Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 184 - 28. september 2005 Á vinnudegnum í Norð- urlandahúsinum sein- asta fríggjadag grund- gav dómsnevndin, sum velir út Ársins Virki og Ársins Átak, fyri sínum vali. Um valið av Ársins Virki sigur dómsnevnd- in: Við val av ársins virki skal metingarnevndin taka sína støðu út frá hes- um krøvum: - Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vøru- menning, tøknifrøði, út- búgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir stytri áramál hava viðført menning og vøkstur, - Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini, - Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini sum Ársins virki. Undanfarin ár hevur valið náttúrliga staðið millum virki, sum gjøgnum fleiri ár hava prógvað sítt virði í mun til tað metingar- grundarlag, sum verður nýtt. Við tí opinleika og gjøgnumskygni, sum nú er tøkt og alment, eru møguleikarnir fyri vali av ársins virki vorðnir víðari, enn teir hava verið. Tað hevur – eins og undan- farin ár – verið trupult at valt í millum tey virki, sum kunnu koma upp á tal, men nevndin hevur í ár valt at heiðra eitt nýtt virki, sum framum onnur hevur lagt seg eftir at ganga nýggjar leiðir - í framleiðslu, vøruvali og útflutningi. Og tað við góðum fíggjarligum úr- slitum. Í javnbýttum sam- starvi við útlendskar fyri- tøkur við kunnleika um marknað og tøkni, hevur virkið troytt lítið brúktar partar av tí tilfeingi, sum er tøkt í Føroyum. Talan er um eina tæn- astufyritøku hjá fiska- virkjum, sum bjóðar eina heildarloysn fyri høvd og ryggir, sum hon turkar og selir á nigerianska markn- aðinum, har serliga turk- aðu høvdini eru ein delikatessa. FMP ella Høvdavirkið í dagligari talu gagnnýtir hita, sum annars hevði farið upp í royk, og hevur gjørt stórar íløgur í arbeiðssparandi tøkni og digitala stýring av góðskuni; talan er jú um liðugvøru til enda- brúkaran. Stýriskipanir og fleiri av maskinunum eru mentar til Høvdavirkið og onkur er enn eindømi í heiminum. Sjálvt um marknaðurin við sínum í hvussu so er 120 miljónum íbúgvum er stórur (triðingurin av ES- marknaðinum) og í vøkstri, hevur hann fyrr verið viðbrekin, og FMP roynir tí støðugt at finna nýggjar framleiðslur og marknaðir fyri at kunna bjóða føroyskum og út- lendskum virkjum innan fiskivinnu og alivinnu tænastur at virka nýggjar og kendar vørur til ser- marknaðir. Talan er sostatt um týðandi undangongu innan føroyska fiskavirk- ing. Høvdavirkið er í dag eitt gott arbeiðspláss fyri u. 60 starvsfólkum, um- framt at tað gevur einum hópi av skúlanæmingum 2–4 tímar arbeiðsdag, tá nóg mikið er av rávøru. Fyritøkan hevði í 2004 eitt ognaravkast upp á 23% (í meðal hevur ogn- aravkastið tey 3 árini, virkið hevur verið í full- um rakstri, verið góð 25%) og eitt eginpenings- avkast upp á 42 %. Egin- peningurin var upp á knappar 14 miljónir krón- ur og soliditeturin 50%. Nevndin hevur tí ikki ivast í at velja P/F Faroe Marine Products – Høvdavirkið – til ársins virki 2005. Tað var ein fegin stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík, Eirikur á Húsamørk, sum takkaði fyri heiðurin Mynd: Vilmund Jacobsen Fortíðin er farin – framtíðina kun Millum røðararnar á vinnudegnum, sum Vinnuhúsið skipaði fyri seinnapartin fríggjadagin, var eitt nú landsstýrismaður- in í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø sum ser- liga tosaði um al- tjóðagerð og alheims- gerð VINNUDAGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bjørn Kalsø fegnaðist um, at eftir fáum árum er tað vorðið siðvenja, at hetta er dagurin, har vinnulívsfólk úr øllum landinum koma saman at viðgera stóru mál- ini – møguleikar, avbjóð- ingar og trupulleikar, sum hann tók til. - Fyrr kundu vit siga, at tað, sum er avbjóðingin hjá grannunum í dag, verður okkara avbjóðing í morgin. Her var ein ávís tillagingar- tíð. Men í globalu lands- bygdini eru avbjóðingarnar mangan tær somu um allan heimin samstundis. Tískil gerst tillagingartíðin lítil og eingin. Altjóðagerð Landsstýrismaðurin helt fyri, at vit øll helst hava eina hóming av, hvat al- tjóðagerð og alheimsgerð fevna um. - Uttan at fara í smálutir, kunnu vit bólka orð, hugtøk og umstøður sum markn- aðaratgongd, fríhandil og lágan flutningskostnað sum eyðkenni fyri alheimsgerð- ina. Hann vísti á, at viðhvørt kanst tú fáa ta fatan, at hesi rák, sum vit ikki sleppa undan, eru rótin til alt ilt og fáa skyldina fyri alskyns vanlukkur, sum raka okk- um og okkara búskap. - Men her veldst sjálv- andi um fokus og perspek- tiv. Hyggja vit eftir vand- um, síggja vit vandar, men hyggja vit eftir møguleik- um, síggja vit møguleikar. Ov varin Landsstýrismaðurin segði, at okkara fiskivinnusøga er Dómsnevndin ivaðist ikki í Høvdavirkinum