Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ligum tilfeingi" so sum vatn og vindi. - Tað er neyðugt, at vit økja um gagnnýtsluna av bæði teirri innfluttu orkuni, umframt at vit áhaldandi troyta okkara egnu orku- keldur. Landsstýrismaðurin nevndi, at í rakstrinum av motorunum á Sundi, sum standa fyri 60% av okkara el-framleiðslu, hevur av- lopshitin ikki verið gagn- nýttur. - Hetta er ikki skilagott, og tí er tað gleðiligt at stað- festa, at ítøkilig stig nú eru tikin til at knýta Sunds- verkið í fjarhitaskipanina í Hoyvík, segði hann. Bjarni segði, at við heim- ligum orkutilfeingi ber til at troyta vindorkuna enn meira, bæði til el-fram- leiðslu, men so sanniliga eisini til upphiting av vatni í einari framtíðar fjarhita- skipan. - Orkupolitikkur er at hugsa langsiktað, sum landsstýrismaðurin tók til. Gagnnýtslan Hann segði, at í nútímans samfelagnum er atgongd til orku ein sjálvfylgja, og eigur samfelagið at skapa karmar fyri, at orkuveiting- in er so trygg sum gjørligt, eins og brúkarin fær orku so bíliga sum tilber innan teir karmar, sum orku- politikkurin setir. - Ein háttur at tryggja rættan prís til endaliga brúkaran er at skipa økini í kapping, har tað ber til og annars at regulera tað virk- semi, sum náttúrliga eigur at skipast við einkarrætti. Landsstýrismaðurin segði, at vit mugu gagnnýta oljuna so skilagott sum gjørligt, soleiðis at vit ikki brenna meir enn neyðugt og harvið økja útlát av skaðiligum evnum. - Hóast hetta ljóðar sum ein sjálvfylgja, eru ov nógv dømi í Føroyum um, at vit ikki vanda okkum nóg væl um oljunýtsluna. Hann segði, at tá ið inn- triv verða framd í náttúruna í samband við bygging av orkuverkum, skulu vit tryggja okkum, at hetta ikki hevur óhepna ávirkan á náttúruna. - Eitt týðandi amboð í hesum høpi er, at árins- kanningar verða gjørdar soleiðis, at rætta grundar- lagið er til staðar at gera av, hvørt ein útbygging kann loyvast. Munadygg gagnnýtsla Bjarni Djurholm greiddi síðan frá, hvussu lands- stýrið heldur, at munadygg gagnnýtsla av orkutilfeing- inum kann fremjast, og í hesum sambandi endurtók hann, at nógv orka fer til spillis hvønn dag á olju- riknu verkunum. - Men tað eru eisini størri íðnaðarvirki við stórari orkunýtslu, har ov nógv fer til spillis. Hetta má broytast – og ætlanin er tí, at kom- andi orkulóggáva og orku- politikkur skulu tryggja eina nógv betri gagnnýtslu enn hana, vit hava. Landsstýrið kundi eitt nú hugsað sær, at nýggj orku- verk við einari ávísari stødd skulu endurnýta spillhitan - og at verandi verk kunnu fáa álagt at fáa hesi viður- skifti í rættlag innan ávísa tíðarfreist. - Ásannandi. at búskap- arligu "incitamentini" í summum førum ikki eru til staðar, kann hugsast, at landið stuðlar verkætlanir av hesum slag, segði hann. Bjarni vísti eisini á, at partur av arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum er at kanna, hvørjir møguleikar eru at nýta vindorku í størri mun, enn vit gera í dag, bæði til el-og hitafram- leiðslu. Sum dømi kann nevnast, at beinleiðis olju- kostnaðurin fyri hvønn framleiddan kilowattíma á Sundverkinum er nú so høgur, at hann er á støði við - ella dýrari - enn vindorka. - Tí eiga vit at økja sum mest um vindorkuna innan tær tøkniligu avmarkingar sum eru galdandi, legði hann aftrat. Orkunýtslan Í Føroyum er eingin al- menn byggireglugerð sum ásetir krøv til sethús og aðrar bygningar um teirra orkunýtslu, og hetta helt Bjarni ikki vera nóg gott, sum hann tók til. - Her eru stórar nøgdir av orku, sum kunnu sparast við skilagóðari bygging og nútímans tøkni, eitt nú við lágorkugløsum, bjálving og stýringum. Landsstýrismaðurin vísti á, at størsta orkunýtslan í Føroyum fer fram á sjó- num, har fiskiflotin brúkar eini 43% av samlaðu olju- nýtsluni, sum svarar til eini 100.000 tons av olju hvørt ár. - Tað er tí neyðugt, at vit eisini her seta okkum mál um orkusparingar. Um prísirnar á orku, segði Bjarni, at her eru ikki nógvir "parametrar", sum vit kunnu ávirka. - Vit eru undirløgd olju- prísinum á heimsmarknað- inum og kunnu ikki gera annað enn at minka um spillið so nógv sum gjørligt og syrgja fyri, at vit hava ein vælvirkandi marknað. Hann minti á, at fram- leiðsla, flutningur og søla av el-orku í dag er skipað sum monopol undir komm- unala felagsskapinum SEV uttan almennar heimildir at regulera hetta virksemi. - Hendan skipan verður hildin at vera ótíðarhósk- andi, og tí verður arbeitt - í samstarvi við kommunur- nar og SEV – við at tilevna uppskot til, hvussu el- orkumarknaðurin kann verða umskipaður. Her verður ítøkiliga hugsað um, at landið tekur yvirskipaða ábyrgd av el-orkuøkinum, og við eini komandi el- veitingarlóg kann regulera virksemið í samband við framleiðslu, flutning og sølu av el-orku, segði hann. Oljuprísir Bjarni nam eisini við gongdina í oljuprísunum á heimsmarknaðinum árini 2001-2005. - Her sæst, at prísurin er vaksin úr 23 dollarum uppí 46 dollarar. Hetta er ein tvífaldaður vøkstur, sum rakar húsarhald og vinnulív beinleiðis. Samanbera vit innflutningin av oljuúr- dráttum fyri fyrsta hálvár 2004 við sama tíðarskeið 2005, sæst, at innflutning- urin í tonsum er vaksin 4%, meðan innflutningsvirðið er farið úr 249 miljónum krónum upp í 360 miljónir krónur. Hetta er ein vøkstur upp á 48 % í innflutnings- krónum, segði landsstýris- maðurin. Hann helt ongan iva vera um, at vit í Føroyum kunnu fremja stórar sparingar í oljunýtsluni, um rætt verð- ur atborið, og í hesum sam- bandi nevndi hann eisini, at Føroyar luttaka í norðurl- endskum samstarvi um burðardygga orkuveiting. - Tað verður Nólsoyggin, sum verður royndarøki í gagnýtslu av vindorku til framleiðslu av el, hita og vetni. Harumframt eru stig tikin til ítøkiligt samstarv við Ísland og Grønland á vetnisøkinum, segði lands- stýrismaðurin. Uppskot til orkupolitikk og el-veitingarlóg verður ætlandi lagt fyri Føroya løgting á sumri í 2006. Nr. 184 - 28. september 2005 17 væl um orkunýtsluna rá ætlan landsstýrisins um orkupolitikk og el-veitingarlóg Mynd: Jens Kr. Vang Tað var ein væl upplagdur fyrrverandi danskur orku-og umhvørvismálaráðharri, Svend Auken, sum helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum mánadagin. Vit fara at venda aftur til fyrilesturin hjá honum í øðrum blaði Mynd: Jens Kr. Vang