mikudagur 28. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 28. september 2005
7
Stór útstykking er á veg í Klaksvík
Borgarstjórin í Klaks-
vík tekur undir við, at
ein stór útstykking
verður gjørd í Klaks-
vík sum skjótast.
Fyrsta ætlanin er at
gera upp ímóti 40
grundstykki byggi-
klár á Helnabrekku,
men hann harmast
um, at tað eru eini 80
privat grundstykki í
býnum, sum tað ikki
verður bygt á
BYGGING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Klaksvíkar kommuna ætlar
at raðfesta útstykkingar av
grundøkjum í kommununi.
Bíðilistin eftir kommun-
alum grundøki veksur so at
siga dagliga, og borgar-
stjórin
heldur,
at
ein
munagóð útstykking skal
gerast sum skjótast.
Býráðslimurin Kristian
Eli Zachariassen skrivar í
eini grein í Norðlýsinum nú
um dagarnar, at tað er brá-
neyðugt at gera nakað við
tørvin á grundstykkjum.
– Ígjøgnum tey seinastu
árini hava fleiri minni út-
stykkingar verið framdar.
Alt gott um hesar útstykk-
ingar, men tær hava ikki
megnað at loyst trupul-
leikan við bíðilistanum.
Neyðugt er, at Klaksvíkar
Kommuna setur sær fyri at
loysa tørvin. Serstakliga nú
hugsa verður um, at tað
skjótt verður koyrandi und-
ir Leirvíksfjørð, skrivar
Kristian Eli Zachariassen.
Tað standa næstan 150
fólk á bíðilista, men bý-
ráðslimurin heldur, at aktu-
elli tørvurin er eini 100
grundstykki.
Fleiri útstykkingar
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík, sig-
ur, at kommunan arbeiðir
við at útvega borgarunum
grundstykki, og fyrsta ætl-
anin er bæði stór og ítøkilig.
– Fyrsta ætlanin er á
Helnabrekku, har vit næsta
ár ætla at útstykkja eitt stórt
øki við upp til 40 grund-
stykkjum. Har verður við
tíðini pláss fyri eini 130
húsum afturat tí, sum er
bygt higartil. Vit hava gjørt
eina minni útstykking á
Norðoyri til 22 hús, og so
skulu vit eisini hugsa um,
at Domus-ætlanin á Helna-
brekku umfatar eini 25
íbúðarhús, sigur borgar-
stjórin í Klaksvík.
Harafturat skal eisini ein
útstykking gerast Undir
Fossum í sambandi við
ringvegin har, og har verður
í fyrstu syftu pláss fyri 24
grundøkjum. Hendan ætl-
anin er ikki so ítøkilig sum
hinar, tí her skal lendi keyp-
ast frá privatum.
– Eg eri púra samdur við
teimum, sum halda, at ein
munagóð útstykking skal
gerast í býnum. Tað havi eg
sjálvur ført fram fleiri ferð-
ir, og vit arbeiða við hesum,
sigur Steibjørn O. Jacob-
sen, borgarstjóri.
Nógv privat stykki
ónýtt
Borgarstjórin sigur seg
harmast, at tað eru millum
60 og 80 grundstykki í býn-
um, sum privat eiga, men
sum ikki verða brúkt.
– Hesi grundstykki eru
klár at byggja hús á, men
vit sleppa ikki fram at
teimum, tí privat fólk eiga
tey. Kommunan hevur í
fleiri førum gjørt veg til
hesi grundøki, men tað ver-
ður ikki bygt á teimum. Tað
er spell, sigur Steinbjørn O.
Jacobsen.
Kristian Eli Zachariassen
mælir í sínari grein til, at
bygt verður á slættanum
omanfyri Niðan Horn, har
hann heldur, at 100 grund-
stykki kunnu gerast, men
eingin ítøkilig ætlar er um
at útstykkja har í næstum.
Fríggjadagin verður
fíggjarlógaruppskotið
lagt fyri løgtingið.
Landsstýrismaðurin
vil ikki siga eitt orð
um uppskotið fyrr
enn tá, men tað skilst,
at hallið verður nakað
tað sama, sum tað fyri
2005
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fríggjadagin verður fíggj-
arlógaruppskotið fyri 2006
lagt fyri løgtingið. Ting-
fundur er ásettur at verða
klokkan 10.00, og framløg-
an av fíggjarlógaruppskot-
inum verður á hesum ting-
fundinum.
Bárður á Steig Nielsen,
landsstýrismaður við fíggj-
armálum, fer fríggjamorg-
unin eisini at hava tíð-
indafund um uppskotið, og
har fer hann at greiða frá
teimum týðandi tættunum í
uppskotinum hjá landsstýr-
inum
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum er tættur sum
tunnan, nú uppskotið er
liðugt, og tað verður bíðað
eftir, at framløgan skal
vera.
