mikudagur 28. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 28. september 2005
5
Tað er nógv, sum
bendir á, allar komm-
unurnar í Suðuroy
fara at samstarva um
eina felags barna-
vernd
BARNAVERND
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skulu tað vera ein ella tvær
barnaverndir í Suðuroy.
Tað er spurningurin, sum
tær sjey kommunurnar í
Suðuroy hava viðgjørt tað
mesta av árininum.
Kortini má sigast, at tað
mest sannlíka er, at tað
verður ein felags barna-
vernd fyri alla Suðuroy.
Á
bygdaráðsfundi
í
Hvalba fríggjakvøldið varð
upplýst,
at
tær
flestu
kommunurnar í Suðuroy
hava tikið undir við at tað
verður ein felags barna-
vernd og nú skulu so allir
borgarstjórarnir
arbeiða
víðari víð málinum.
Tað hevur annars tikið
sína tíð at koma til hesa
niðurstøðu, tí tær sjey
kommunurnar í Suðuroy
hava viðgjørt málið síðani
allarfyrst í árinum.
Serliga Vágs Kommuna
hevur verið ivasom, tí í bý-
ráðnum har var áhugi fyri
at kanna møguleikarnar
fyri at hava tvær barna-
verndir í Suðuroy, eina fyri
syðru helvt og eina fyri
norðaru helvt.
Men tað skulu vera minst
1500 fólk í hvørjum barna-
verndarøki. Í Vági býr ikki
1500 fólk og tí máttu vág-
bingar fáa onkra aðra
kommunu við sær. Men tað
fingu teir ikki, tí allar hinar
seks kommunurnar í Suð-
uroy vilja helst hava eina
felags barnavernd fyri alla
oynna.
Vágs Kommuna spurdi
seg eisini fyri hjá innlendis-
málaráðið fyri at vita um
tað bar til at fáa undantaks-
loyvi til at stovna egna
barnavernd, hóast tað ikki
búgva 1500 fólk í Vági.
Men tað vildi innlendis-
málaráðið ikki og tá ið allar
hinar kommunurnar heldur
vilja hava eina felags
barnavernd, er tað ein
spurningur, hvørjar møgu-
leikar vágbingar hava, uttan
at vera saman við øllum
hinum um eina felags
nevnd.
Vágs býráð hevur ikki
tikið endaliga støðu til mál-
ið, men fer at viðgera tað
aftur í næstum.
Ein limur fyri hvørja
kommunu
Tað varð eisini upplýst á
bygdaráðsfundi í Hvalba, at
ætlanin er, at tað skulu vera
sjey limir í nýggju barna-
verndini í Suðuroy. Tað
verður sostatt ein limur úr
Hvørjari kommunu.
Spurningurin um at hava
fleiri limir í barnaverndini
hevur eisini verið umhugs-
aður, men hildið varð, at
tað fer at gera nevndina
óneyðuga dýra og ein størri
nevnd fer kanska at verða
óliðiligari enn ein lítil
nevnd.
Spurningurin verður so
hvar umsitingin hjá barna-
verndini í Suðuroy skal
vera.
Porkenningar hava langt
síðani bjóðað sær til at hýsa
henni nýggja ráðhúsinum í
Porkeri. Men herfyri sam-
tykti Tvøroyrar Býráð at ar-
beiða fyri at seta eina Sosi-
ala deild á stovn í Suðuroy
og tá ið tað var til viðgerð-
ar í býráðnum og býráðs-
limir duldu ikki fyri, at ein
tanki við hesum var at júst
skapa møguleikar fyri at
hýsa umsitingini hjá eini
barnavernd.
Arbeiða fyri at fáa felags
barnavernd fyri alla Suðuroy
Flestu kommunurnar í Suðuroy vilja hava eina felags barnavernd fyri alla oynna. Vágs Býráð er eftir at taka støðu, men tað fer býráðið at gera í næstum
Føroya Arbeiðara-
felag hevur nú mist
sítt størsta limafelag
og S&K vil sleppa úr
Føroya Arbeiðara-
felag sum skjótast
ÚTMELDING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
S&K hevur nú formliga
meldað seg úr Føroya Ar-
beiðarafelag: Tað hendi á
miðdegi í gjár, tá ið
nevndin í S&K var inni á
Føroya Arbeiðarafelag og
handaði forkvinnuni har,
Ingeborg Vinther, upp-
søgnina.
Tað var herfyri, at ein
greiður meiriluti á eyka-
aðalfundi í S&K, gjørdi av
at melda seg úr Føroya
Arbeiðarafelag.
Eftir reglunum er S&K
sostatt leyst av Føroya Ar-
beiðarafelag
tann
31.
desember 2006, ella um
eitt gott ár.
Men S&K vil helst
sleppa úr Føroya Arbeið-
arafelag beinanvegin og tí
vil felagið hava Føroya Ar-
beiðarafelag at taka støðu
til um ikki S&K kann
verða leyst av Føroya
Arbeiðarafelag longu 31.
desember í ár.
Eftir lógini kann Føroya
Arbeiðarafelag nevniliga
eisini koyra eitt felag burt-
urúr og tað er hendan
lógargreinin, sum S&K nú
vil hava Føroya Arbeiðara-
felag at brúka.
S&K sigur, at Hetta er
fyri at limirnir í S&K bein-
anvegin kunnu fáa ágóðan
av
veitingunum,
sum
avtala er gjørd við Føroya
Lívstrygging um.
Misti størsta felagið
Tað eru 800 limir í S&K og
sostatt hevur Føroya Ar-
beiðarafelag
mist
sítt
størsta limafelag.
Men formaðurin í S&K,
Pætur Niclasen leggur dent
á, at talan er ikki um mis-
nøgd við Føroya Arbeið-
arafelag.
– Vit meta bara, at vit
kunnu fáa frægari sømdir
uttanfyri Føroya Arbeið-
arafelag. Men tað merkir
ikki, at vit ikki kunnu sam-
starva við Føroya Arbeið-
arafelag, t.d. tá ið sátt-
málasamráðingar eru.
Er støðan ikki tann, at tit
meldaðu tykkum í Føroya
Arbeiðarafelagi fyri at fáa
nakrar sømdir, sum tit ikki
høvdu fingið einsamøll og
nú, tit hava fingið hesar
sømdir, so melda tit tykkum
bara úr aftur?
– Nei tað er tað ikki. Vit
mugu alla tíðina arbeiða út
frá tí veruleika, sum er. Tá
ið vit meldaðu okkum í
Føroya Arbeiðarafelag í
1997, var tað tí, at felagið
tá metti, at tað var tað
rætta. Og tað seta vit ikki
spurnartekin við. Men
støðan broytist alla tíðina
og tíðir skifta alla tíðina og
nú heldur felagið, at tað er
rættast at verða uttanfyri.
– Tað kann væl verða, at
støðan um 10 ár er ein heilt
onnur, og so verður arbeitt
útfrá
tí,
sigur
Pætur
Niclasen
Vilja sleppa úr Føroya Arbeiðarafelag sum skjótast