Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 28. september 2005 9 VIÐMERKINGAR Helgi Abrahamsen Í Dimmalætting tann 6. september setti eg ein spurning til Stjórnarskip- anarnevndina og Amnesty International, Føroya deild. Orsøkin til spurningin var, at forkvinnan í Amnesty International, Føroya deild, hevði verið alment frammi við eini áheitan á politikar- arnar um at taka rættindini hjá teimum samkyndu við í komandi stjórnarskipanar- lóg, og formaðurin í stjórn- arskipanarnevndini hevði sagt við Útvarp Føroya, at spurningurin skuldi takast upp í nevndini. Eg spurdi tí, hvat Am- nesty International og stjórnarskipanarnevndin hildu um fosturtøkuspurn- ingin. Tí um tað er so um- ráðandi at fáa rættindi hjá samkyndum við í eina komandi stjórnarskipanar- lóg, so er tað ikki annað enn náttúrligt, at tað eisini fær pláss í somu lóg, at frí fosturtøka skal ikki kunna vera loyvd í Føroyum. Tað kann ikki bera til, at spurn- ingurin um kynsligan sam- leika, skal hava størri týdn- ing í føroyskari lóggávu enn rætturin til at verða føddur. Svarið frá Amnesty International Amnesty International, Føroya Deild svaraði spurninginum longu 8. sep- tember. Svarið er sakligt, og tað vísir, at hóast fe- lagsskapurin hevur eina greiða støðu viðvíkjandi teimum samkyndu, so hev- ur hann í løtuni onga støðu til spurningin, um ein einsamallur føroyingur skal kunna taka avgerð um, hvørt ein annar føroyingur skal fáa loyvi til at verða føddur ella ikki. Amnesty vísir á, at spurningurin er viðkvæmur og samansettur, og tí má hann viðgerast ná- greiniliga. Málið verður tikin upp á altjóða aðal- fundi í 2007. Hóast eg undrist á, at ein felagsskapur, sum hevur til aðalmál at stríðast móti øllum mismuni, onga støðu hevur til henda álvarsama spurning, har mismunurin er í hásæti, so gleðir tað meg kortini at frætta, at ar- beitt verður við málinum, og eg takki fyri svarið. Eg gangi út frá, at tá av- tornar fer rætturin til at verða føddur at hava minst líka stóran týdning fyri Amnesty International, sum rætturin hjá samkynd- um at arva hvønn annan, og at felagsskapurin til ta tíð fer at krevja, at hesin rættur eisini fær pláss í stjórnar- skipanarlógini. Alt annað vildi verið púrasta burtur- við. Svarið frá Stjórnar- skipanarnevndini Formaðurin í Stjórnarskip- anarnevndini svaraði spurninginum tann 21. sep- tember. Í svarinum sigur hann, at spurningurin um fosturtøku verður tikin upp til viðgerðar í Stjórnarskip- anarnevnini, og tað er eitt svar, sum eg eri nøgdur við. Nógv orka er løgd í ar- beiðið at gera eina stjórnar- skipanarlóg, og tað hevur stóran týdning fyri arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini, at funnar verða orðingar, sum so stórur partur av Føroya fólki sum til ber (helst øll) kunnu taka undir við. Men eg kenni meg rættiliga sannførdan um, at tað at taka spurningin um skrásett paralag o.l. við í lógina, er tann vissi vegur burtur frá teirri breiðu semjuni. Men skal hesin spurningur kortini fáa pláss í stjórnarskipanarlógini, so verður eisini neyðugt at taka aðrar etiskar spurning- ar, sum til dømis fostur- tøkuspurningin við. Samanumtikið vil eg takka Amnesty Internatio- nal, Føroya Deild og for- manninum fyri Stjórnar- skipanarnevndini fyri, at tey vildu svara mínum spurningi, og at báðir partar siga seg fara at viðgera málið. Eg vil fasthalda, at tað nyttar lítið at vinna rættindi til kynsligan samleika, vernd máti niðrandi út- talilsum og arvarætt, um tú ikki fyrst kanst fáa tryggjað tær rættindini til at verða føddur. Fyri at kunna arva mást tú fyrst vera føddur – Verður stórt olju- fund gjørt næsta summar, so fer tað at fáa stóra ávirkan á samfelagið. Eg føli meg sannførdan um, at kemur samfelagið at flóta við pengum frá oljuni, so er tað bara ein spurningur um tíð, til Føroyar taka seg úr danska ríkinum sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í olju- málum OLJA OG BÚSKAPUR Jan Müller jan@sosialurin.fo Um so er at rakt verður við nógva olju næsta summar, so fer tað at hava positiva ávirkan á føroyska samfe- lagið. Hinvegin fer tað eis- ini at hava avleiðingar, sum vit politiskt skulu taka støðu til. Hetta sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í oljumálum, og hann heldur tað tí vera upplagt, at man politiskt slær kalt vatn í blóðið og ger skipan- inar soleiðis, at tann pen- ingur, sum kemur til sam- felagið ikki fer til forbrúk og ikki verður brendur av frá ári til ár, men at gjørd verður ein langtíðarplan- legging um, hvussu olju- pengarnir verða brúktir. Hetta verður neyðugt, ikki minst tí at samfelagið er so viðbrekið. Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at verður olja funnin næsta summar og hetta fer at hava við sær framleiðslu um nøkur ár, har peningur fer at streyma inn í landskassan, so er tað í fyrstu atløgu bara avkastið av inntøkunum vit skulu brúka. Og uppgávan hjá politikarunum er tá at for- deila oljuinntøkurnar, so tær eisini koma komandi ættarliðum til góða. Stóra ávirkan á samfelagið Bjarni Djurholm, sum hevur umsitið oljumál í landsstýrinum, síðani nýtt landsstýri varð skipað, ivast ikki í, at eitt møguligt oljufund næsta ár fer at fáa eina ótrúliga ávirkan á samfelagið. Inntøkurnar koma ikki beinanvegin, men ringvirkningarnir frá einum øktum virksemi koma at gera, at samfelagið fer at hava ríkiligt við peng- um. Hann vísir á, at tað krevur so aftur breiðar herðar at bera góðar tíðir. Vit mugu tí ansa eftir, at samfelagið ikki fer á glið. Men slíkur útviklingur fer so eisini at skapa heilt nýggj perspektiv leggur hann aftrat. Uppá fyrispurning í hvønn mun landsstýrið hevur kalkuerað við olju- inntøkum sum part av verkætanini 2015 sigur hann, at landsstýrið kalku- lerar ikki við oljuni í hesi ætlan. Tað roknar við, at samfelagið fer at klára seg við tí tilfeingi, sum sam- felagið hevur í dag og ikki minst teimum menniskj- ansligu. Men finna vit olju, so verður tað nakað, sum kemur aftrat. Olja skunda undir sjálvstýri – Fara vit at gerast sjálv- støðug tjóð ella fullveldi skjótari, um olja verður funnin í stórum nøgdum? – Avtalan við danir kring okkara skuld til danska statin sigur greitt, at í teirri løtu føroyingar fáa inntøkur frá møguligum oljukeldum, so skulu tær fyrst mótrokn- ast í tí skuld vit hava og harnæst mótroknast í blokkinum, so tað er eingin ivi um, at tær fíggjarligu bindingarnar millum Før- oyar og Danmark koma at svinna burtur frá løtu til aðra, um stórar oljukeldur verða funnar við Føroyar. Hvat man so annars ger politiskt, skal so ein fólka- atkvøða avgera. Henda samgongan hevur lagað tað so, at tað er Føroya fólk sum til eina og hvørja tíð suverent tekur ta avgerðina. Finna vit olju, so fer tað at skunda undir sjálvstýris- prosessina. Av og á stingur kjak seg upp um, hvørvítt føroyingar veruliga eiga ráevnini í undirgrundini. Bjarni Djur- holm er sannførdur um, at føroyingar hava fullan rætt til ráevnini í undirgrundini. – Vit hava eina avtalu við danska statin um, at vit hava myndugleikan yvir ráevnum í undirgrundini, og alt annað er eitt akadem- iskt tjak. Eg føli meg sann- førdan um, at kemur sam- felagið at flóta við pengum frá oljuni, so er tað bara ein spurningur um tíð, til Før- oyar taka seg úr danska rík- inum. Tað liggur so ein púra greið avtala um tað. Henda samgongan hevur lagt lunnar undir ta skip- anina, at tá ið føroyingar vilja taka fullveldi, so verð- ur tað gjørt við eina fólka- atkvøðu. Stór oljufund skunda undir sjálvstýri Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum: – Vit mugu fordeila oljuinntøkurnar soleiðis, at tær eisini koma komandi ættarliðum til góða. Hjálpið manninum Súsanna Dam Høgni hevur aftur sýnt hvør dugur er. Hann ætlar at bjarga okkum, um tað er frá okkum sjálvum, donskum træla- haldi ella onkrum heilt øðrum er torført hjá mær at fáa greiði á. Álvaratos, mær tykir so hjartaliga synd í manninum, hann stríðist og strevast av øllum alvi púra einsamallur ímóti ómetaliga illkynjaðum fíggindum. Ein fær nær- um illgruna um at hesir fíggindar eru so listin- lærdir, at teir allir sum ein, hava svorið at standa saman um, at forða Høgna. Sum nú til døm- is, var eingin respekt, tá hann á sinni rættiliga álvarsliga smekkaði nev- an í borðið á Christians- borg, eins og Kofi Annan heldur ikki sendi ST herin eftir Poul Nyrup, tá Høgni klagaði um ta vánaligu viðferðina hon- um hevði verið fyri av tí danska hjálandavaldin- um. Og ikki minst hitt seinasta dømi, tá sjálvt drotning Margreta og hennara hov fara í part við donsku stjórnina fyri, sum Útvarp Føroya fram- bar tað, at dylja sum mansmorð fyri Høgna, hvør tað var, sum bað ella lokkaði drotningina til at umrøða eina polit- iskan sáttmála, sum bæði Føroya Løgting og Fólkatingið høvdu sam- tykt. Men Høgni hevur lovað, at hann gevst ikki her, hann fer at bora og bora, til hann hevur eitt svar, og tí er tað, eg vil siga: »Hjálpið mannin- um«.