Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 184 - 28. september 2005 – Hetta hevur verið eitt fantastiskt upp- livilsi, so her vilja vit fegnir koma aftur, sigur sangarin í Car- park North við Sosialin eftir konsert- ina í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði leyg- arkvøldið. Blaðið skifti eisini orð við teir um danskan tón- leik, áhoyrarar, før- oyskan mat og før- oyskt øl SAMRØÐA Rókur Jákupsson Jakobsen – Det var helt vildt fedt, sigur sangarin í Carpark North, Lau. Hann sigur, at undan konsertini kendu teir í bólkinum so at siga onki til Føroyar, og høvdu teir tískil onga hóming av, hvussu teir fóru at blíva móttiknir av føroyingum. Men teir vóru ovfarnir av teimum lívligu áhoyrarun- um, sum veruliga góvu teimum eitt minnið fyri lívið. – Vit hava spælt nógva staðni, og eg haldi, at man kann siga, at tað er munur á at spæla fyri áhoyrarum inni á fastlandinum og áhoyrarum úr oyggjasam- feløgum. Tað er líkasum um tey lurta meiri í oyggja- samfeløgum, og tey eru eisini meiri takksom fyri tann tónleik, ið vit spæla, greiðir bassleikarin frá. At teimum dámar væl at vera í Føroyum lýsir úr eygum teirra, og teir for- telja, at náttúran í Føroyum er nakað av tí vakrasta teir hava sæð. – Vit vóru úti og sigldu fyrr í dag, og tað var ófati- ligt. Tey stóru bjørgini, fjøllini og teir grønu blett- irnir eru sera episk, orðaði bassleikarin seg. Hann heldur, at Føroyar líkjast Grønlandi, munurin er bara at vit hava gras í Føroyum, meðan tey í Grønlandi eiga ís og kava. Eisini halda teir, at tað føroyska fólkið er av tí fittasta slagnum. Vit hava upplivað ein fantastiskan blíðskap her, og tað er gleðiligt. – Longu tá ið vit koyrdu frá flogvøllinum, løgdu vit til merkis, at fólk kendu okkum aftur. Eisini vóru vit umringaðir av børnum, ið vildu hava autografar, tá ið vit steðgaðu fyri at keypa okkurt. Tað haldi eg var so forbiðið fitt, sigur práting- arsami sangarin. – Og so hava vit sæð onkran spennandi mat her, sigur trummuleikarin, og hinir bresta í skellilátur. – Nei, hasin maturin sá ikki út til at vera nakað fyri okk- um, fortelur hann víðari. Teir hildu, at grindin og tann turri fiskurin var í so eksotiskt til teirra góma, so teir slóu seg til tols við at eygleiða onnur eta matin. Tó so, okkurt føroyskt hava teir roynt. – Tann føroyska ølin er heilt fantastisk, siga teir við ein munn. – Jeg synes, at vædderen slår den almindelige danske øl, leggur bassleikarin aft- urat. Sig so tað! Danskur tónleikur Sambært tónleikarunum í Carpark North er danskur tónleikur veruliga um at fáa altjóða viðurkenning. Teir meta, at danskir bólkar endiliga hava fingið tað, sum teir hava manglað í nógv ár; sjálvsálit og sjálvsvirðing. Danskur tónleikur hevur annars verið merktur av, at bólkarnir mestsum hava kopierað kendar bólkar úr útheiminum. Og tað er nústani at bólkarnir í Dan- mark hava dirvi at royna nýggj, spennandi og ikki minst egin hugskot. – Í tónleikavinnuni er sera stór kapping, og tískil er tað neyðugt at hava okkurt egið, sum lurtarin ikki finnur í einum øðrum bólki, fortelur Lau. Av tí at danir hava tikið hetta til sín, er Keypmannahavn skírt at verða tað nýggja Seattle. Konsertin í Fuglafirði var startskotið til eina umfat- andi tourné hjá Carpark North. Teirra næsta mál er at fáa eitt veruligt altjóða gjøgnumbrot, og tað eru nógvar ábendingar sum peika á, at vit ikki skulu bíða serliga leingi, áðrenn bólkurin verður kendur um allan heim. Teir útgeva plátuna »All Things To All People« í Týsklandi, og roynist hetta væl, eru teir nógv nærri tí stóra dreym- inum enn nakrantíð. At enda siga limirnir í bólkinum, at teir fegnir vilja sleppa aftur á pall í Føroyum. – Hetta hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi, so her vilja vit fegnir koma aftur, siga Lau at enda. Føroysk innrás á Bornholm Eivør Pállsdóttir spældu í vikuskiftinum tvær útseldar konsertir saman við Steffen Brandt, Julie Marie og Niels Skousen. Men hon var ikki einasta føroyska innslagið á mentanarvikuni á Bornholm, eisini Enekk og Natlys lut- tóku. Natlys, við m.ø. Jan- us Kampmann, Stam- en Stanchev og Agnar Lamauge spældi á Musikcaféen fríggja- kvøldið. Hetta sama stað var leygarkvøldið karmur um konsert við einum tí besta føroyski bólkinum nakrantíð Enekk. nud Finnur Jensen í Føroya- húsinum Fríggjadagin fer Finn- ur Jensen á pallin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tað er MFS, ið skipar fyri Cafékvøldi, í sam- bandi við pisudagin, sum felagið heldur henda dagin. Finnur gjørdist kendur á føroyska tón- leikapallinum við Páll Finnur Páll, men hevur nógvar royndir, sum barr- og cafésangari. Bæði sum einstakling- ur og saman við øðrum hevur hann spælt heilt nógv í Føroyum sein- astu árini. Nú er hann búsitandi í Århus, har hann lesur. Finnur eig- ur stóran part av løg- unum hjá Pál Finnur Páll, og tí verður hesin lagaskattur ivaleyst millum løgini, sum verða spæld í Føroya- húsinum fríggjakvøld- ið. nud Fríggjadagin avtalaðu Út- varp Føroya og G! Music, sum er føroyskt umboð fyri Global Battle of the Bands, at Útvarpið verður til staðar til kappingarnar í Føroyum. Ætlanin er fyri ein part at senda beinleiðis frá kapp- ingini og fyri ein part at gera upptøkur av tónleiki og reportasjum frá tiltak- inum. Global Battle of the Bands er heimsumfevnandi kapping fyri tónleikabólk- ar, sum spæla egið tilfar. Áleið 26 ymisk lond, harímillum Føroyar, eru umboðað, og ein bólkur úr hvørjum landi kemur víðari til stóru heimsfinaluna, sum verður á Hotel Astoria í London hin 7. desember. Vinnarin av heimsfinal- uni fær, umframt heiðurin, 100.000 US Dollars í hondina (áleið 600.000 kr) og eina heimsumfatandi konsertferð, sum leggur leiðina framvið flestu av luttakandi londunum. nud Útvarp Føroya varpar frá Global Battle of the Bands Oyggjabúgvar lurta meira – Í tónleikavinnuni er sera stór kapping, og tískil er tað neyðugt at hava okkurt egið, sum lurtarin ikki finnur í einum øðrum bólki. Av tí at danir hava tikið hetta til sín, er Keypmannahavn skírt at verða tað nýggja Seattle, siga teir í Carpark North