Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Danskt felag skal projektera nýggja Smyril ÁKI BERTHOLDSEN Tað er nú greitt, at tað verð- ur eitt danskt felag, sum fær arbeiðið at projektera tann nýggja Smyrilin hjá Strand- ferðsluni. Tí nú hevur leiðslan á Strandferðsluni gjørt av at lata danska felagið, Knud E. Hansen A/S, fáa arbeiðið at at projektera tað nýggja Suðuroyarskipið. Annars heitti Strand- ferðslan á fimm feløg um at bjóða uppá projektering- ina av einum nýggjum Suð- uroyarskipi. Talan var um feløg í Før- oyum, Noregi og í Danmark Tilboðini komu øll inn- aftur, men tvey av feløg- unum góvu tilboð saman. Tilboðini lógu úr góðum 500.000 krónum, upp í 800.000 krónur. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at síðani hevur leiðslan á stovninum viðgjørt tilboðini nágreiniliga og harafturat hava fundir verið við tey áhugaverdu feløgini. – Tá ið vit viðgjørdu til- boðini, var tað út frá ávísum fortreytum, at vit gjørdu av, hvør skuldi fáa arbeiðið, sigur Reidar Nónfjall. –Eitt nú vórðu tey ymsu feløgini, sum bjóðaðu seg fram, mett útfrá, hvørjar royndir tey høvdu á økin- um og hvønn fakligan før- leika tey høvdu. –Men vit løgdu sjálvandi eisini dent á, hvussu dýr til- boðini hjá teimum ymsu feløgunum vóru, umframt á onnur praktisk viðurskifti. Stjórin sigur, at harafturat hevur arbeiðsbólkurin á Strandferðsluni, sum fyri- reikar byggingina av nýggja Smyrli, lagt stóran dent á at tryggja eina projektering, sum er til gagns fyri Suður- oynna tey næstu 15-20 ár- ini, og at velja eitt felag, sum best og bíligast kann ganga øllum teimum nógvu krøvum og ynskjum, sum eru, á møti. – Í sambandi við eitt so stórt byggjarí, sum hetta, er tað somuleiðis neyðugt, at felagið, sum projekterar skipið, kann vísa á alt tað nýggjasta innan tøkni og annað í sambandi við at byggja stór ferðamanna- skip. Reidar Nónfjall sigur, at samanumtikið hevur Strandferðslan gjørt av at taka av tilboðnum frá Knud E. Hansen A/S. –@Hetta er eitt felagið, sum er sera væl fyri at loysa júst uppgávur av hes- ari støddini og av hesum slagnum. – Felagið hevur eisini umleið 60 ára royndir í at projektera stór ferðamanna- skip. Og harafturat var hetta felagið, sum hevði tað lægsta tilboðið. Knud E. Hansen hevur boðið sær til at projektera nýggja Smyril fyri 525.000 krónur. Tað er 275.000 krónur bíligari enn tað dýr- asta tilboðið uppá 800.000 krónur var. Strandferðslustjórin sig- ur, at arbeiðið byrjar við einum „kick-off“ fundi, sum tað eitur á fakmáli. –Har verða tær stóru linj- urnar til skipið lagdar. Hesin fundurin verður skjótast gjørligt og eftir ætl- an skal arbeiðið at projekt- era nýggja suðuroyarskipið verða liðugt 14. desember 2000. Bíða eftir peningi Reidar Nónfjall sigur, at tað, sum Strandferðslan nú bíð- ar eftir, er pengum at pro- jektera nýggja Smyril fyri. Løgtingið viðgerð í løtuni eina eina eykajáttanarlóg, har ætlanin m.a. er at játta Strandferðsluni 3,5 millión- ir. Væntandi verður hon samtykt í vikuni. – Fyrrenn eykajáttanin er samtykt, ber ikki til at skriva undir sátmála við Knud E. Hansen um pro- jekteringina. – Men tað er alt, sum talar fyri, at eykajáttanin verður samtykt heilt skjótt, so at sáttmáli kann verða undir- Smyril syngur nú sín svanasong. Strandferðslan hevur gjørt av, hvar nýggi Smyril skal projekterast og arbeiðið at byggja hann byrjar næsta ár Eftir ætlan verður arbeiðið at projektera nýggja suðuroyarskipið liðugt 14. desember og kjølurin kann strekkjast næsta heyst skrivaður fyrsta dagin. Reidar Nónfjall sigur, at gongur sum ætlað, er tað væl trúligt, at kjølurin til skipið kann verða strektur næsta heyst. – Sostatt skuldi tað borið til at sett skipið í sigling einaferð um ársskiftið 2002-2003, tí eitt skip sum hetta kann byggjast uppá tvey ár, sigur stjórin á Strandferðsluni. 