Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 • mikudagur • 28. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Seinasta vikan er í Danmark farin við hørðum orðaskifti um um virðir og idelogi. Tað er eitt orðaskifti sum er bæði principielt og grundleggjandi. Tað var socialministarin hjá flokkinum Venstre, Eva Kjer Hansen, sum í Jyllandsposten tann 18. september segði nakað um ójavnar í samfelagnum. Er tað ynskiligt, at stórur ella lítil munur er millum rík og fátæk í samfelagnum? BÚSKAPUR, ORÐA- SKIFTI UM VÆLFERÐ Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Ministarin segði: "Lad de rige blive rigere, så kan det skabe dynamik." Hesi vóru orðini, sum blivu endur- givin í pressuni og sum fólk hava skift orð um hesar dagarnar. Kanska er best at taka meira við av úttalils- inum, tí tað lýsir hennara tankagong frægari enn tann stutta útgávan. Hon legði aftrat, at hetta skal "komme hele samfundet til gode. Min socialpolitik handler om, at folk, der kan og vil, skal tjene gode penge, for det kan skabe arbejdsplad- ser og skatteindtægter. Hvis det betyder, at skellet bliver større, gør det ikke noget." Partamaðurin Fogh- Rasmussen bað hana tiga Tankagongdin hevur annars verið í floksskránni hjá Venstre, Danmarks Libe- rale Parti, so leingi flokk- urin hevur verið til, meira enn 100 ár. Hetta er partur av liberalistisku tanka- gongdini "Enhver er sin egen lykkes smed." Men Anders Fogh-Ras- mussen dámdi enki hesa út- melding um sovorið prin- cipielt. Hann bað hana de- mentera (avsanna), tí hatta var ikki politikkurin hjá hansara stjórn. Fogh gekk ikki inn fyri størri ójavna í samfelagnum, bleiv sagt. Agtaði Kjer-Hansen ikki, bleiv hon koyrd sum socialministari alt fyri eitt! Og Kjer-Hansen demen- teraði. Ja, hon aktaði. Nei, hon meinti tað ikki so, segði hon við pressuna. Annars eru ikki meira enn gott 10 ár síðan Fogh sjálvur skrivaði eina bók "Fra socialstat til Minimal- stat," har hann er erka- liberalistur, og heldur at staturin ella tað almenna skal spæla eina minimala rollu, sum høvundurin Tjørnehøj vísir á. Hann háar og spottar vælferðar- samfelagið, sum er bygt upp sum eitt væleydnað socialdemokratiskt projekt. Fogh skrivar millum annað, at borgarin í vælferðarsam- felagnum "er blevet redu- ceret til tæmmede og lydige sociale dyr." Hann skrivar, at fólkið er merkt av "en ynkelig slavenatur", og hann brúkar orð sum "trællementalitet" og "liv- egne" um danskaran. Fogh-Rasmussen hevur broytt meining Hevði Fogh-Rasmussen so broytt meining, ella var hatta bara taktiskt politiskt spæl? Fogh og Sven Auken, sum er leiðandi social- demokratur, hittust til hólmgongu á Århus Uni- versitet hósdagin í seinastu viku. Fólk vóru alspent at hoyra, hvat Fogh nú av sonnum meinti um hesa sak. Fogh tosaði so leingi uttanum, at fólk í salinum at enda fóru at flenna at honum. Tí noyddist hann, sambært Politiken 29.9., at skera út í papp: "Jeg skal ikke lægge skjul på, at jeg har haft en udvikling i min personlige holdning. Jeg er nået til den erkendelse, at selv om det skal kunne betale sig at arbejde, så er det en fordel for Danmark, at der ikke er så stor social og økonomisk ulighed." Nú stendur hart á Í flokkinum Venstre stend- ur hart á í hesum tíðum. Einfalt kann sigast, at tveir veingir eru í Venstre. Ein sum leggur dent á "folkeligt fællesskab". Ein annar, sum í dag hevur sínar røtur á handilsháskulum og er meira teoretiskur og ideo- logiskur liberalur. Para- doksi er, at Fogh skrivaði bókina um Minimalstaten fyri gott 10 árum síðani, sum umboð fyri handils- háskúlaveingin. Men í dag er hann knappliga á hinum veinginum, og gomlu vin- irner ákæra hann fyri at yvirtaka sosialdemokrat- isku skránna. Nú hartar hann hesar teoretisku libe- ralistarnar. Tað prutlar und- ir lokinum í hesum flokki. Og beint í hesum døgum er so ein nýggjur flokkur settur á stovn, Liberalister- ne, sum eru útbótarar úr Venstre, sum vilja hava tað reinu linjuna. Enn ber ikki til at siga nakað um, hvørt hesin nýggi flokkur fer at gera mun, um hann kemur innum tinggátt næstu ferð. Men gamli bóndaflokkurin Venstre, Danmarks Libe- rale Parti, hevur fingið kapping og nakað álvarsligt at hugsa um. Tað stóra perspektivið Hyggja vit, hvussu støðan er aðrastaðni í øðrum londum, sum Danmark og Norðurlond kunnu saman- berast við, so síggja vit enn einaferð at hesi lond hava útviklað eitt serligt model, sum uppá mangar mátar líkist frá, hygg mynd 1. Danmark er eitt av teim- um londunum í verðini, har minsti munur er millum tey ríku og tey fátæku. Hyggja vit at disponiblu inntøkuni, so er lítil stættamunur í Danmark og hinum Norð- urlondunum. Tey eru rætti- liga jøvn ella homogen bæði viðvíkjandi tí bú- skaparliga, sosiala og polit- Hvussu skal ella kann sam- felagsins ríkidømi býtast? Munur millum rík og fátæk Gini-talið í útvaldum londum lágt tal: lítil munur høgt tal: stórur munur Keldur: OECD og UNDP 15 20 25 30 35 40 45 Danmark Svøríki Finland Eysturríki Norge Holland Schweiz Japan Belgia Týskland Frankaríki Canada St. Bretland Írland USA Grikkaland Italia 1995 2004 Framhald á síðu 20