– Eg sigi ikki eitt orð um
uppskotið fyrr enn fríggja-
dagin, sigur hann av-
gjørdur.
Men hevur tað verið
trupulari enn vanligt at
gjørt fíggjarlógaruppskotið
í ár?
– Tað er altíð trupult at
gera eitt uppskot um fíggj-
arlóg – ikki minst tá ið
mann manglar pengar.
Líknandi hall
Viðgerðin av fíggjarlógar-
uppskotinum hevur ikki
verið løtt, tí landskassin er
hóttur av vaksandi halli. Tá
ið framrokningar vórðu
gjørdar av inntøkum og út-
reiðslum, vísti úrslitið eitt
minus á 430 milliónir krón-
ur, men síðani hevur verið
arbeitt við at fáa hallið
niður.
Sambært
keldum
hjá
Sosialinum verður hallið
fyri 2006 á leið tað sama,
sum tað var fyri uppskotið í
2005 – tað vil siga góðar
200 milliónir krónur. Eingin
fæst tó at vátta hetta alment.
Sambært stýrisskipanar-
lógini skal uppskotið um
fíggjarlóg leggjast fyri løg-
tingið áðrenn 1. oktober, og
uppskotið er nú til prent-
ingar.
Næsta stóra útstykkingin í
Klaksvík verður gjørd á
Helnabrekku næsta ár. Hon
kann koma at rúma upp til
60 grundstykki
Fríggjadagin fer tjaldið frá
Fríggjadagin verður tað avdúkað, hvussu fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum fyri 2006 sær
út
Løgtingskvinnan
Annita á Fríðriks-
mørk spyr løgmann,
um hann heldur tað
verða eitt gott hug-
skot at økja sam-
starvið millum al-
mennar nevndir og
ráð og harvið styrkja
bæði umsiting og
fakliga arbeiðið. Hon
spyr somuleiðis um
økt samstarv millum
tey ymsu almennu
eftirlitini
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Løgtingskvinnan Annita á
Fríðriksmørk vil nú hava
at vita frá løgmanni, hvat
hann heldur um bygnaðin
við almennum nevndum,
ráðum og eftirlitisstovn-
um, og um hann hevur
nakrar ætlarnir at broyta
bygnaðin og arbeiðsháttin.
– Tað tykist at eyðkenna
bygnaðin við verandi al-
mennu miðfyrisiting og
fyrisiting, at hetta ber brá
av at vera eitt avrit av
donskum leisti. Alt gott
um danskan leist og fyri-
siting, og er hetta uttan iva
frálíkt til donsk viður-
skifti, har fólkatalið er
gott og væl 100 ferðir
størri enn okkara, og har
fíggingarmøguleikar og
talið av fólki at taka av er
samsvarandi
– Men tá ið talan er um
føroysk viðurskifti, kann
hugsast, at tað er óheppið,
um bygnaðir verða avrit-
aðir, sigur Annita á Fríðr-
iksmørk í viðmerkingun-
um til sínar tveir fyri-
spurningar.
Samskipa arbeiðið
meira
Annita á Fríðriksmørk
spyr løgmann, hvussu
nógv almenn ráð, almenn-
ar nevndir og eftirlit eru í
Føroyum, og hvussu hesi
eru mannað. Hon spyr
eisini løgmann, um hann
heldur verandi bygnað
hóska til føroysk viður-
skiftið. Um bygnaður ikki
er hóskandi, so vil hon
hava at vita, hvat løgmað-
ur ætlar at gera við tað.
Løgtingskvinnan
vil
eisini hava at vita, um tað
kundi
styrkt
ráðini,
nevndirnar og eftirlitini,
um arbeiðið hjá teimum
var meira samskipað.
– Kann hugsast at fleiri
av hesum nevndum og
ráðum kundu samstarva
um eitt nú tær fyrisitingar-
ligu uppgávurnar – so sum
roknskap,
fíggjarætlan,
fyrisitingarligar manna-
gongdir, telefonavgreiðslu
og nøktandi høli og annað,
spyr Annita á Fríðriks-
mørk.
Hon spyr løgmann, um
hann heldur hetta verða
eitt gott hugskot, og um
hann hevur í hyggju at
gera nakað við tað.
Løgtingið skal fríggja-
dagin atkvøða um teir báð-
ar fyrispurningarnar frá
Annitu á Fríðriksmørk.
Leggur upp til
størri samstarv
millum nevndir,
ráð og eftirlit