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 199 - 17. oktober 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Internet: www.sosialurin.fo Sosialurin Oddagrein Talv á heimsstøði HESAR seinastu dagarnar hevur Norðurlandahúsið - hetta okkara so kæra og frálíka hús - verið karmurin um eitt tað størsta talvtiltakið, ið hevur verið fyriskipað í Føroyum. UMLEIÐ 30 telvarar hava sett hvørjum øðrum stevnu alla farnu viku. Millum teirra nakrir av heimsins bestu telvarum, her serstakliga komandi stjørnur á talvhimmal- inum, unglingar, sum um ikki so mong ár fara at bjóða sjálvari heimselituni av. Tað er ikki langt við síðuna av at siga, at millum útlendsku telvararnar, sum hava víst fram síni kynstur í Norðurlandahúsinum seinastu dag- arnar, finna vit ein komandi heimsmeistara. Meira um hetta inni í blaðnum. HVÍ taka slíkt spæl sum talv fram á hesum stað? Jamen, hví ikki! Hóast talv ikki dregur eins mong til sín sum eitt nú fótbóltur, so er tað nakað serligt við hesum spæli. Nakað magiskt, nakað dragandi, nakað lívs- kveikjandi. At fara undir telving er eitt lívlangt projekt segði formaðurin í Talvsambandinum við útvarpið sunnu- kvøldið. Og hetta man helst eisini vera ein sannroynd- unum - eitt av loyndarmálunum - við hesum spæli. Tú kanst byrja at telva sum heilt ungur, ja sum smádrongur og halda fram til tú er tilkomin ella komin longur upp í árini. Tú verður ongantíð liðugur at menna teg til ein enn betri telvara. Tað er avbjóðingin. Tað dragandi megin, magnetin í hesum fremstaav øllum heimsins spølum og kappingargreinum. TAÐ er einki minni enn eitt bragd, tá okkara talvfólk megna at fáa fleiri av heimsins bestu telvarum at koma til Føroya og her geva okkara egnu telvarum íblástur. Tað krevur so sanniliga bæði hugflog, fyriskipanarevni og ikki minst dirvi og vilja at fáa heimselituna henda vegin. Nýggja teldutøknin letur eisini upp fyri ótrúligum nýggjum møguleikum. Kring allan heimin kunnu telvarar fylgja heimselituni, sum telvar í Norðurlandahúsinum. Tað skapar í sær sjálvum aftur áhuga fyri hesum fjar- skotna blettinum á heimskortinum. So ikki bert fótbólturin er ambassadørur fyri føroysku tjóðina. Talvið er tað so sanniliga eisini. VIT eru fá og smá men vit megna nógv vilja vit tað. Tað hava ikki minst okkara ítróttafólk víst á vølli. Men tað eru ikki bara úrslitini, sum telja. Tað at vera við, tað at vísa áhuga, tað at vera við til at skapa nakað, seta í gongd, fyriskipa og rætt og slætt geva lívinum eitt innihald aftrat er so sanniliga eisini at meta um eitt gott úrslit - og er aftur tann so altavgerandi og týðandi íblásturin til at vilja koma víðari. Og hann kemur nettupp við at bjóða teimum stóru av og at síggja teir bestu royna seg á heimabeiti. Hóast okkara telvarar ikki megnaðu tað heilt stóra í drúgvu kappingini, so hevur tiltakið verið ein góð upphiting til ta olympiadu, sum talvlandslið okkara nú fer til. Seinast í hesum mánaðinum fara nakrir av okkara fremstu telvarum til Turkaland at umboða føroysku tjóðina í