Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

full av dømum um vinnu- fyritøkur, sum sóu møgu- leikar á fjarleiðum. - Áðrenn strandalondini í sjeytiárunum løgdu megin- partin av havsins fiski- grunnum undir seg, var fiskiskapur á fjarleiðum mest týðandi táttur í okkara búskapi. Bjørn Kalsø mælti til, at føroyingar seta á stovn fyritøkur í øðrum londum, senda starvsfólk út á fremmandar marknaðir og menna okkara framleiðslur til nýggjar marknaðir. - Her hava vit helst verið ov varin, men eisini her er broyting um at koma í, tí í hesum døgum síggja vit ikki bara, at útlendskar fyritøkur keypa seg inn í føroyskt vinnulív, og at út- lendskir peningastovnar seta seg niður í Føroyum. Vit síggja eisini føroyskar vinnulívsmenn, sum stovna fyritøkur í útlondum og føroyskar peningastovnar, sum fíggja vinnuligt virk- semi í útlandinum. Framtíðin Landsstýrismaðurin vísti á, at vit sleppa ikki undan framtíðini – og vit sleppa ikki undan broytingum. - Fortíðin er farin. Fram- tíðina kunnu vit skapa – og framtíðin er nú, segði Bjørn Kalsø. Nr. 184 - 28. september 2005 15 Fariga Seafood í Lett- landi kosið Ársins Átak Dómsnevndin avgjørdi at velja Fariba Seafood í Lettlandi til Ársins Átak – og í hesum sam- bandi verður sagt: Umframt at velja ár- sins virki, kann dóms- nevndin eisini velja at heiðra eitt virkið ella ein persón, sum hevur gjørt eitt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Sjálvt um vit í dag kunnu vera misnøgd við búskaparligu støðuna í landinum og gongdina, mugu vit ásanna, at á mongum økjum síggja vit broytingar og nýskap- an, sum við framtíðini í huga kunnu føra til fram- burð. Dómsnevndin hevur tí aftur í ár valt at heiðra tí, sum vit halda er ársins átak. Eitt av frambrotunum er áræðið at taka avbjóð- ingina av vaksandi al- tjóðagerðini. Vit síggja, at landsins myndugleikar leggja sína politisku stevnu og sjón fyri 2015 í at menna samfelagið at taka við al- tjóðagerðini og skapa nýggjar karmar fyri vinnu og handli. Útlendskar íløgur í Føroyum og serliga ís- lendskar hava havt stórt rúm í fjølmiðlunum og millum okkara politikar- ar seinastu tíðina. Røddir hava verið frammi um at verja borg og gera forð- ingar, so ikki alt fer á út- lendskar hendur. Í øllum vásinum rund- an um sokallaðu "inn- rásina" her heima, hava vit gáað lítið um byrjandi útrásina úr Føroyum. Føroyskir einstaklingar og virki hava í vaksandi mun sæð møguleikarnar í at vaksa um sítt virksemi og inntøkumøguleikarnar við at brúka sín førleika og royndir uttanlands. Vit noyðast at ásanna, at føroyingar higartil hava gjørt merkiliga lítið við íløgur í útlondum. Seinastu tíðina eru tó fleiri íløgur gjørdar, eitt nú í oljuvinnuni, fíggjar- vinnu, handilsskapi og í fiskasølu. Týdningarmesta ein- staka nýbrotið í hesi al- tjóðagerð seinasta árið heldur nevndin tó vera útrásina til Lettlands við Fariga Seafood. Enn er hon lítil í vavi í mun til fleiri aðrar ú- trásir, men her verða royndir og kapitalur í traditionellari vinnu í Føroyum sett í fyritøku á landi, har fleiri fram- leiðslukarmar eru laga- ligari enn hjá okkum, umframt at fyritøkan fær frælsa atgongd til allan ES-marknaðin, og at Lettland hevur góðar av- talur og sambond við grannalondini fyri eyst- an. Við valinum av Ársins Átaki 2005 hevur dóms- nevndin lagt dent á, at – - talan er um føroyska vitan og royndir, sum velja altjóða avbjóðingar at vinna pening - talan er um føroyskan váðafúsan kapital í sam- starvi við útlendskan – og - talan er um føroyskan lánskapital, sum við hesum fær royndir út um ríkismark. Fariga Seafood er eitt framtak við nógvum váð- um, men hví skuldi før- oysk vitan og royndir, føroyskur kapitalur og leiðsluførleiki og før- oyskur góðsku- og mark- naðarkunnleiki bert kunnað verið nýtt í Før- oyum. Tað er júst hesir framleiðslufaktorar, herdir í altjóða kapping, sum fara at gagna vinnu- ligum framburði mest her á landi. Nevndin hevur tí ikki ivast í at heiðra júst hesa undangongu sum Ársins Átak 2005. Jan Mortensen, Egil Olsen, Petur Olsen og Jóhan Páll Joensen Mynd: Vilmund Jacobsen n nnu vit skapa Bjørn Kalsø fegnaðist um vinnudagin. - Hetta er dagurin, tá ið vinnulívsfólk úr øllum landinum koma saman at viðgera stóru málini – møguleikar, avbjóðingar og trupulleikar, sum landsstýrismaðurin tók til Mynd: Jens Kr. Vang - Tað veldst sjálvandi um fokus og perspektiv. Hyggja vit eftir vandum, síggja vit vandar, men hyggja vit eftir møguleikum, síggja vit møguleikar, segði Bjørn Kalsø á vinnudegnum fríggjadagin Mynd: Jens Kr. Vang