Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 184 - 28. september 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í hesi vikuni fara teir báðir, Jógvan Skýlindal í Havn og Marner Magnussen í Vági til Russlands at hyggja at arbeiði, sum fer fram á fýra ymiskum heimum fyri foreldraleys børn Tíðindaskriv Børnini á hesum heimun- um telja tilsamans 500, sum øll bera sálarlig sár, tí tey ongantíð hava fingið umsorgan frá sínum for- eldrum og eru heimleys. Børnini eru í aldrinum 6 til 18 ár. Sambært teimum al- mennu tølunum úr Russ- landi, enda 19 prosent av øllum foreldraleysum børn- um í fangahúsi, fá ár eftir at tey eru liðug við skúlan, 10 prosent taka lívið av sær, 32 prosent verða arbeiðs- leys og 39 prosent verða verandi heimleys. Tilsamans 700.000 russ- isk børn liva uttan umsorg- an frá sínum foreldrum. Tey almennu tølini vísa eisini, at talið av foreldraleysum børnum alsamt veksur. Ógvuliga lítið verður gjørt fyri tey foreldraleysu, og tí eru hesi børnini í einum áhaldandi bardaga fyri at yvirliva. Russisku skúlamyndug- leikarnir vísa hesum hjálp- ararbeiði stóra vælvild. Nógv onnur heim fyri for- eldraleys børn eru opin fyri hesi tænastuni, sum er bygd á tað »dagligu umsorganina fyri tí dagliga tørvinum.« Umsorgan Í juni mánaði 2004 byrjaði Jógvan Skýlindal eitt stuð- ulsarbeiði í Føroyum undir heitinum »Umsorgan.« Arbeiðið fevnir um at upplýsa um tann ovurhonds stóra tørvin, tey foreldra- leysu russisku børnini hava, og at geva øllum føroying- um høvi at stuðla teimum fíggjarliga. »Tað hevur verið ómeta- liga uppbyggjandi at síggja, hvussu nógv av okkara fólki eru til reiðar at hjálpa øðrum. Sum dømi kann nevnast, at á jólum 2004 kundu vit geva 222 børnum nýggjar vetrarskógvar«, sigur Jógvan Skýlindal. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samarbeiði við tæn- astuna »Generation Of Hope«, sum russarin Pavel Ignatiev, sum vitjaði í Før- oyum fyri hálvum øðrum ári síðani, stendur fyri. Hann sigur soleiðis um hjálpararbeiðið í Russlandi: »Nógv av børnunum fara ígjøgnum svárar sorgarleik- ir og royndir í teirra unga lívi. Vit bjóða bíbilska veg- leiðing til teirra sum hava verið gjøgnum ræðuligar royndir og bera sálarlig og likamlig sár eftir uppliving- ar tey hava verið ígjøgnum. Umleið 15-20 bíbliutím- ar um mánaðin verða hildn- ir í hvørjum heimi sær, har vit boða børnunum evangeliið og læra tey at taka andaligar avgerðir hvønn dag. Vit biðja saman við børnunum og svara teirra spurningum. Aftaná ein av bíbliutím- unum segði ein tólv ára gomul genta um mammu sína: »Hevði mamma vitað hvat Bíblian lærir, hevði hon ikki rýmt frá mær.« Fleiri av børnunum skilja meginreglurnar í Bíbliuni um lívið í heild og liva samsvarandi tí. Vit hjálpa eisini teimum foreldraleysu eftir at tey eru liðug í skúlanum. Aftaná at tey foreldra- leysu eru farin úr heimun- um, koma tey javnan til okkara fyri at fáa vegleið- ing og hjálp. Vit knýta eitt lívlangt vinarband við for- eldraleys børn og hjálpa teimum gjøgnum lívið. Vit útvega teimum tað mest neyðturviliga til gerandis- dagin. Tað er eingin loyna at foreldraleys børn í Russ- landi eiga ikki so mikið sum tað mest grundleggj- andi lívið krevur: Klæðir, skógvar og tað sum er ein partur av persónliga rein- førinum. Vit eru har fyri at útvega teimum hesar lutir«, sigur Pavel Ignatiev frá Generation