talvolympiaduni. Vit kunnu bert ynskja teimum góða kapping. Og lat okkum eisini takka Talvsambandinum og teimum fyritøkum, sum hava viljað stuðlað, fyri eitt frálíkt tiltak. NORÐURLANDAHÚSIÐ hevur verið karmurin um hetta stóra tiltak og hevur enn einaferð staðið sína roynd. Hetta frálíka og lívsheita hús hevur vissuliga verið føroysku tjóðini og hennara virðum kærkomið. Húsið hevur fyrst og fremst verið flaggberi fyri mentanarlig avrik, men tað er eisini í miðdeplinum, tá vinnulívsfólk fylkjast at røða um framtíðar vinnumál. Komandi viku- skiftið er fiskivinnuting í húsinum. Í næstu viku er olju- vinnuráðstevna har. Og í farnu viku vóru talvfólkini har. Føroyingar allir sum ein hava alla orsøk til at fegnast um hetta frálíka hús, sum skorar eitt 11-tal fyri og annað eftir. Og vit vilja eisini bera leiðsluni og starvsfólkunum har øll góðynski. Av royndum vita vit, at sera nógv verður skrivað, tá val er í hondum. Tí hev- ur blaðleiðslan gjørt av, at innsent politiskt tilfar í samband við kommunu- valið komandi verður av- markað í longd til eina A4 síðu í vanligari skrift - ella áleið 3.000 tekn - saman við andlitsmynd av val- evninum. Øll valevni er kortini vælkomin at skriva í Sos- ialinum, men tilfar, ið ikki lýkur treytirnar, kemur ikki í blaðið. Blaðleiðslan Treytir fyri valgreinar Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sunnudagin 22. oktober klokkan 1600. Solistur: Sámal Petersen í kendu violinkonsertini eftir Felix Mendelsohn. Á skránni annars verk eftir Richard Strauss, Chris Hazell og Lars Erik Larsson. Konertin verður í Norðurlandahús- inum. Dirigentur Martin Mouritsen. Komandi sunnudag, tann 22. oktober hevur FSO sína árligu heystkonsert. Henda konsertin verður fjølbroytt- ari og við eitt sindur øðrvísi skrá enn vanligu symfoni- konsertirnar. Á skránni vera fýra verk. Byrjað verður við serenatu fyri 13 blásarar av Richard Strauss. Her fáa træblásararnir í orkestrinum ein møguleika at vísa teir ljómmøguleikarar, sum liggja í „træblásaradeildini“ í einum symfoniorkestri. Verkið er fyri tvær floytur, tvær oboir, tvær klarinettir, tvær fagottir, fýra horn og kontrafagott/kontrabass. Ein sera vøkur serenata - veitslukendur tónleikur - eftir kenda týska tónasetar- an Richard Strauss, 1864- 1949. Næsta verkið á skránni er víðagitna violinkonsertin eftir Felix Mendel- sohn,1809 - 1847 við Sám- ali Petersen sum solisti. Iva- leyst vælumtókta og mest spælda verkið fyri violin og orkestur úr romantiska tíðarskeiðinum. Onkur hev- ur sagt um verkið, at tað er ikki skrivað fyri violin, men er sprottið úr violinini. Eftir steðg verður eitt annað forkunnugt verk á skránni. Her fáa „messing- blásararnir“ í orkestrinum at sýna annan ljómmøguleik- an í einum symfoniorkestri. Hetta verkið eftir Chris Hazell hevur heitið Three Brass Cats og Another Cat, KRAKEN fyri trompetir, trombonir, althorn og tuba. Seinasta verkið á skránni er Pastoral suita eftir svenska tónaskaldið Lars Erik Larsson. Ein tóna- Føroya Symfoniorkestur konsert við sera fjølbroyttari skrá málningur í trimum satsum, avmyndandi vakra svenska landslagið. Samanumtikið kann sig- ast, at FSO til hesa kon- sertina hevur sett saman eina sera áhugaverd og av- bjóðandi skrá, sum vit vóna verður væl vitjað og mót- tikin. Komið fjølment og hugnið í Norðurlandahús- inum ein sunnudag seinna- part við vøkrum og áhuga- verdum tónleiki í hugnalig- um umhvørvi. Sámal Petersen