mikudagur 28. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 184 - 28. september 2005
Eftir sera stóru vónirnar til at finna olju á land-
grunninum fyri umleið fimm árum síðani eru bæði
føroyingar og oljufeløg vorðin meira realitisk.
Hugtakið at vera "varisliga bjartskygd" er komið inn
í oljumálið og er tað eisini gott. Umleið 10 ár eru
farin, síðani vit av álvara fóru at fyrireika oljuleiting
við Føroyar. Í oljuhøpi er tað ikki nøkur long tíð.
Men stórar íløgur eru uppá spæl og til ber heldur
ikki at bíða út í tað endaliga. Okkurt positivt skal
henda, um oljufeløgini framhaldandi skulu vera ver-
andi her og gera íløgur.
Tað var so júst tað, sum hendi í fjør, tá nøkur av
stóru oljufeløgunum í heiminum, ChevronTexaco
og Statoil, gjørdu eitt stórt fund beint við markið.
Tað líkasum hevði katalysatoreffekt við sær soleiðis,
at fleiri feløg bráddliga vístu 2. útbjóðing á okkara
landgrunni áhuga. Um hetta fundið ikki varð gjørt,
tó at tað liggur á bretskum øki, so er ikki vist, um
nakar áhugi hevði verið fyri nýggju útbjóðingini.
Men har vóru vit so heppin. Fundið skamt frá
markinum birti lív í aftur vónirnar, at olja finst við
Føroyar. Og nú sleppa hesar vónir so at standa sína
roynd. Tí um gott og væl eitt hálvt ár verður borurin
eftir øllum at døma settur í undirgrundina aftur. Og
tað eru ikki hissini brunnar, sum skulu borast. Hesir
eru so mikið kostnaðarmiklir, at talan helst verður
um at leggja fýra brunnar saman til tveir.
Stórur partur av undirgrundini er fjaldur av tjúkkum
basaltfláum. Torført er at síggja gjøgnum basaltið og
gera av, hvar tað er best at leita. Men eftir stórt
kanningarbeiði halda oljufeløgini seg nú síggja
nakað undir basaltinum, sum kann vera stórar olju-
keldur. Og tað eru hesar, sum feløgini næsta summar
og møguliga eisini í 2007 fara at bora niður til.
Her kann vera talan um "knald eller fald". Verður
olja funnin undir basaltinum kann tað skapa ovur-
stóran áhuga aftur fyri undirgrundini. Verður eingin
olja funnin har, so kann tað hava við sær, at allur
áhugi fer at kølna fyri ikki at siga steðga upp. Hóast
tol krevst og hóast nógvir brunnar kunnu verða
boraðir, áðrenn rakt verður við rakstrarverdug fund,
so má tó sigast, at brunnarnir á basaltinum í kom-
andi árum fara at fáa avgerandi týdning fyri, hvussu
nær ella fjart eitt føroyskt oljuævintýr er. Men sær
"svart" út inni á basaltinum, so er tó heldur ikki
orsøk til at missa alla vón vón. Tí úti við markið eru
so eisini møguleikar. Fundið hinumegin á bretskum
øki, sum fekk glið á aftur á Atlantsmótinum liggur
so tætt upp at føroyskum øki og kann vera so mikið
stórt, at tað fer at "smitta" av uppá loyvini okkaru
megin. At feløgini vilja arbeiða báðumegin markið.
Sum støðan sær út í løtuni, so vendir tað rætta vegin.
Árini 2006 og 07 kunnu gerast týðandi aldarmót fyri
føroyska samfelagið bæði so ella so.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nú nærkast
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
A. Guttormur
Djurhuus
At eitt prus kann taka ilt
fyri seg vita vit øll. Vit vita
eisini øll at eitt sár hevur
bestu møguleikar at lekjast,
um tað verður hildið reint.
Um umhvørvið er lívsørt,
er eingin vandi fyri smittu
uttanífrá og møguleikarnir
fyri grøðing teir bestu.Tað
varð einaferð hildið, at
vandin fyri smittu var av
ongum ella lítlum týdningi.
Tók ilt fyri seg kundi brun-
in lættliga berjast niður við
antibiotika. Men sum árini
liðu gjørdist fleiri og fleiri
bakteriur
mótstøðuførar
móti antibiotika. Tær gjørd-
ist resistentar. Ikki bert
resistentar, men multiresi-
stentar. Tað merkir at tær
gjrødust resistentar ímóti
fleiri ymiskum sløgum av
antibiotika.
Í dag eru trupulleikarnir
stórir
av
smittu,
sum
stendst av multiresistentum
bakterium.
Serliga
eru
trupulleikarnir
stórir
á
sjúkrahúsum, og hevur
trupulleikin tískil fingið
navnið
sjúkrahúsjúkan,
hóast tað ikki er nøkur
sjúka. Besta amboðið at
berja niður vandan fyri
smittu av multiresistentum
bakterium er reinføri.
At reinføri fyribyrgir
smittu, vísti ungarin Ignaz
Semmelveis longu í 1843.
