Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 184 - 28. september 2005 - Í nútímans samfe- lagnum er atgongd til orku ein sjálvfylgja, og eigur samfelagið at skapa karmar fyri, at orkuveitingin er so trygg sum gjørligt, eins og brúkarin fær orku so bíliga sum tilber innan teir karmar, sum orku- politikkurin setir. Men neyðugt er at gagnýta oljuna so skilagott sum gjørligt, soleiðis at vit ikki brenna meir enn neyðugt og harvið økja um útlát av skaðiligum evnum, segði landsstýrismað- urin í orku-og um- hvørvismálum, Bjarni Djurholm, á fundi í Norðurlandahúsinum mánadagin ORKA-OG UMHVØRVI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin skipaði Vinnu- málaráðið fyri áhugaverd- um og vælmøttum fundi í Norðurlandahúsinum, har landsstýrismaðurin í orku- málum, Bjarni Djurholm, legði fram fyribils uppskot til føroyskan orkupolitikk. Við á fundinum var eisini fyrrverandi danski orku-og umhvørvismálaráðharrin, Svend Auken, sum helt áhugaverdan fyrilestur um orku og umhvørvi. Bjarni segði, at fyrsti fundurin í hesi røðini varð hildin um hesa tíðina í fjør, tá ið Bjørn Lomborg helt fyrilestur við støði í bók síni, Verdens sande tilstand – og í dag er so Svend Auk- en komin at greiða okkum frá sínum royndum sum ráðharri í Danmark á markamótinum millum orku og umhvørvi. - Hesi bæði økini eru sum kunnugt ógvuliga nær knýtt, legði landsstýris- maðurin aftrat. Arbeiðsbólkur Bjarni segði, at á sumri í fjør setti Vinnumálaráðið ein arbeiðsbólk og ein hoyringsbólk at orða upp- skot til orkupolitikk og eina el-veitingarlóg fyri Føroy- ar. Í bólkunum sita umboð fyri Vinnumálaráðið, Olju- fyrisitingina, SEV, Røkt, kommunurnar, Føroya Náttúru-og Umhvørvis- verndarfelag og vinnulívið. - Hetta arbeiði skal eftir ætlan verða liðugt á sumri 2006, og í arbeiðssetning- inum verður áherðsla løgd á, at ávegis kunning verður framd. Tað er í hesum høpi, at orðaskiftið um orku var á løgtingi fyrr í ár og dagurin í dag skulu síggjast. Bjarni kunnaði síðan um arbeiði at orða ein før- oyskan orkupolitikk og el- veitingarlóg. - Við vaksandi oljuprís- um og skaðiligari ávirkan á okkara umhvørvi, er tað alt meira umráðandi, at vit tryggja eina so munadygga gagnnýtslu av okkara orku- tilfeingi sum yvirhøvur gjørligt. Landsstýrismaðurin segði, at tá ið tosað verður um orkupolitikk, verður hesin vanliga býttur í trý atlit, sum hann tók til; orka, búskapur og umhvørvi. - Okkara orkuskipan má verða soleiðis háttað, at hon er búskaparliga skila- góð og samstundis, at hon ávirkar okkara umhvørvi minst møguligt. Hetta er avbjóðingin. Hann vísti á, at vit í dag innflyta mest sum alla orku í formi av ymsum oljuúr- dráttum, meðan ein minni partur av okkara orkutørvi verður nøktaður av "heim- Bjarni Djurholm, orkumálaráðharri: – Vit vanda okkum ikki nóg v Stórur áhugi var fyri fundinum um orku-og umhvørvi, sum Vinnumálaraðið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum mánadagin. Nógv fólk vóru og lýddu á – og fólk settu eisini Svend Auken spurningar Mynd: Jens Kr. Vang Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orku-og umhvørvismálum, greiddi fr