mikudagur 28. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 28. september 2005
11
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tað setti rættuligan kvøkk í
alt føroya fólk, tá tað
frættist, at rutuflogfarið hjá
SAS-Icelandair var dottið
niður
í
Mykinesi
26.
september 1970. Flogfarið
hevði rent á Knúk, ið er 560
metrar høgur.
Beint áðrenn tað skuldi
lenda, misti flogvøllurin í
Vágum og Mjørkadalur alt
samband við flogfarið.
Stutt eftir middag boðaði
Mykines frá, at flogfarið
var dottið onkustaðni á
oynni, trý fólk vóru komin
oman í bygdina at leita eftir
hjálp.
Við flogfarinum vóru 30
ferðafólk og manningin
sum taldi 4, av teimum
kravdi flogvanlukkan 8
mannalív, teirra millum ein
av manningini.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og
langabbi okkara
Sverre Vilhelm
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Hans Eiler Hammer, prest, fyri góð og
troystarrík orð, bæði í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Eisini ein tøkk til
tykkum, sum hjálptu so væl til við ervinum.
Tøkk til Heimarøktina og til tykkum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Asta,
Atli, Jensa og Esta
VINNINGUR
Elsa Maria Højgaard
Hansen
Mariann Mikkjalsdóttir
Katrina Eyðunsdóttir
Hansen
Tað var havnarmaðurin
Símun Thorkildshøj, ið
vann bátin. 61 ára gamli
Símun gjørdist ógvuliga
ovfarin, tá ið hann hugdi í
Sosialin eitt kvøldið. Har
fekk hann staðfest, at hann
hevði vunnið bátin í stóra
lutakastinum hjá Kiwanis.
Á Ólavsøku keypti hann
lutaseðilin frá beiggja sín-
um, og drigið varð fyri um-
leið einum mánað síðani.
Símun starvast dagliga sum
maskinmeistari umborð á
Teistanum. Hann er føddur
í Nólsoy og uppvaksin á
Borðuni, men hann býr í
Tórshavn í dag. Vit spurdu
Símun, hvat hann ætlaði at
nýta bátin hjá sær til. Góð-
ur í huga svaraði hann, at
fyrst skuldi segl keypast, tí
hann hevur ætlanir um at
fara hugnatúrar um summ-
arið.
Øssur av Steinum, ið er
64 ára gamal og býr í
Kollafirði, er formaður í
Kiwanis Føroyar. Kiwanis
er ein altjóða hjálparfelags-
skapur, sum hjálpir børunm
og ungum. Tey seinastu
tíggju árini hava tey burtur-
lutað ein bát á hvørjum ári.
Millum annað fær Kiwanis
inntøku av at selja lutaseðl-
ar, og sum flest øll vita,
selja tey eisini granntrø til
jóla. Øssur greiddi okkum
frá, at tey í Kiwanis plaga
at fáa ókendar bátasmiðir at
byggja bát á hvørjum árið.
Í ár var tað Joan Petur
Clementsen á Sandi, ið
smíðaði bátin. Smiðirnir
fáa eina hóskandi upphædd
og eitt gott umdømi, so ikki
fáa teir onki.
Báturin er eitt stórt og
snotuligt 4-mannafar. Hann
er 21 fót langur, 3 alin og 1
tumma breiður.
Tað eru ikki einans
føroyingar, ið keypa luta-
seðlarnar hjá Kiwanis. Men
eisini eru tað norðmenn,
íslendingar
og
annars
útlendingar, ið eru ógvuliga
bergtiknir av teimum før-
oysku bátunum sum Kiwa-
nis lutar út á hvørjum árið.
Símun vann bátin
Símun Thorkilshøj (v.m.), sum vann bátin, og Øssur av Steinum frá Kiwanis
Mynd: Álvur Haraldsen
Simona Nysted, Vágur,
andaðist á Ellisheimin-
um á Tvøroyri sunnu-
dagin, 85 ára gomul.
Kistan fer úr kapell-
inum
á
Tvøroyri
Sjúkrahúsi
týsdagin
klokkan 18. Jarðar-
ferðin verður úr Vágs
kirkju hósdagin klokk-
an 13. Sungið verður úr
sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Simonu, kunu lata Før-
oya Sklerosufelag eina
peningagávu, konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Fyri 35 árum síðan:
Flogvanlukkan í 1970
Flogfarið fór í trý, tá tað bar við ein stein eftir at hava skreitt einar hálvtannað hundrað metrar
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1970