of Hope. Øll kunnu vera við Øll kunnu vera við í hesum hjálpararbeiði. Allur fíggj- arligur stuðul til arbeiðið kann flytast inn á hesa kontuna: Umsorgan v/Jógvan Skýlindal, konto: 9870 - 102.156.8 í Suður- oyar Sparikassa. Innkomin peningur verð- ur hvønn mánað fluttur beinleiðis inn á kontuna hjá Generation Of Hope í Moskva. Av tí at vit arbeiða sjálvstøðugt, og ikki eru bundin at nøkrum millum- liði, og av tí av vit gjalda fyri allar flytingar sjálvi, kunnu vit gleðast um, at einki verður nortið við tær einstøku gávurnar, men at allur innkomni peningurin kemur 100 prosent til ar- beiðið millum tey 500 børnini vit arbeiða fyri, sigur Jógvan Skýlindal. Heimasíða: www.umsorgan.org Nýtt frálærutilfar er á veg til teirra, sum hereftir skulu taka koyrikort Koyrikort – Hvat er miðfløttarmáttur? Ein slíkan spurning, hava tey ið tóku koyrikortið kunnað fingið sum ein part av skrivligu royndini. Nógv hava havt trupult við at skilja øll tey føroysku orðini, og hava tí havt ilt við at svara spurninginum, av teirri einfaldu orsøk, at tey ikki vistu hvat hetta orðið merkti. Men nú er liðugt við hes- um. Nýtt frálærutilfar skal nú brúkast, og har verða slík orð sum hetta tikin út, og meiri vanlig orð sett í staðin: Har spurningurin »Hvat er miðfløttarmátt- ur?« fyrr stóð at lesa, skulu næmingarnir nú svara uppá sama spurning, men við øðrvísi og meiri skiljandi orðum: »Hvat er sentri- fugalkraftin?«. Nevnast kann, at speedari nú ikki longur fer at eita skyndil, – men altso speed- ari! Á skúlabonk Skulu lærarar í fólkaskúl- anum hava nakað nýtt at læra frá sær, so er neyðugt at teir fara á skeið við jøvn- um millumbilum. Vinnumálaráðið hevur nú framt broytingar í ferðslu- lógini, har broytingar eisini eru gjørdar í kunngerðini um koyrikort. Og her ger tað seg galdandi hjá koyri- lærarum, sum hjá lærarum í fólkaskúlanum: Teir noyðast eisini á skúlabonk viðhvørt - so- leiðis at støðið í undirvís- ingini hjá teimum, sum taka koyrikortið er í lagi, og ikki minst at undirvísingin er eins frá einum lærara til annan. Herfyri vóru 18 koyrilær- arar á skeiði í Havn, har teir m.a. fingu kunning um ta nýggju lærubókina, sum nýtast skal tá koyrikortið skal takast. Her er talan um frálæru- tilfar, sum alla tíðina kann – og skal! – verða dagført. Hetta verður nevniliga gjørt við einum ringbindi, hvørs tilfar verður dagført reglu- liga. Á henda hátt verður tilfarið altíð á hægsta støði. sb. Dagurin 28. september.Vencelaus, deyður í 935. Sonur hertogan Vratislav í Bøhmerlandi. Av øvund læt heidni bróðirin Boleslav hann myrða. Gjørdist verndarhalgimenni hjá Bøhmen og er jarðaður í Sankta Vensils Kapelli í Vituskirkjuni í Prag, sum er bygd oman á toftunum av tí rotundu, hann sjálvur læt byggja. Føroyska navnið er Vensil. Hammersheimb-ættin kemur úr Bøhmerlandi, og Vensil próstur skrivaði navn sítt Venceslaus Ulricus Hammersheimb (1819-1909). Navnið er slaviskt og merkir hin heiðurkrýndi. Lucas Debes doyði hendan dagin í 1675, 52 ára gamal. Umsorgan fyri foreldraleysum børnum í Russlandi Koyrilærarar á skúlabeinki Koyrilærarar mugu eisini á skeið viðhvørt. Her fáa teir kunnleika um nýggja frálærutilfarið til koyriroyndina Mynd: Jens Kr. Vang Jógvan Skýlindal og Marner Magnussen fara í hesi vikuni til Russlands at hyggja at arbeiði, sum fer fram á fýra ymiskum heimum fyri foreldraleys børn