskoðarin í Sri Lanka eina frágreiðing um hjálp- ina, sum landið fekk aftan á flóðalduna. Hann skrivar millum annað, at fólk, sum als ikki vórðu rakt av flóð- alduni fingu pengar, meðan fólk, sum mistu hús og heim, fingu ikki eitt oyra. Sambært ríkisgrannskoð- aranum komst hetta av, at landsmyndugleikarnir vóru í iva um, hvussu teir skuldu býta pengarnar, men hann leggur dent á, at talan var ikki um svik ella nakað annað ólógligt. Grannskoðarin nevnir sum dømi, at í einum føri vórðu 4,5 milliónir krónur býttar ímillum 16.000 húski á srilankisku vestur- strondini, men at í hesum økinum vóru tað bara 599 húski, sum vórðu rakt av flóðalduni. Umleið 370 fólk vórðu tikin, tá tey gingu mótmælis- gongu í Washington ímóti krígnum í Irak MÓTMÆLI Árni Joensen fartekst@mail.dk Løgreglan var væl mannað, tá umleið 600 fólk gingu mótmælisgongu uttan fyri Hvítu Húsini fyrradagin ímóti Irak-krígnum. Tals- maðurin hjá Bush, forseta hevði boðað frá framman- undan, at stjórnin letur seg ikki ávirka av mótmælun- um, men mótmælisfólkini gjørdu í hvussu er sítt til at ávirka forsetan og stjórn- ina. - Allur heimurin fylgir við, róptu tey, og nakrar kvinnur bóru eitt stórt skelti við orðunum "Kríggj er ósømiligt". Løgreglan gjørdi av at spjaða mótmælisgonguna, og tá fólk ikki vildu fara við góðum, vórðu umleið 370 teirra tikin. Teirra millum var Cindy Sheehan. Hon gjørdist kend um allan heimin í summar, tá hon setti seg uttan fyri bústaðin hjá forsetanum í Texas og kravdi at sleppa at tosa við Bush. Cindy Sheehan misti sonin í Irak í fjør. Leygardagin gingu um- leið 100.000 mótmælis- gongu í Washington við kravi um, at USA og Bretland skulu taka sínar hermenn úr Irak. Men USA fer ikki at gera eftir kravin- um, segði Scott McClellan, talsmaður hjá Bush mána- dagin. Neyðhjálp til Sri Lanka ikki til tey neyðstøddu Mótmæltu uttan fyri Hvítu Húsini Cindy Sheehan misti sonin í Irak í fjør. Her verður hon tikin uttan fyri Hvítu Húsini.