Føðideildin á sjúkrahúsin-
um í Wien, har hann ar-
beiddi, var býtt sundur í
tvey. Á aðrari deildini
starvaðust ljósmøður og á
hinari læknakandidatar. Á
ljósmøðursíuni var deyðs-
títtleikin áleið 3 %, men á
læknasíðuni millum 10 og
30 %. Semmelveis legði til
merkis at læknakandidatar-
nir kundu fara frá líkskuri
til føðihjálp, uttan at vaska
hendurnar. Aftaná kravboð
um at hendurnar skuldu
vaskast í klorvatni aftaná
líkskur og tá farið varð frá
einari barnakonu til aðra,
fall deyðstíttleikin niður á
1,3 %. Sum ikki eina ferð
noktaði akademiska verðin
at boyggja seg fyri veru-
leikanum og varð Semmel-
weis rikin úr Wien og heim
aftur til Ungarn. Har gjørd-
ist hann tó professari og
fekk trýst ígjøgnum at føði-
deildirnar vórðu reformer-
aðar.
Eitt gjøgnumført reinføri,
frá umhvørvi til sjúkling,
hevur víst seg at vera besta
fyribyrgingin móti sjúkra-
hússjúku. Og her hava
vaskikonurnar, menn eru
helst ónýtiligir til hetta
krevjandi arbeið, týdning-
armiklan leiklut. Skúribust,
soda, klorvatn og grønsápa,
saman við dugnaligum
vaskikonum, hevur víst seg
at vera besta amboðið móti
hesu herviligu ígerð.
Meg minnist eina ferð, tá
eg sum ungur maður ar-
beiddi á eini kanningar-
stovu, ið royndi at menna
nýggjan heilivág, at nú
kuldi sparast. Og sjálvandi
skuldi sparast frá í neðra av.
Vaskikonurnar
skuldu
skerjast. Tá reistist kann-
ingarstjórin Bo Lam, sum
seinni gjørdist professari,
og segði at um skerjast
skuldi átti tað at vera frá
toppinum av og ikki frá í
neðra av. Lutvís gingu fleiri
vaskikonur í løn ímóti ein-
um akademikara og lutvís
vóru dugnaligar vaskikonur
ringari at fáa fatur á enn
dugnaligum akademikar-
um. Tær fann tú ikki undir
hvørjum steini! Og so varð.
Tá sparast skal á Lands-
sjúkrahúsinum er tað altíð í
niðara enda at skorið verð-
ur. Tað er teimum lægst
løntu at farið verður eftir.
Næstu ferð skert verður,
roynið tá at skera av í ovara
enda. Koyrið nakrar stjórar
heim og kanska nakrar
yvirlæknar við teimum. Tað
munar nógv betur og nervar
ikki sjúklingarnar. Ikki er
lang síðani at einsamallur
dani stjórnaði øllum sjúkra-
húsinum uttan stórvegis
trupuleikar, so óneyðugt
skuldi veri við einum riðili
av stjórum.
Sjúkrahússjúka og reingerð
Mikkjal Hammer
850 Hvalba
Eftir at hava fingið fiski-
loyvini fyri næsta hálva
árið, har aftur ein stórur
niðurskurður er í hjáveiðu-
kvotuni, situr man spyrj-
andi um ætlanin nú er at
avreiða bólk 1 sama veg
sum rækjuskipini.
Hjáveiðukvotan hjá bólki
1 er atgongumerkið til inn-
aru leið. T.v.s. at fyri at
kunna fiska upsa og annað
á innaru leið, er neyðugt at
kunna fiska tosk og hýsu.
Henda kvota var uppruna-
liga 100 tons av ávikavist
toski og hýsu fyri hvørt
hálvárið. Men eftir at hava
móttikið fiskiloyvini fyri
næsta hálva árið, staðfesta
vit at hon nú bert er 40
tons. Og tá okkara niður-
skurður nú í tveimum før-
um er nógv størri enn hjá
øðrum líknandi skipabólk-
um, so er spurningurin,
hvat vil Fiskimálaráðið við
bólki 1. Hesin niðurskurður
er kanska bara promilllu av
heildarveiðuni, men fyri
bólk 1 er hesin niðurskurð-
ur ein stórur partur av hjá-
veiðukvotuni
Teir flestu lemmatrolar-
arnir eru heimahoyrandi í
Suðuroynni, men vónandi
er avstandurin ikki so stór-
ur suður, at landsstýris-
maðurin ikki veit, hvat
fylgir hetta kann fáa fyri
hesi skip og Suðuroynna.
Fyri okkum sum varða av
hesum skipum er hettar
sera ørkymlandi. Hettar
kemur beint eftir at lands-
stýrismaðurin hevur sett
kunngerðir í gildi (fiska-
pakkan), sum ger at vit ikki
í sama mun sum áður,
kunnu hava ein fíggjarliga
skilagóðan rakstur.
Og sum er, er raksturin
sera tungur, serliga av høga
oljuprísinum, og við fram-
haldandi minkandi rættind-
um, gongur skjótt skeiva
vegin.
Vónandi var hettar ein
kiksari hjá landstýrismann-
inum, soleiðis at vit aftur
fáa somu hjáveiðukvotu,
sum vit høvdu áður, í øllum
føri ikki størri niðurskurð
enn aðrir í prosentum. Um
ikki, so fari eg at heita á
landstýrismannin um greitt
at boða frá, at hettar verður
politikkurin
mótvegis
lemmatrolarunum, soleiðis
at vit kunnu taka neyðug
stig fyri at minimera tapi
hjá partaeigarum og øðrum
ognarum.
Er bólkur 1 (Lemmatrolarar)
skjótt søga eisini?