mikudagur 28. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 184 - 28. september 2005
Fólkaheilsurenningin
í Suðuroy leygardagin
setti øll met: Yvir 10%
av øllum suðuroying-
um vóru við
Fólkaheilsurenning
Áki Bertholdsen
Áki@sosialurin.fo
Fólkaheilsurenningin
í
Suðuroy leygardagin fekk
ovurhonds stóra undirtøku.
Yvir 500 fólk vóru við og
tað er ikki minni 10% av
fólkatalinum í Suðuroy.
Effir fólkaalinum er tað
nógv besta undirtøkan, tí
skuldi undirtøkan verið
eins stór í renningini í
Havn, skuldu 2000 fólk
verið við, tí har býr fýra
ferðir so nógv fólk, men tey
vóru "bara" 1000 fólk við.
Men tað vóru ikki bara suð-
uroyingar við, tí einstakir
luttakarar vóru eisini norð-
anfjørðs.
Fólkaheilsurensningin í
Suðuroy livdi til fulnar upp
til endamálið, sum er at fáa
fólk at røra seg. Ongar tíðir
vóru tiknar ogsostatt ráddi
heldur ikki um at vinna ella
at renna skjótast. Tískil
kundu fólk renna ella ganga
sum teimum lysti.
Á málinum eru eisini
fólk frá Hjartafelagnum
Fyribyrgingarráðnum og
har ber til at máta blóðtrýst-
ið og at fáa aðrar upplýs-
ingar um heilsu og rørslu.
Tá ið komið varð á mál,
fingu luttakararnir drekka-
jogurt, frukt og vatn.
Fólkaheilsa í orðsins
rætta týdningi
Tað vóru Almanna- og
heilsumálaráðið, Shell og
Tvøroyrar
Svimjifelag,
sum skipaðu fyri.
Landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, varð
sjálvur tann, sum setti
tiltakið ígongd.
Hann var sera væl nøgdur
við luttøkuna.
– Hetta er av sonnum ein
fólkaheilsurenning í orðs-
ins rætta týdningi, tí her er
alt slag av fólki við.
Tað var eisini ein fjøl-
broyttur skari, sum legði
frá, tá ið starturin gekk: Har
vóru børn og vaksin, men
ein hampilig yvirvág var av
konufólki. Nú talt er upp,
vísti tað seg, at tað vóru
320 konufólk og 170 mann-
fólk við í tiltakinum, so til-
samans var luttakaratalið
195 fyri at tað skal vera
heilt nágreiniligt.
Yngsti luttakarin var seks
mánaðir og tey elstu vóru
væl uppi í áttatiárunum.
Har vóru fólk á høkjum og
fólk í rullustóli og nógv í
barnavogni og á hálvari leið
steðgaði ein ung mamma
upp at geva barni sínum
bróst.
Har vóru fólk úr allari
Suðuroy, men har vóru
eisini fólk úr Havn, úr
Vestmanna og enntá so
langt burturi sum av Trølla-
nesi.
Fyrireikarnir halda, at
júst hetta, at tiltakið ikki
var skipað sum ein kapp-
ing, men sum eitt heilsuligt
og sosialt tiltak, var tann
heilt stóri vinningurin og
gjørdi, at so nógv fólk av
øllum slagi meldaðu til- og
tað var endamálið við øll-
um tiltakinum.
Hans Pauli Strøm vísti
eisini á týdningin av at røra
seg.
Suðuroyingar slógu øll met
Suðuroying
ar stovna
felag fyri
rennarar
og
gongufólk
Í kjalarvørrinum á
fólkaheilsurenning
ini leygardagin,
fara suðuroyingar
at stovna felag fyri
rennarar og
gongufólk
FÓLKAHEILSA
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað tykist sum um at
suðuroyingar rættiliga
hava tikið fólkaheilsu-
átakið hjá landsstýris-
manninum í almanna-
og heilsumálum, til sín.
Tá ið Hans Pauli Strøm
bleiv landsstýrismaður í
almanna- og heilsu-
málum fekk hann eitt
nýtt hugtak inn í før-
oyskan politikk. Og tað
er hugtakið fólkaheilsa.
Ein liður í hesum hevur
verið at skipa fyri fólka-
heilsurenning
kring
landið og leygardagin
var eitt avbera væl-
eydnað tiltak í Suðuroy.
Men suðuroyingar gev-
ast ikki so, tí í kjalar-
vørrinum á fólkaheilsu-
renningini leygardagin,
er ætlanin at stovna fel-
ag fyri rennarar og
gongufólk í allari Suð-
uroynni.
Stovnandi aðalfundur
verður í skúlanum í
Hovi í annaðkvøld, hós-
kvøldið, klokkan 19.30.
Har ber seg hjá øllum at
møta upp og at melda
seg inn í felagið.
– Rørsla er betri enn
øll sløg av vitaminum
og øll sløg av
stimbrandi heilivági
yvirhøvur, segði hann.
Tey, sum annars
stuðlaðu fólkaheilsu-
renningini í Suðuroy
vóru Atlantsflog,
MBM, Føroya Bjór,
Shell, Poul Hansen og
Føroya Tele. Myndir-
nar frá fólkaheilsu-
renningini tala fyri
seg