Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 28. september 2005 3 Eftir at tað herfyri í blaðnum kom fram, at fleiri av frosk- monnunum hjá sløkkiliðnum í Havn ikki kendu seg tryggar við útgerðina hjá sløkkiliðnum og tí noktaðu at kava, hava froskmenninir og borgarstjórin fundast og funnið eina loysn á málinum TILBÚGVING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fleiri froskmenn hava boð- að frá, at teir ikki kenna seg tryggar við tí froskmanna- útgerð, sum Sløkkiliðið hevur í løtuni, og tá ið ein manntómur bilur herfyri fór á sjógv á Havnarvág, vóru tað fleiri av froskmonn- unum, ið noktaðu at kava. Ótryggleikin hjá frosk- monnunum kom ógvuliga óvart á Heðin Mortensen, borgarstjóra, sum var burt- urstaddur um tað mundi, tá ið tað kom fram. Í viðtalu við blaðið segði Heðin Mortensen tá, at hann fór at hava fund við bæði sløkki- liðsmeistaran og frosk- menninir, tá ið hann kom heim aftur til Føroya. Froskmenninir eru fakfólk Herfyri var so fundur á brandstøðini, og Heðin Mortensen sigur, at talan var um ein ógvuliga posi- tivan fund, har partarnir fingu lagt nakrar rætnings- linjur. – Vit hava gjøgnumging- ið tørvin, ið er á økinum, og nú eru tað froskmenninir sjálvir, ið dagsskránna við at gera greitt, hvat er neyð- ugt fyri at teir kenna seg tryggar við útgerðina. Sum eg havi skilt, so er verandi útgerð góð nokk, men tað manglar venjing, so at froskmenninir eru tryggir við útgerðina, og meiri út- gerð skal eisini keypast, sigur Heðin Mortensen. Sum skilst er ætlanin, at ein maður á brandstøðini burturav fær ábyrgd av at halda froskmannaútgerðina hjá sløkkiliðnum viðlíka, og hesin sami skal eisini leggja til rættis skipaðar venjingar, og talan verður helst um eini 8-10 reglulig- ar venjingar árliga. Borgarstjórin sigur, at hann hevur biðið frosk- menninar um eitt útkast, har teir lýsa allan tørvin sum heild, ið er neyðugur fyri at froskmannaliðið skal virka til fulnar. – Teir skulu koma við einum útkasti um venjing, útgerð og annað, tí tað eru teir, sum eru fakfólk á økinum. Eg vænti mær eitt útspæl frá teimum í næst- um, og so verður arbeitt víðari í málinum, sigur Heðin Mortensen. Tímir ikki at bíða eftir landinum Spurdur um avgerðina at optimera kavaratænastuna hjá Tórshavnar Sløkkiliði er eitt tekin um, at Tórs- havnar Kommuna nú tekur ábyrgd av kavaratilbúgv- ingini, sigur Heðin Morten- sen, at tað er tað ikki. – Hetta merkir, at Tórs- havnar Kommuna ikki ætl- ar at sita hendur í favn og bíða eftir landsmyndugleik- unum, meðan alt smildrast rundan um okkum, sigur borgarstjórin, sum saknar eitt útspæl frá lands- myndugleikunum um, hvat man ætlar sær á hesum økinum. – Havnin vil fegin ganga á odda á hesum øki og møguliga taka ábyrgd, men tað krevur eisini, at pengar fylgja við frá landinum, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin sigur, at tað nyttar einki at sita hendur í favn og bíða, til ein stór vanlukka hendur, tí tá er tað ov seint at fara undir at gera nakað við kavaratilbúgv- ingina. Hann heldur tað hava alstóran týdning, at landsins myndugleikar í samráð við kommunurnar fáa skipað viðurskiftini á hesum øki. Tórshavnar Býráð hevur samtykt at keypa svimji- høllina og bygdarhúsið í Hesti, sum húsast undir somu lon. Á heimasíðuni hjá Tórs- havnar Kommunu, www.torshavn.fo, stendur at lesa, at býráðið ætlar at reka ognina framhaldandi sum ein svimjihøll og frí- tíðarhús, sum bólkar kunnu leiga í sambandi við eina ferð út í Hest. Tórshavnar Kommuna hevur frammanundan yvir- tikið grannahúsini, har ið skrivstovan hjá gomlu Hest Kommunu helt til, og sum í kjallaranum hýsir brand- støðini. Við keypinum av svimji- høllini og bygdarhúsinum í Hesti hevur Tórshavnar Kommuna gjørt sítt til, at umstøðurnar hjá skúlum, dagstovnum og ørðum bólkum eru av teimum bestu til at fara ein túr út í oynna. tn Froskmenninir fáa útgerð og venjing Eftir stríðið herfyri um kavaratilbúgving og trupulleikan við froskmonnum hjá sløkkiliðnum í Havn, sum ikki kendu seg tryggar við útgerðina, hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sett ferð á málið. Hann hevur havt fund við froskmenninar, og niðurstøðna er, at meiri útgerð verður keypt, og harafturat verða fleiri regluligar venjingar á skránni, soleiðis at froskmenninir kunnu kenna seg tryggar. Á myndini sæst borgarstjórin saman við Heina Østerø, ið kemur at hava ábyrgdina av froskmonnunum og útgerðini Mynd: Jens Kr. Vang Kommunan keypir svimjihøll og frítíðarhús Nú Tórshavnar Kommuna hevur ognað sær svimjihøllina og bygdarhúsið í Hesti, skuldi tað verið lagamanni hjá skúlaflokkum og dagstovnum úr høvuðsstaðnum at leita sær ein túr út í Hest savnsmynd Lena Andersen og Niclas Johannesen fara leygarkvøldið 29. oktober at spæla í Klingruni í Norður- landahúsinum. Talan verður um eina sokallaða intim- konsert, har tey bæði og kanska onkur gestatónleikari fara at spæla KONSERT Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Lena er í løtuni nógv at hoyra í Danmark, har hon í næstum gevur út eina nýggja útgávu av fløguni Can’t Erase it, men nú fáa føroyingar eisini møguleika at hoyra hennara framúr- skarandi rødd. Nógvar konsertir eru á skránni í sambandi við út- gávuna. Í kvøld miku- kvøldið 28. september spælir hon saman við Mariu Guttesen og Amalie Riis í Musikhuset í Klejt- rup kl. 19.30, 30. septem- ber og 1. oktober spæla tær í Deli Deluxe í Brunsgade í Århus 14. oktober fara tær tríggjar saman við Bende- dikte Riis og Anniku Aakjær á pallin í Studen- terhuset i Århus. Umframt útgávukonsertina 18. okto- ber í Krudttønden í Keyp- mannahavn, skal Lena sama kvøld hita upp fyri John Hiatt í KB-Høllini og hita upp fyri danska bólkin Vildnis í Pumpehuset 22. oktober. Lena kemur til Føroyar